Munurin millum rættingarnar hjá "2015"
Content deleted Content added
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}} |
s →Andlát |
||
Linja 39: | Linja 39: | ||
*[[21. mars]] - [[Jørgen Ingmann]], danskur tónleikari (f. [[1925]]) |
*[[21. mars]] - [[Jørgen Ingmann]], danskur tónleikari (f. [[1925]]) |
||
*[[18. mai]] - [[Halldór Ásgrímsson]], íslendskur forsætisráðharri (f. [[1947]]), hjartatilburður. |
*[[18. mai]] - [[Halldór Ásgrímsson]], íslendskur forsætisráðharri (f. [[1947]]), hjartatilburður. |
||
*[[7. juni]] - [[Christopher Lee]], bretskur sjónleikari (f. [[1922]]). |
*[[7. juni]] - [[Christopher Lee]], bretskur sjónleikari (f. [[1922]]). |
||
*[[30. august]] - [[Wes Craven]], amerikanskur filmsleikstjóri (f. [[1939]]) |
|||
== Keldur == |
== Keldur == |
Endurskoðan frá 2. sep 2015 kl. 03:45
Árstal |
2012 2013 2014 – 2015 – 2016 2017 2018 |
Áratíggju |
2000-árini – 2010-árini – 2020-árini |
Øldir |
20. øld– 21. øld – 22. øld |
Hendingar
- 5. januar
- Ein 34 ára gamal føroyskur maður ringdi til politiið í Keypmannahavn og boðaði frá, at hann hevði stungið konu sína, og at hann var bangin fyri, at hann hevði dripið hana. Dagin eftir, tá ið hann var til grundlógarforhoyr, noktaði hann seg tó sekan í drápi. Dómarin varðhaldsfongslaði mannin í fýra vikur. Í meðan skuldi málið kannast nærri. Hendingin fór fram í einari íbúð á Frederiksberg.
- Jóhan á Plógv Hansen spældi sín fyrsta landsdyst fyri danska U-21 hondbóltslandsliðið, eftir at hava verið í karantenu í 2 ár frá landsliðshondbólti, tí at hann skifti hondbóltstjóðskap úr Føroyum til Danmark. Landsdysturin var móti Svøríki og var spældur í Malmö. Danmark vann dystin 28-23.
- 7. januar - eitt yvirgangsálop varð framt í París móti tíðarritinum Charlie Hebdo. Minst 12 fólk lótu lív og minst 11 fólk vóru særd, tá ið tveir maskeraðir menn við Kalashnikov-byrsum troðkaðu seg inn í bygningin, meðan redaktiónin hevði fund, og byrjaðu at skjóta. Tveir politistar vóru millum tey dripnu. Gerningsmenninir sluppu til rýmingar við einum bili, har ein triði persónur bíðaði. Fýra av teimum dripnu vóru kendir teknarar, ið teknaðu keiputekningar av profetinum Mohammed í 2006.
- 9. januar - Hondbóltur U21 menn: Grikkaland-Føroyar 21-21 (8-7). Føroysku málskjúttarnir: Kjartan Johansen 8 (3), Julian Olsen 4, Áki Egilsnes 2, Allan Norðberg 2, Eirikur Simonsen 2, Helgi Hoydal 1, Pætur Thomsen 1, Rói Berg Hansen 1
- 15. januar - Kavaódn herjaði um alt Føroyar, tó kom ikki so nógvur kavi niður í Suðuroynni og Sandoynni, men í restini av landinum var ikki koyrandi, ringast var á Sandavágshálsi, á Vestmannavegnum, á Kvívíksvegnum og við Norðskálatunnilin. Fleiri bilar stóðu fastir í nógva kavanum. Summi noyddist at soca í bilinum. Nógv vóru veðurføst ymsastaðni. handanin av Mentanarvirðislønum Landsins varð útsett til dagin eftir.
- 16. januar
- Listaboykottið, sum listafólk í Føroyum settu í verk ímóti tí almenna við Mentamálaráðnum á odda 2. november 2012, er nú av. Tað vóru Steintór Rasmussen og Teitur Lassen, ið tóku stig til boykottið, eftir at samgongan valdi at skerja játtanina við einum fjórðingi.
- Mentanarvirðislønir Landsins, sum áttu at verið handaðar dagin fyri, hin 15. januar, í staðin orsakað av óveðri, vóru handaðar 16. januar á samkomu í Deplinum í Skálavík. Tórbjørn Olsen, listamálari, fekk Mentanarvirðisløn Landsins, Tey av Kamarinum fingu Heiðursgávu landsins, Mathias Kapnas, tónleikari, fekk virðisløn til Ungt listafólk. Oddvør Johansen, rithøvundur og Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, fingu Sømdargávu landins.
- Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, kunnger, at orðabøkur Sprotans nú verða ókeypis atkomuligar hjá øllum ið ynskja tað, bæði føroyingum og útlendingum, í Føroyum eins væl og úti í heimi. Henda tænasta verður fíggjað av Mentamálaráðnum og Kommununum í Føroyum. Avtalan er fyri trý ár fyribils og er ein avtala millum Mentamálaráðið, Kommunufelagið umboðandi allar kommunur í Føroyum og forlagið Sprotan. Í løtuni eru 13 bøkur á kervinum, og tær eru nú fríar hjá øllum at nýta.
- 22. februar - Gittarleikarin Alvi Joensen vinnur Stella Polaris kappingina, sangarin Birita Poulsen vinnur 2. virðisløn, saxofonleikarin Kristina Thede Johansen vinnur 3. virðisløn. Virðislønirnar eru á 20.000, 10.000 og 5.000 krónur.
- 1. mars - Føroyski rógvarin Dánjal Martin Hofgaard gerst heimsmeistari, tá ið hann vinnur HM í 2000 metrar inniróðri í Boston í opna bólkinum lættvekt menn.
- 20. mars - Full sólarmyrking i Føroyum og á Svalbard.
- 22. mars
- FM í bogaskjóting - Recurve: 1. Teitur Dalsgaard, 2. Absalon Hansen, 3. Eggaba Andreasen
- FM í bogaskjóting - Compound: 1. Anja Johansen, 2. Kaj Johannesen, 3. Albert Dam
- 28. mars - Pál Joensen vinnur gull í 800 metrum frí á Danish Open við tíðini 7:52.82, sum er besta tíð í heiminum higartil í ár (til 28. mars 2015) og nýtt stevnumet.
- 9. apríl - Jógvan Skorheim gerst nýggjur formaður í Sjálvstýrisflokkinum, eftir at Kári P. Højgaard óvæntað leggur frá sær.
- 11. apríl
- Jógvan Philbrow er nýggjur formaður í Pedagogfelagnum.
- FM í hondbólti: Kvinnur: Neistin vinnur finaluna móti Kyndli 20-17 og gerst greipuvinnari. Menn: VÍF vinnur finaluna móti H71 24-23 og gerst greipuvinnari.
- FM í Badminton: Benjamin Gunnarstein frá Havnar Badmintonfelag gerst føroyameistari, tá hann vinnur á Aksel Poulsen frá sama felag í tveimur settum.
- 3. mai - Maria Winther Olsen vinnur 100.000 krónur til filmframleiðslu á Spot Festivalinum í Danmark.[1]
- 21. juni - Føroyska manslandsliðið í hondbólti vinnur metsigur móti Armenia, Føroyar vunnu heili 61-9
Føðingar
Andlát
- 11. januar - Anita Ekberg, svenskur sjónleikari (f. 1931)
- 14. februar - Kári á Rógvi (f. 1973), føroyskur politikari
- 15. februar - Dan Uzan, jødiskur kurvabóltsleikari og cand.phil. (f. 1977), dripin í skotálopi í Keypmannahavn.
- 21. februar − Clark Terry, amerikanskur jazztrompetistur (f. 1920).
- 28. februar - Dorete Bloch Danielsen, føroyskur/danskur djórafrøðingur og professari (f. 1943).
- 8. mars - Sam Simon, sjónvarpsleikstjóri og sjónvarpsframleiðari (f. 1955).
- 12. mars - Sir Terry Pratchett, enskur fantasi rithøvundur (f. 1948).
- 21. mars - Jørgen Ingmann, danskur tónleikari (f. 1925)
- 18. mai - Halldór Ásgrímsson, íslendskur forsætisráðharri (f. 1947), hjartatilburður.
- 7. juni - Christopher Lee, bretskur sjónleikari (f. 1922).
- 30. august - Wes Craven, amerikanskur filmsleikstjóri (f. 1939)