Munurin millum rættingarnar hjá "Celsiusstigin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
s Benadikt flutti síðuna Celsius til Celsiusstigin
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 23. jun 2015 kl. 00:10

Hitamálari −50 °C til +50 °C.

Celsiusstigin verður nýttur í flest øllum londum í heiminum. Nøkur fá lond eru kortin enn, sum brúka Fahrenheitstigan. Til vísindalig endamál verður hiti máldur í kelvin.

Hiti ella temperaturur er mál fyri, hvussu heitt okkurt er. Hiti, sum er givin upp í °C, er máldur eftir Celsiusstiganum. Vatn frystir við 0 °C og kókar við 100 °C, tá trýstið er 1 atmosfera.

Stigin er nevndur eftir svenska vísindamanninum Anders Celsius. Celsius setti frystipunktið á vatni til 100 stig og kókipunktið til 0 stig. Landsmaður hansara, Carl von Linné, broytti stigan til tann, vit kenna í dag.

Stigaumrokning

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til kelvin: TK = TC + 273,15.

Soleiðis rokna vit kelvin um til stig Celsius: TC = TK − 273,15.

Soleiðis rokna vit stig Fahrenheit um til stig Celsius: TC = (TF − 32)/1,8.

Soleiðis rokna vit stig Celsius um til stig Fahrenheit: TF = TC × 1,8 + 32.

Stigaumroknarar eru eisini á internetinum.[1]

Keldur

  1. http://www.rapidtables.com/convert/temperature/
Hitastigar
Celsius Fahrenheit Kelvin
  Delisle     Newton     Rankine     Réaumur     Rømer  
Hitastigar