Munurin millum rættingarnar hjá "Mikkjal á Ryggi"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
No edit summary
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}}
Linja 21: Linja 21:


{{DEFAULTSORT:Ryggi, Mikkjal á}}
{{DEFAULTSORT:Ryggi, Mikkjal á}}
{{Commonscat}}

[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar|Ryggi, Mikkjal á]]
[[Bólkur:Føroyskir rithøvundar|Ryggi, Mikkjal á]]
[[Bólkur:Føroyskir politikarar|Ryggi, Mikkjal á]]
[[Bólkur:Føroyskir politikarar|Ryggi, Mikkjal á]]

Endurskoðan frá 2. sep 2015 kl. 18:30

Mikkjal á Ryggi.

Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (f. 17. oktober 1879 í Miðvági - d. 20. oktober 1956 í Tórshavn) var lærari búsitandi í Gásadali. Foreldur: Dánjal Pauli Michelsen og Maren Margrethe Petersen (1856-1897). Hann var føddur í Miðvági. Sum ungur fór hann tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum.

Rithøvundastarv hansara fevndi millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin "Lítla hara" stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í 1954.

Álitisstørv

Útgivið

  • 1926 - Landalæra I (saman við A. Thomsen).
  • 1935 - Dýralæra I.
  • 1940 - Miðvinga søga.
  • 1951 - Fuglabókin.
  • 1954 - Yrkingar.

Kelda


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið