Munurin millum rættingarnar hjá "Montana"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Linja 45: Linja 45:
==Landafrøði==
==Landafrøði==
[[Mynd:Yellowstonewinter.jpg|thumb|right|220px|Myndin er tikin í [[Yellowstone National Park|Yellowstone]]. Heimsins fyrsti [[tjóðargarður]] varð grundlagdur í Yellowstone í Montana í 1872.]]
[[Mynd:Yellowstonewinter.jpg|thumb|right|220px|Myndin er tikin í [[Yellowstone National Park|Yellowstone]]. Heimsins fyrsti [[tjóðargarður]] varð grundlagdur í Yellowstone í Montana í 1872.]]
Montana er um somu stødd sum [[Japan]], men hevur umleið 1 mió. íbúgvar. Stóra stakríkið Montana er umgyrt av øðrum lutstatum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Stakríki hevur mark við Kanada, Wyoming, Idaho og Dakota (Suður- og Norður Dakota). Í Montana er [[fólkatættleiki]]n lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er eisini lutfalsliga lágt. Fólkatættleikin er bara 2,65 persónar fyri ferkilometurin. Flestu býir eru smáir. Landið goymir ørgrynni av ráevnum, men størsti trupulleikin hinvegin er tað kalda [[veður]]lagið og tey longu strekkini millum býir og bygdarløg. Hetta navnið, ''montaña'', er [[spanskt]] og merkir "fjøll". Ein stórur partur av Montana er fjallaland. Í fjøllunum er eisini nógv av rossum; talið av villrossum hevur verið mett til uml. 47,000 djór í [[USA]].<ref>http://www.pbs.org/wnet/nature/clouds-legacy-the-wild-stallion-returns-wild-horse-roundups-why-are-they-conducted/64/</ref> Náttúran er fjølbroytt og stórbær, fuglameingið er stórt eins og [[Plantur|plantulívið]]. Ferðafólk koma til Montana at vera í náttúruni, at fiska [[síl]] og annað. Náttúran hevur nógv at siga, til dømis veðurlagið. Nakrir eru enn eftir í fjøllunum og liva sum búnaðarfólk. Náttúruni liva tey av og eru sum eitt við hana: allur reiðskapur teirra er sjálvgjørdur, tey fiska m.a. við boga og ørvi, veiða við byrsu, fáa eld við at gníggja trø hvørt móti øðrum, og kenna allan vøkstur og týdning av vøkstrinum. Stórir partar av Montana eru í nálaskógarøkinum. Her er veturin ógvuliga kaldur. [[Trø|Nálatrø]] trívast í kalt tempraða veðurlagnum. Tey klára seg ígjøgnum kalda veturin, og tá ið tað frysta jørðildið tiðnar um [[summar]]ið, fáa røturnar føðslu, og trøini vaksa væl.
Montana er um somu stødd sum [[Japan]], men hevur umleið 1 mió. íbúgvar. Stóra stakríkið Montana er umgyrt av øðrum lutstatum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Stakríki hevur mark við [[Kanada]], [[Wyoming]], [[Idaho]] og [[Dakota]] ([[Suður Dakota|Suður]]- og [[Norður Dakota]]). Í Montana er [[fólkatættleiki]]n lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er eisini lutfalsliga lágt. Fólkatættleikin er bara 2,65 persónar fyri ferkilometurin. Flestu býir eru smáir. Landið goymir ørgrynni av ráevnum, men størsti trupulleikin hinvegin er tað kalda [[veður]]lagið og tey longu strekkini millum býir og bygdarløg. Hetta navnið, ''montaña'', er [[spanskt]] og merkir "fjøll". Ein stórur partur av Montana er fjallaland. Fjallaryggurin [[Rocky Mountains]] í vestara parti er í støðum hægri enn 3900 m. Inni í lutstatinum eru tær ómetaliga víðu grasfløturnar, prerian, hundraðtals km. í allar ættir. Í Klettafjøllunum er eisini nógv av rossum; talið av villrossum hevur verið mett til uml. 47,000 djór í [[USA]].<ref>http://www.pbs.org/wnet/nature/clouds-legacy-the-wild-stallion-returns-wild-horse-roundups-why-are-they-conducted/64/</ref> Náttúran er fjølbroytt og stórbær, fuglameingið er stórt eins og [[Plantur|plantulívið]]. Ferðafólk koma til Montana at vera í náttúruni, at fiska [[síl]] og annað. Náttúran hevur nógv at siga, til dømis veðurlagið. Nakrir eru enn eftir í fjøllunum og liva sum búnaðarfólk. Náttúruni liva tey av og eru sum eitt við hana: allur reiðskapur teirra er sjálvgjørdur, tey fiska m.a. við boga og ørvi, veiða við byrsu, fáa eld við at gníggja trø hvørt móti øðrum, og kenna allan vøkstur og týdning av vøkstrinum. Stórir partar av Montana eru í nálaskógarøkinum. Her er veturin ógvuliga kaldur. [[Trø|Nálatrø]] trívast í kalt tempraða veðurlagnum. Tey klára seg ígjøgnum kalda veturin, og tá ið tað frysta jørðildið tiðnar um [[summar]]ið, fáa røturnar føðslu, og trøini vaksa væl.


== Keldur ==
== Keldur ==

Endurskoðan frá 1. des 2015 kl. 06:07

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Helena
Størsti býur: Billings
Innlimað: 8. november 1889
Guvernørur: Brian Schweitzer (D)
Vídd: 381,156 km²
Íbúgvar (2011): 989 415
fyri km²: 2.51/km²
Tíðarzona: UTC -7 og -6/
Heimasíða: www.mt.gov

Stakríki Montana (enskt: State of Montana) er fjórðstørsti stakríki í Sambandsríkinum Amerika og hevur umleið 989 túsund íbúgvum. Høvuðsstaðurin kallast Helena og størsti býurin er Billings. Í norðri hevur Montana mark við Kanada (landslutir: British Columbia, Alberta og Saskatchewan), í eystri við North Dakota og South Dakota, í suðri við Wyoming og Idaho, og í vestri við Idaho. Í 1889 bleiv Montana stakríki í USA.

Eyknevni er Skattstaturin (enskt: Treasure State).

Søga

Indiánarnir

Slagið um Little Bighorn. Sjálvbodnir ríða úr leguni og fara upp í eina fylking ella eitt krígslið hjá siouxkrígsmonnum.

Um miðju 19. øld fóru vápnað niðursetufólk at byggja garðar á grasfløtunum í Montana, herurin í USA veitti teimum stuðul [1]. Tey týndu bisonneytini fyri at rudda lendið. Í 1859 livdu milliónatals bisonneyt á fløtunum í Montana, men í 1889 vóru færri enn túsund eftir. Avleiðingarnar vóru, at indiánarnir høvdu hvørki mat ella bústað.

Teir vóru vorðnir óførir at skjóta av rossabaki eftir tað, at spaniamenn høvdu havt ross og byrsur við sær til USA í 16. øld, og nú í 1866 noyddi siouxhøvdingin Red Cloud amerikonsk herlið burtur av veiðilendinum hjá siouxindiánunum. Við Little Bighorn í Suðurmontana í 1876 drupu siouxkrígsmenn hjá høvdingunum Sitting Bull og Crazy Horse 250 hermenn hjá USA, heryvirmaður teirra var George Armstrong Custer [2]. Men indiánarnir megnaðu ikki at verja seg, og øll mótstøða í Montana varð bard niður.

Landafrøði

Myndin er tikin í Yellowstone. Heimsins fyrsti tjóðargarður varð grundlagdur í Yellowstone í Montana í 1872.

Montana er um somu stødd sum Japan, men hevur umleið 1 mió. íbúgvar. Stóra stakríkið Montana er umgyrt av øðrum lutstatum og hevur ikki mark út ímóti sjónum. Stakríki hevur mark við Kanada, Wyoming, Idaho og Dakota (Suður- og Norður Dakota). Í Montana er fólkatættleikin lutfalsliga lágur og íbúgvaratalið er eisini lutfalsliga lágt. Fólkatættleikin er bara 2,65 persónar fyri ferkilometurin. Flestu býir eru smáir. Landið goymir ørgrynni av ráevnum, men størsti trupulleikin hinvegin er tað kalda veðurlagið og tey longu strekkini millum býir og bygdarløg. Hetta navnið, montaña, er spanskt og merkir "fjøll". Ein stórur partur av Montana er fjallaland. Fjallaryggurin Rocky Mountains í vestara parti er í støðum hægri enn 3900 m. Inni í lutstatinum eru tær ómetaliga víðu grasfløturnar, prerian, hundraðtals km. í allar ættir. Í Klettafjøllunum er eisini nógv av rossum; talið av villrossum hevur verið mett til uml. 47,000 djór í USA.[3] Náttúran er fjølbroytt og stórbær, fuglameingið er stórt eins og plantulívið. Ferðafólk koma til Montana at vera í náttúruni, at fiska síl og annað. Náttúran hevur nógv at siga, til dømis veðurlagið. Nakrir eru enn eftir í fjøllunum og liva sum búnaðarfólk. Náttúruni liva tey av og eru sum eitt við hana: allur reiðskapur teirra er sjálvgjørdur, tey fiska m.a. við boga og ørvi, veiða við byrsu, fáa eld við at gníggja trø hvørt móti øðrum, og kenna allan vøkstur og týdning av vøkstrinum. Stórir partar av Montana eru í nálaskógarøkinum. Her er veturin ógvuliga kaldur. Nálatrø trívast í kalt tempraða veðurlagnum. Tey klára seg ígjøgnum kalda veturin, og tá ið tað frysta jørðildið tiðnar um summarið, fáa røturnar føðslu, og trøini vaksa væl.

Keldur

  1. http://www.britannica.com/EBchecked/topic/546854/Sitting-Bull
  2. http://www.astonisher.com/archives/museum/wm_slaper_little_big_horn.html
  3. http://www.pbs.org/wnet/nature/clouds-legacy-the-wild-stallion-returns-wild-horse-roundups-why-are-they-conducted/64/

Sí eisini

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið