Munurin millum rættingarnar hjá "Celsiusstigin"
No edit summary |
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Celsius temperature}} |
||
Linja 24: | Linja 24: | ||
{{Hitatalvur}} |
{{Hitatalvur}} |
||
{{Commonscat|Celsius temperature}} |
|||
[[Bólkur:Mátieindir]] |
[[Bólkur:Mátieindir]] |
Endurskoðan frá 1. sep 2015 kl. 06:44
Celsiusstigin verður nýttur í flest øllum londum í heiminum. Nøkur fá lond eru kortin enn, sum brúka Fahrenheitstigan. Til vísindalig endamál verður hiti máldur í kelvin.
Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °C, er máldur eftir Celsiusstiganum. Vatn frystir við 0 °C og kókar við 100 °C, tá trýstið er 1 atmosfera. Celsiusstigin er kortini ikki defineraður út frá hesum fyribrigdum longur, hann er defineraður út frá Kelvinstiganum.
Stigin er nevndur eftir svenska vísindamanninum Anders Celsius (1701–1744). Celsius gjørdi ein stiga í 1742, har hann setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Landsmaður hansara, Carl von Linné (1707–1778), broytti stigan í 1744 til tann, vit kenna í dag.
Í nógv ár var °C nevnt "degrees Centigrade" á enskum, men almenna heitið í dag er "degrees Celsius". Veðurtíðindini frá BBC skiftu frá Centigrade til Celsius í 1985.[1]
Stigaumrokning
Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin: TK = TC + 273,15.
Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius: TC = TK − 273,15.
Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius: TC = (TF − 32)/1,8.
Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit: TF = TC × 1,8 + 32.
Umrokning til eldri eindir er í greinini hitastigar. Stigaumroknarar eru eisini á internetinum.[2]
Keldur
Celsius | Fahrenheit | Kelvin | ||||||||||||
Delisle | Newton | Rankine | Réaumur | Rømer | ||||||||||
Hitastigar |