Munurin millum rættingarnar hjá "Keldan (samkoma)"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Hans1512 (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við " =====Keldan===== er ein karismatisk samkoma, stødd mitt í Skálafirði. Keldan hevur nógv tiltøk gjøgnum vikuna, millum annað sunnudagsmøtir, Ungdómsmøtir, B..."
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 6. des 2015 kl. 18:52

=====Keldan===== er ein karismatisk samkoma, stødd mitt í Skálafirði. Keldan hevur nógv tiltøk gjøgnum vikuna, millum annað sunnudagsmøtir, Ungdómsmøtir, Bønardagar(Bønarmøtir), og nógv fleiri við. Keldan hevur umleið 400 limir í samkomuni. Eisini hevur Keldan ein frískúla, Frískúlin Keldan, ið hevur upp ímóti 100 næmingum í 7 ymiskum flokkum. Teir flokkarnir strekkja seg frá forskúla til 6. Flokk, og legst ein flokkur til hópin hvørt ár, tað vil siga, at í næsta ár gongur tað upp til 7. Flokk.

Søga

Tann karismatiska vekingingin floymdi yvir Føroya land í 1970unum og í 1980unum.

Tá tjaldmøtini á Gøtueiði nærkaðust endanum, tóku nakrir mans stig til at keypa eini hús í Skálafirði, sum skuldi verða savningarstað fyri karismatisku rørsluna, sum var sprottin fram í Eysturoynni. Samkomuarbeiðið í Kelduni byrjaði í 1987.

Nakrir av teimum leiðandi í hesi veking savnaðust saman í eitt elstaráð, sum so byrjaði at skipa fyri regluligum møtum.

Sum frá leið, hevur hetta virksemið ment seg við ymiskum broytingum. Í byrjanini leiddi hvør elsti ein mánað í senn, og Harrin virkaði við tí við Sínum Anda. Sum tíðin gekk, gjørdist greitt, at tørvur var á at seta ein leiðara. Tað varð lagt fram fyri samkomufólkið at biðja fyri hesum, at Harrin skuldi kalla fólk til at standa fyri og leiða hetta arbeiðið. Onkur varð spurdur og eggjaður til uppgávuna at leiða samkomuna, men tað gekk tó ein tíð, áðrenn nakar varð settur.

Í 1997 vórðu Pauli og Jastrid Høj sett í tænastu sum leiðarapar eftir at hava kent Harrans kall til hesa tænastu.

Síðan henda tænastan við samkomuleiðara, ella pastori, er komin, er samkomubygnaðurin nakað broyttur. Í dag verður samkoman leidd meira miðvíst sum ein lokalsamkoma, har hvør einstakur er ein limur á likaminum og kennir ábyrgd fyri samkomuni.

Sum tíðin er gingin, er samkoman vaksin í stórum, og einleikin og samanhaldið er vorðið sterkari. Samkoman er grundað á egnar visiónir og er ein sjálvstøðug og sterk lokalsamkoma við fjølbroyttum virksemi fyri allar aldursbólkar. Virksemið hjá Kelduni verður fíggjað við tíggjund og gávum.

Longu fyri nógvum árum síðan tendraðist visiónin um, at Keldan skuldi gerast ein andaligur miðstaður í Føroyum. Henda visiónin byrjaði at taka skap, tá ið farið varð í holt við at byggja nýggja samkomubygningin.

Tann nýggi salurin, sum varð tikin í nýtslu í 2004, hevur fleiri enn 800 sitipláss og allar nýmótans hentleikar, ið skulu vera í einum tílíkum møti- og konsertsali. Í bygninginum er stórur matarsalur og stórur køkur og fleiri skúlastovur. Eisini er barnasalur við plássi fyri á leið 150 fólkum.

Í nøkur ár hevur verið arbeitt við visiónini um ein kristnan frískúla. Í 2010 gjørdist visiónin til veruleika og Frískúlin, Keldan varð settur á stovn. Umframt frískúlan er frítíðarstova og forskúli í Kelduni.

Í Føroyum eru frísamkomurnar væl kendar og væl vitjaðar. Tað samkomulívið, sum vit praktisera í Kelduni, er at finna allastaðni í heiminum. Tann sokallaða karismatiska rørslan, sum vit eru ein partur av, telir í dag fleiri enn 600 mió. menniskju og er tann skjótast vaksandi rørslan ídag.

Sum ein evangelisk frísamkoma grunda vit okkara virksemi og læru á ta klassisku kristnu trúarlæruna. Keldan er sjálvstøðug og ikki formliga partur av einum ávísum trúarbólki. Keldan hevur eitt opið og tvørkirkjuligt sinnalag og samstarvar við aðrar samkomur og kirkjur um at fremja Guds verk her á jørð.

Vit trúgva uppá tað klassiska evangeliið um frelsu við trúgv á Jesus Kristus; tað, sum hevur verið grundarlag teirra kristnu til allar tíðir.