Munurin millum rættingarnar hjá "Summartíð"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
JoergenB (kjak | íkøst)
s bólking
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Daylight saving time}}
Linja 10: Linja 10:
----
----
[http://www.logir.fo/system/foframe.htm Løgtingslóg nr. 91 frá 3. oktober 2006]
[http://www.logir.fo/system/foframe.htm Løgtingslóg nr. 91 frá 3. oktober 2006]
{{Commonscat|Daylight saving time}}


[[Bólkur:Tíð]]
[[Bólkur:Tíð]]

Endurskoðan frá 2. sep 2015 kl. 21:49

Summartíð er, at klokkan summarhálvárið verður flutt ein tíma fram fyri at gagnnýta dagslýsið betri. Við at flyta klokkuna ein tíma fram, er seinni ljóst um morgunin og longri ljóst um kvøldið. Dagslýsið verður tá meira í samsvari við vanligu dagsrútmuna hjá fólki.

Benjamin Franklin skeyt av fyrstan tíð - og kanska hálvavegna í skemti - upp at flyta klokkuna. Tað var gjørt í greinini "An Economical Project" í 1784. Summartíð var fyrstu ferð brúkt í Eysturríki og Týsklandi undir fyrra heimsbardaga - 30. apríl 1916 - fyri at spara olju, meðan kríggj var. Fleiri evropeisk lond, teirra millum Danmark, fóru yvir til summartíð 21. mai sama árið.

Summartíð hevur verið í gildi í Danmark í fleiri umførum. Fyrst í 1916, síðani aftur í 1940 - 1948. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í Danmark síðani 1980. Í Føroyum varð farið yvir til summartíð við støði í "Løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð". Neyvari verður ásett í kunngerðum; nú er galdandi "Kunngerð nr. 91 frá 3. oktober 2006 um summartíð 2007, 2008, 2009, 2010 og 2011". Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í apríl og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í september. Síðan 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, frá seinasta sunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober.

Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta sunnudag í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta sunnudag í oktober verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00. Ein háttur at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, er at hugsa um, at vit vilja gagnnýta summarljósið. Klokkan skal tí altíð flytast móti sumrinum: fram um várið og aftur um heystið.



Løgtingslóg nr. 91 frá 3. oktober 2006

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið