Munurin millum rættingarnar hjá "Summartíð"

Jump to navigation Jump to search
1 byte lagt afturat ,  13 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
s
s
[[Benjamin Franklin]] skeyt av fyrstan tíð - og kanska hálvavegna í skemti - upp at flyta klokkuna. Tað var gjørt í greinini "An Economical Project" í [[1784]]. Summartíð var fyrstu ferð brúkt í [[Eysturríki]] og [[Týskland]]i undir [[fyrri heimsbardagi|fyrra heimsbardaga]] - [[30. apríl]] [[1916]] - fyri at spara olju, meðan kríggj var. Fleiri evropeisk lond, teirra millum [[Danmark]], fóru yvir til summartíð [[21. mai]] sama árið.
 
Summartíð hevur verið í gildi í Danmark í fleiri umførum. Fyrst í 1916, síðani aftur í [[1940]] - [[1948]]. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í DanmarDanmark síðani [[1980]]. Í [[Føroyar|Føroyum]] varð farið yvir til summartíð við støði í "[[Løgtingslóg]] nr. 66 frá [[21. mai]] 1980 um summartíð". Neyvari verður ásett í kunngerðum; nú er galdandi "Kunngerð nr. 91 frá 3. oktober 2006 um summartíð 2007, 2008, 2009, 2010 og 2011". Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í [[apríl]] og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í [[september]]. Síðan [[1996]] hava vit flutt til summartíð samstundis sum [[ES]]-londini, frá seinasta sunnudegi í [[mars]] til seinasta sunnudag í [[oktober]].
 
Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta [[sunnudagur|sunnudag]] í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta sunnudag í oktober verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00.
995

rættingar

Navigatiónsskrá