Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Jákupsson Debes"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
No edit summary
s Legði afturat Bólkur:Føðingar í 1720-árunum við hjálp frá Hotcat
Linja 13: Linja 13:


[[Bólkur:Løgmenn í Føroyum]]
[[Bólkur:Løgmenn í Føroyum]]
[[Bólkur:Føðingar í 1720-árunum]]

Endurskoðan frá 3. jan 2016 kl. 16:38

Hans Jákupsson Debes (1723-1769) var løgmaður í Føroyum 1752-1769.

Hann var bóndasonur, ættaður av Oyri, borin í heim í 1723. Hann las í ungdómsárum við lærda háskúlan í Keypmannahavn og gjørdist løgmaður Føroya í 1752. Hann var giftur við dóttir Sámal Pætursson Lamhauge, undanfarna løgmanni. Hann var fyrst varaløgmaður, og gjørdist løgmaður tá verfaðirin doyði.

Eftir hann eru tvey rit um føroysk viðurskifti: "Beskrivelse over Agerdyrkningen paa Færøerne" (1763) og "Kort underretning om Indbyggernes Handelsmaade paa Færøe" (1766). Aftast í hesi bók finna vit eina lítla yrking, "En enkemands Nattetanker ved sin Hustrues Grav", yrkt, tá kona hansara var deyð í barsilssong.

Keldur

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 366. (brotið Føroya løgmenn fram til 1816) (PDF-Download)