Munurin millum rættingarnar hjá "Eyðgunn Samuelsen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Linja 17: Linja 17:
<references/>
<references/>


{{Løgtingslimir 2015-2019}}
{{DEFAULTSORT:Samuelsen, Eyðgunn}}
{{DEFAULTSORT:Samuelsen, Eyðgunn}}



Endurskoðan frá 22. sep 2015 kl. 10:42

Eyðgunn Samuelsen, 2012

Eyðgunn Jana Samuelsen (fødd Henriksen, 23. mai 1959 i Sørvági) er ein føroyskur lærari og politikari (Javnaðarflokkurin).

Hon tók realprógv frá Sørvágs skúla í 1976 og HF á Føroya Studentaskúli og HF-skeið í 1978.[1] Hon er útbúgvin cand.mag. í samfelagsfrøði og søgu frá Roskilde Universitetscenter frá 1992. Hon hevur starvast sum lærari við tekniska skúlan í Klaksvík síðan 1987, tó ikki frá 2000–2003, tá hon var deildarleiðari á Mentamálaráðnum.

Eyðgunn var nevndarlimur og forkvinna í Sørvágs Ungmannafelag 1974–1978, ráðslimur í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) í 1981, stýrislimur í Landsfelag Føroyinga í Útbúgving (LFÚ) í 1984, nevndarlimur í Klaksvíkar Húsmóðrafelag í 1985, limur í stýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahús 1990–1992 og limur í Líkningaráðnum 1992–1996.

Hon meldaði seg inn í Javnaðarflokkin í 1988, og hevur verið býráðslimur í Klaksvík síðan 1. januar 1997. Hon hevur verið løgtingslimur síðan 4. februar 2008, og møtti í tíðarskeiðnum 2008–2011 sum varalimur fyri Helenu Dam á Neystabø. Eyðgunn var limur í Løgtingsins fíggjarnevnd frá 2008 og forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum síðan 24. februar 2011.[2] Í 2011 varð hon vald beinleiðis inn á Løgtingið.

Løgtingsnevndir

Keldur

  1. Heimasíðan hjá Eyðgunn Samuelsen
  2. Portal.fo, Eyðgunn Samuelsen forkvinna í tingbólkinum