Munurin millum rættingarnar hjá "Katrin Kallsberg"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
meira tekst og keldur
sNo edit summary
Linja 13: Linja 13:
Til løgtingsvalið 2015 stillaði Katrin upp á listanum hjá Tjóðveldi. Hon varð vald við 396 persónligum atkvøðum.<ref>[http://kvf.fo/val/l2015 Løgtingsval 1. September 2015], kvf.fo</ref>
Til løgtingsvalið 2015 stillaði Katrin upp á listanum hjá Tjóðveldi. Hon varð vald við 396 persónligum atkvøðum.<ref>[http://kvf.fo/val/l2015 Løgtingsval 1. September 2015], kvf.fo</ref>


== Løgtingsnevndir ==
=== Løgtingsnevndir ===
*2015-2019 Forkvinna í Trivnaðarnevndini<ref>[http://portal.fo/stor+osemja+millum+partarnar+i+trivnadarnevndini.html portal.fo - Stór ósemja millum partarnar í Trivnaðarnevndini]</ref>
*2015-2019 Forkvinna í Trivnaðarnevndini<ref>[http://portal.fo/stor+osemja+millum+partarnar+i+trivnadarnevndini.html portal.fo - Stór ósemja millum partarnar í Trivnaðarnevndini]</ref>
*2015-2019 Limur í Mentanarnevndini
*2015-2019 Limur í Mentanarnevndini

Endurskoðan frá 16. mar 2016 kl. 06:14

Katrin Kallsberg á valplakat til løgtingsvalið 2015.

Katrin Kallsberg (fødd 30. juli 1967 í Danmark) er ein føroyskur lækni og politikari. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon vald inn á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi.

Bakgrund

Katrin búði í Danmark tey fyrstu 6 árini, síðan flutti familjan til Føroya aftur, har faðir hennara, Kaj Kallsberg, starvaðist sum lækni á Eiði frá 1975-79[1] og í Tórshavn. Sum 16-ára gomul var hon eitt ár í USA sum skiftisnæmingur, síðan tók hon student í Hoydølum, og eftir tað fór hon til Danmarkar at lesa til lækna. Tá ið hon varð liðug við útbúgvingina starvaðist hon eitt skifti í 1995 við Læknum uttan landamørk í Screbrenica í Bosnia. Síðan flutti hon til Føroya, har hon starvaðist sum lækni í nøkur ár, til hon í 1999 flutti til Noregs at útbúgva seg til serlækna í kvinnusjúkum og burðarhjálp. Í 2002 fluttu hon og maðurin Poul Henrik aftur til Føroya og búsettust í Sandagerði í Havn. Maðurin andaðist trý ár seinni av krabbameini.[2] Katrin starvast sum yvirlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp á Landssjúkrahúsinum.[3]

Katrin var forkvinna í Javnstøðunevndini frá juni 2012 til februr 2016.[4][5][6]

Katrin hevur luttikið í sjónvarpssendingini Fólksins Rødd og útvarpssendingini Also.[7]

Politisk lívsleið

Til løgtingsvalið 2015 stillaði Katrin upp á listanum hjá Tjóðveldi. Hon varð vald við 396 persónligum atkvøðum.[8]

Løgtingsnevndir

  • 2015-2019 Forkvinna í Trivnaðarnevndini[9]
  • 2015-2019 Limur í Mentanarnevndini

Keldur