Munurin millum rættingarnar hjá "Finleif Mortensen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "'''Finleif Mortensen''' av Argjum,<ref>[http://www.finleifmortensen.dk/29472188 finleifmortensen.dk - Om Finleif]</ref> búsitandi á Strondum er ei..."
 
Linja 13: Linja 13:
*[http://www.finleifmortensen.dk/ Heimasíðan hjá Finleif Mortensen]
*[http://www.finleifmortensen.dk/ Heimasíðan hjá Finleif Mortensen]
*[https://www.facebook.com/Finleif-Mortensen-Art-299958963187/ Finleif Mortensen Art á Facebook]
*[https://www.facebook.com/Finleif-Mortensen-Art-299958963187/ Finleif Mortensen Art á Facebook]

{{DEFAULTSORT:Mortensen, Finleif}}


[[Bólkur:Føroysk listafólk]]
[[Bólkur:Føroysk listafólk]]

Endurskoðan frá 1. apr 2016 kl. 06:21

Finleif Mortensen av Argjum,[1] búsitandi á Strondum er ein føroyskur listamaður innan málningalist og myndamaður. Hann málar oljumálningar. Tað ið er eyðkent fyri verk hansara eru føgru litirnir og tað einfalda landslagið. Hann segði við in.fo í mars 2016:

Eg royni at foreinkla tað føroyska landslagið. Trekki bara tær grovu linjurnar upp og hugsi minni um smálutirnar. Vil heldur fanga rúttmuna í smáu húsunum á bygd og tær einføldu linjurnar á fjøllunum og oyggjunum.

Hann málar abstrakt. Yndismotiv hansara eru úr Norðoyggjum og á Streymoynni. Hann er hugtikin av skiftandi ljósi og smáum bygdum við stórbærum fjøllum.

Fyrstu ferð hann luttók á einari listaframsýning við fleiri ymiskum listafólkum var á Ólavsøkuframsýningini í 1985. Fineif hevði sína fyrstu listaframsýning einsamallur í 1985 í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, tá var hann bert 20 ára gamal. Síðan tá hevur hann havt nógvar framsýningar í Føroyum og uttanlands, millum annað á Skt Gertrud í Keypmannahavn, Kunstgalleriet í Odense, Galleri Inuit í Ålborg og á Gallarí Fold í Reykjavík. Eisini hevur hann sýnt fram á listastevnunum Art Copenhagen og Art Herning.[2]

Keldur

Slóðir úteftir