Munurin millum rættingarnar hjá "Jógvan Skorheim"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
dagføring
Linja 18: Linja 18:
* [http://www.sjalvstyri.fo Sjalvstyri.fo]
* [http://www.sjalvstyri.fo Sjalvstyri.fo]


{{Løgtingslimir 2015-2019}}
{{rað|Skorheim, Jógvan}}
{{rað|Skorheim, Jógvan}}



Endurskoðan frá 22. sep 2015 kl. 10:43

Jógvan Skorheim (føddur 16. juni 1982 í Klaksvík) er føroyskur politikari (Sjálvstýrisflokkurin).

Hann hevur verið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu síðan 2013. Hann var býráðslimur og varaborgarstjóri í Klaksvíkar Býráð 2008-2012. Á løgtingsvalinum 2011 fekk hann við 245 atkvøðum næstflestar atkvøður á lista D fyri Sjálvstýrisflokkin. Tá flokkurin kom í samgongu, og valdi tingmaðurin, Kári P. Højgaard gjørdist innlendismálaráðharri, tók Jógvan sæti á Føroya Løgtingi. Okkurt tíðarskeið tók hann farloyvi úr Løgtinginum, og Kristianna Winther Poulsen tók sæti. Tá Kári P. Højgaard varð uppsagdur sum landsstýrismaður og tók sæti aftur á tingi, fór Jógvan Skorheim úr Løgtinginum aftur. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann valdur í Løgtingið sum tann fyrstvaldið hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann luttók í samgongusamráðingunum millum fýra flokkar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkin, men hann og flokkur hansara valdu at taka seg úr samráðingunum og at vera í andstøðu. Klaksvíkar býráð samtykti, at tey ikki vildu geva Jógvan Skorheim loyvi til at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingsessin í senn, Jógvan boðaði sama kvøld frá, at so valdi hann borgarstjórastarvið framum og segði løgtingsessin frá sær, so leingi hann var borgarstjóri.[1]

Løgtingsnevndir

Nevndarsessir í Klaksvíkar Býráð

  • 2008-2012 Formaður í Mentanarnevndini
  • 2008-2012 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2008-2012 Limur í Teknisku Nevnd[3]

Keldur

  1. in.fo - Jógvan Skorheim sigur løgtinsstarvið frá sær
  2. Aktuelt.fo, Nevndarsessirnir í Løgtinginum býttir
  3. Klaksvik.fo

Útvortis ávísingar