Munurin millum rættingarnar hjá "Bosnia og Hersegovina"

Jump to navigation Jump to search
193 bytes løgd afturat ,  5 ár síðan
→‎Politikkur: minst til kelduna
(→‎Politikkur: minst til kelduna)
==Politikkur==
 
Bosnia og Hersegovina er formliga undir leiðslu av [[ST]], har ein ST-útnevndur sendimaður hevur høvuðsyvirlit yvir landinum, og kann koyra politisku leiðsluna í landinum frá. Hetta er skipað gjøgnum sokallaðu Dayton-avtaluna, ið varð undirskrivað í 1995. Á valinum í 2014 til ting landsins verða tríggir forsetar valdir, ein fyri hvørt av størstu fólkasløgunum. Forsetarnir eru valdir í fýra ár, men sita í átta mánaðir, so verður skift til næsta forseta. Í fýra ára skeiðnum situr hvør forseti tvær ferðir átta mánaðir. Landið er býtt í tvey sjálvstýrandi økir, lýðveldi Srpska (Republika Srpska) og lýðveldi Bosnia-Hersegovina. Harafturat kemur Brcko-økið, ið liggur undir hinum báðum men sum formliga er sjálvstýrandi. Tjóðartingið er sett saman av 42 fólkavaldum frá sjálvstýrandi økjunum. 28 tinglimir koma úr Bosnia og Hersegovina og 14 úr Republika Srpska. Samansetingin av stjórn og politisku leiðsluni í ymsu pørtunum av landinum er sera fløkt. Tá ein roknar øll uppí, so hevur landið 14 forsætisráðharrar og 200 ráðharrastovur.<ref>[http://portal.fo/mini/i+bosnia+velja+tey+triggjar+forsetar+i+dag.html portal.fo - Í Bosnia velja tey tríggjar forsetar í dag], skrivað hevur Jógvan Hugo Gardar 12. oktober 2014</ref>
 
== Søga ==

Navigatiónsskrá