Munurin millum rættingarnar hjá "Millumtjóða eindarskipanin"
No edit summary |
|||
Linja 158: | Linja 158: | ||
|} |
|} |
||
=== Samansettar eindir === |
=== Samansettar eindir === |
||
Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM. |
Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.[[Mynd: Kilometre definition.svg|thumb|255px|Strekkið frá ekvator til norðpólin gjøgnum París skuldi eftir ætlan vera 10 000 000 m.]] |
||
{| class="wikitable" style="background:#FDFDFD" |
{| class="wikitable" style="background:#FDFDFD" |
||
|- style="text-align: center; line-height: 22pt; background:#E8E8E8" |
|- style="text-align: center; line-height: 22pt; background:#E8E8E8" |
||
Linja 178: | Linja 178: | ||
|- |
|- |
||
| [[víddardensitetur]] || ϱ<sub>A</sub>|| kg/m<sup>2</sup>|| |
| [[víddardensitetur]] || ϱ<sub>A</sub>|| kg/m<sup>2</sup>|| |
||
|- |
|||
| [[elektrisk feltstyrki]] || ''E''</sub>|| kg m A<sup>−1</sup> s<sup>−3</sup>|| N/C = V/m |
|||
|} |
|} |
||
Endurskoðan frá 19. jun 2015 kl. 17:47
umleið 1800 1820 1840 1860 1880 1900 | 1920 1940 1960 1980 | ókent ikki samtykt |
Millumtjóða eindarskipanin, franskt Système International d'Unités, stytt SI, er tann mátieindarskipanin, sum verður brúkt í nærum øllum londum í heiminum.
SI-skipanin er frá 1960 og byggir á meturskipanina frá Meturkonvensjónini frá 20. mai 1875, sum hevur verið ásett við lóg í Norðurlondum síðani aldarskiftið 1900.
Síðani 1875 hava stovnarnir Conférence générale des poids et mesures (CGPM, luttakarar úr øllum limalondum, avgerðarrætt), Comité international des poids et mesures (CIPM, 18 valdir mátifrøðingar úr 18 londum, ráðgevar) og Bureau international des poids et mesures (BIPM, tænastustovnur) umsitið meturskipanina og seinni SI.[1]
Útbreiðsla
Í danska ríkinum varð meturskipanin samtykt við lóg nr. 124 tann 4. mai 1907 og bleiv tann einasta lógliga 1. apríl 1916. Áðrenn tað høvdu fleiri onnur lond í Evropa samtykt skipanina, Noreg við lóg[2] longu 22. mai 1875 við gyldi frá 1. juli 1882, Svøríki við lóg 22. november 1878 við gyldi frá 1. januar 1889, og Finland við lóg 16. juli 1886 við gyldi frá 1. januar 1892.
Á myndini til høgru sæst, nær ymisku londini hava tikið við meturskipanini ella SI. Í Evropa er Stóra Bretland tað landið, har mest striltið hevur verið at fáa fólk at brúka SI-eindir. Men 1. januar 2010 kom EU-direktiv 80/181/EEC[3] í gildi, sum krevur, at SI verður brukt í øllum ES.
Nú eru bara USA, Burma og Liberia eftir, sum ikki alment brúka SI. Amerikonsk universitet og vísindafólk brúka SI rættiliga nógv.
SI-eindir
Grundeindir
Stødd | Eind | |||
Heiti | Symbol | Heiti | Symbol | Orðauppruni |
longd, strekki, radius ... | l, s, r... | metur | m | forngrikskt μέτρον, métron, mát |
massi/nøgd | m | kilogram | kg | grikskt χίλιοι, khilioi, túsund, og franskt gramme = 1/24 unsa, úr grikskum γράμμα, gramma, bræv |
tíð | t | sekund | s | latínskt secunda, onnur (onnur býting av einum tíma við 60) (fyrsta býting er 1 tími = 60 min, triðja býting í 1 sekund = 60 tertiur finst enn í t.d. polskum)
|
elektriskur streymur | I | ampera | A | André-Marie Ampère (1775-1836) |
termodynamiskur temperaturur | T | kelvin | K | William Thomson, Kelvin lordur (1824-1907) |
stoffmongd | n | mol | mol | latínskt mole, nøgd |
ljósstyrki | Iv | candela | cd | latínskt candela, kertiljós |
Definisjónir
Eind | Definisjónir | |
Frá | Orðing | |
metur | 1793 | 1/10 000 000 av strekkinum millum norðpólin og ekvator eftir meridianini gjøgnum París. |
1960 | ||
1983 | longdin, sum ljós ferðast í tómrúminum í 1/299 792 458 sekund. | |
kilogram | 1793 | |
1889 | massin á millumtjóða kilogramprototypuni (ein platin-iridium-sylindari hjá BIPM, Sèvres, París). | |
sekund | miðøld | 1/86 400 av einum døgni |
1956 | ||
1967 | tíðin fyri 9 192 631 770 periodum av strálingini frá 133Cs-atominum, tá tað skiftir millum hyperfínstrukturarnar í grundstøðuni. | |
ampera | 1881 | |
1946 | støddin á einum jøvnum streymi, sum, tá hann rennur í tveimum parallellum, óendaliga longum og óendaliga tunnum leiðarum í vakum og 1 m millum teirra, ger, at leiðararnir ávirka hvønn annan við 2 × 10−7 N/m. | |
kelvin | 1743 | Celsiusstigin verður fastlagdur við, at frystipunktið á vatni er 0 °C og kókipunktið 100 °C. |
1954 | ||
1967 | 1/273,16 av termodynamiska temperaturinum, sum trippelpunktið hjá vatni við isotopsamansetingini hjá VSMOW hevur. | |
mol | 1900 | |
1967 | ein mongd líka stór sum talið av atomum í 12 g av 12C. | |
candela | 1946 | |
1979 | ljósstyrkin í ein ávísan rætning frá eini ljóskeldu, sum sendir út monokromatiskt ljós við frekvensinum 540 × 1012 Hz og við strálingsstyrkini 1/683 W/sr í henda rætningin. |
Avleiddar eindir
Symbolini fyri støddunum eru frá Dansk Standard. Tey eru ikki partar av tilráðingini frá BIPM, men eru rættiliga vanlig at brúka.
Stødd | Eind | |||||
Heiti | Symbol | Heiti | Symbol | Samanseting (grundeindir) |
Samanseting (ymsar SI-eindir) |
Orðauppruni |
vinkul | radian | rad | m/m | latínskt radius, strála | ||
rúmvinkul | steradian | sr | m2/m2 | grikskt στερεός, stereos, rúmligt, og latínskt radius, strála | ||
frekvensur/títtleiki | f | hertz | Hz | s−1 | Heinrich Rudolf Hertz (1857 -1894) | |
kraft | F | newton | N | kg m s−2 | sir Isaac Newton (1642-1726/7) | |
orka | joule | J | kg m2 s−2 | N m | James Prescott Joule (1818-1889) | |
effekt/máttur | P | watt | W | kg m2 s−3 | J/s = V A | James Watt (1736-1819) |
trýst | p | pascal | Pa | kg m−1 s−2 | N/m2 | Blaise Pascal (1623-1662) |
ljósstreymur | Φ | lumen | lm | cd sr | latínskt lumen, ljós ella op | |
belýsningsstyrki | E | lux | lx | cd sr m−2 | lm/m2 | latínskt lux, ljós |
elektrisk løðing | Q | coulomb | C | A s | Charles-Augustin de Coulomb (1736-1806) | |
elektriskt potensiali | U | volt | V | kg m2 A−1 s−3 | J/C = W/A | Alessandro G. A. A. Volta (1745-1827) |
resistansur (elektrisk mótstøða) | R | ohm | Ω | kg m2 A−2 s−3 | V/A | Georg Simon Ohm (1789-1854) |
kapasitansur | C | farad | F | A2 s4 kg−1 m−2 | Ω−1 s = As/V | Michael Faraday (1791-1867) |
magnetiskt fluks | Φ | weber | Wb | kg m2 s−2 A−1 | Wilhelm Eduard Weber (1804-1891) | |
magnetiskur flukstættleiki | B | tesla | T | kg s−2 A−1 | Wb/m2 | Nikola Tesla (Никола Тесла, 1856-1943) |
induktansur | L | henry | H | kg m2 A−2 s−2 | Ω s | Joseph Henry (1797-1878) |
konduktansur (elektrisk leiðing) | G | siemens | S | kg−1 m−2 A2 s3 | Ω−1 | Ernst Werner von Siemens (1816-1892) |
termodynamiskur temperaturur | stig Celsius | °C | K - 273,15 | Anders Celsius (1701-1744) | ||
aktivitetur | becquerel | Bq | s−1 | Antoine Henri Becquerel (1852-1908) | ||
absorberað strálingsdosa (av ioniserendi stráling) |
gray | Gy | m2 s−2 | J/kg | Louis Harold Gray (1905-1965) | |
ekvivalentdosa (av ioniserendi stráling) |
sievert | Sv | m2 s−2 | J/kg | Rolf Maximilian Sievert (1896-1966) | |
katalytiskur aktivitetur | katal | kat | mol s−1 | mol/s | katal ytiskur aktivitetur |
Samansettar eindir
Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.
Stødd | Eind | ||
Heiti | Symbol | Samanseting (grundeindir) |
Samanseting (ymsar SI-eindir)
|
vídd | A | m2 | |
rúmd | V | m3 | |
ferð | v | m/s | |
akseleratión | a | m/s2 | N/kg |
densitetur | ϱ | kg/m3 | |
massakonsentratión | ϱ, γ | kg/m3 | |
víddardensitetur | ϱA | kg/m2 | |
elektrisk feltstyrki | E | kg m A−1 s−3 | N/C = V/m |
SI-prefiks
Hevur ein brúk fyri størri ella minni eindum enn omanfyri nevndu, kann ein altíð gera nýggjar eindir við at seta eitt prefiks framman fyri SI-eindina. T.d. er eitt mannahár áleið 8o mikrometrar og miðalradius á jørðini 6 371 kilometrar.
Hóast prefiksið mikro (μ) alment er frá 1960, so hava vísindafólk brúkt tað síðani tíðliga í 20. øld.
Prefiks | Tal | Prefiks frá | |||||
Heiti | Symbol | Heiti | 1000m | 10n | Desimaltal | Ár | Orðauppruni |
jotta/yotta | Y | Kvadrillión | 10008 | 1024 | 1 000 000 000 000 000 000 000 000 | 1991 | grikskt ὀκτώ, okto, átta, frá 10008 |
setta/zetta | Z | Trilliard | 10007 | 1021 | 1 000 000 000 000 000 000 000 | grikski bókst. ζ, zeta, í forngr. ζῆτα, sept, sjey, frá 10007 | |
eksa/exa | E | Trillión | 10006 | 1018 | 1 000 000 000 000 000 000 | 1975 | grikskt ἕξ, hex, seks, frá 10006 |
peta | P | Billiard | 10005 | 1015 | 1 000 000 000 000 000 | grikskt πέντε, pente, fimm, frá 10005 | |
tera | T | Billión | 10004 | 1012 | 1 000 000 000 000 | 1960 | grikskt τέρας, teras, skrímsl |
giga | G | Milliard | 10003 | 109 | 1 000 000 000 | grikskt γίγας, gigas, kempa | |
mega | M | Millión | 10002 | 106 | 1 000 000 | grikskt μέγας, megas, stórt | |
kilo | k | Túsund | 10001 | 103 | 1 000 | 1795 | grikskt χίλιοι, khilioi, túsund |
hekto | h | Hundrað | 10002⁄3 | 102 | 100 | grikskt ἑκατόν, hekaton, hundrað | |
deka | da | Tíggju | 10001⁄3 | 101 | 10 | grikskt δέκα, deka, tíggju | |
ein / eitt | 10000 | 100 | 1 | ||||
desi/deci | d | Tíggjundapartur | 1000– 1⁄3 | 10-1 | 0,1 | 1795 | latínskt decimus, tíggjunda |
senti/centi | c | Hundradapartur | 1000– 2⁄3 | 10-2 | 0,01 | latínskt centum, hundrað | |
milli | m | Túsundapartur | 1000-1 | 10−3 | 0,001 | latínskt mille, túsund | |
mikro | µ | Millióntapartur | 1000-2 | 10−6 | 0,000 001 | 1960 | grikskt μικρός, mikros, smátt |
nano | n | Milliardtapartur | 1000-3 | 10−9 | 0,000 000 001 | grikskt νάνος, nanos, dvørgur | |
piko | p | Billióntapartur | 1000-4 | 10−12 | 0,000 000 000 001 | italskt piccolo, smátt | |
femto | f | Billiardtapartur | 1000-5 | 10−15 | 0,000 000 000 000 001 | 1964 | danskt femten fyri 10−15 |
atto | a | Trillióntapartur | 1000-6 | 10−18 | 0,000 000 000 000 000 001 | danskt atten fyri 10−18 | |
septo/zepto | z | Trilliardtapartur | 1000-7 | 10−2 | 0,000 000 000 000 000 000 001 | 1991 | latínskt septem, sjey, frá 1000-7 |
jokto/yokto | y | Kvadrillióntapartur | 1000-8 | 10−24 | 0,000 000 000 000 000 000 000 001 | grikskt ὀκτώ, okto, átta, frá 1000-8 |
Upprunalig prefiks
Tey upprunaligu prefiksini frá 1795 vóru:
Prefiks | Tal | Orðauppruni | ||||
Heiti | Symbol | Heiti | 10n | Desimaltal | Mál | Merking |
myria | ma | Tíggjutúsund | 104 | 10 000 | grikskt | μύριοι, mýrioi, tíggjutúsund |
kilo | k | Túsund | 103 | 1 000 | χίλιοι, khilioi, túsund | |
hekto | h | Hundrað | 102 | 100 | ἑκατόν, hekaton, hundrað | |
deka | da | Tíggju | 101 | 10 | δέκα, deka, tíggju | |
ein / eitt | 100 | 1 | ||||
desi/deci | d | Tíggjundapartur | 10-1 | 0,1 | latínskt | decimus, tíggjunda |
senti/centi | c | Hundradapartur | 10-2 | 0,01 | centum, hundrað | |
milli | m | Túsundapartur | 10−3 | 0,001 | mille, túsund | |
desimilli | dm | Tíggjutúsundapartur | 10−4 | 0,000 001 | decimille, tíggjutúsund |
Harafturat kundi ein brúka latínsku orðini double (dupult) og demi (helvt) sum prefiks; seinna orðið er nær skilt við "semi".
Avmarkað og útgingin prefiks
Prefiksini, sum ikki eru heil fald av 1000, t.v.s. "hekto", "deka", "desi" og "senti", eru avmarkað til nøkur fá endamál. Loyvt er at skriva 1013 hPa um lufttrýstið 101 300 Pa. Harafturímóti eigur ein ikki at skriva 101,3 hV um spenningin 10 130 V, men t.d. 10,13 kV.
Prefiksini "myria" (10 000) og "desimilli" (1/10 000) fóru úr gildi í 1960 við SI. Ein leivd av teimum er ein myriametur (tíggju kilometrar), sum verður nevnd ein míl í Noregi og Svøríki.
Áðrenn listin av prefiksum var øktur munandi í 1960 við SI, var loyvt at brúka dupult prefix sum t.d. "mikromikro" fyri 10−12, men hetta er ikki ein loyvdur skrivimáti longur.
Fyrr vórðu eisini brúkt serlig symbol fyri lítlum eindum, t.d. "μ" í staðin fyri "μm" um mikrometur, "λ" í staðin fyri "μL" um mikrolitur og "γ" í staðin fyri "μg" um mikrogramm. Hetta er sjálvandi heldur ikki loyvt longur.
Uppskot um onnur prefiks
Táverandi alisfrøðilesandi Austin Sendek hevur fyrisligið "hella" sum prefiks fyri 1027.[4] CIPM havnaði uppskotinum.
Brian C. Lacki hevur fyrisligið at halda fram í øvugtun bókastavarað eftir Z og Y við symbolunum X, W og V fyri 1027, 1030 og 1033.[5]
Eisini er fyrisligið at brúka "vectra (V)" um 1027 og "vimto (v)" um 10-27.[6]
Skrivihættir
SI-eindir verða annahvørt skrivaðar fult út við lítlum bókstavum ella við symbolinum uttan styttingarpunktum. Symbolið kann vera ein, tveir ella tríggir bókstavir, teir seinnu altíð lítlir. Symbolið er við stórum, um eindin er uppkallað eftir einum persóni. Millum tal og eind er millumrúm, møguligt prefiks verður skrivað framman fyri eind uttan millumrúm; øll verða skrivað við loddrættari skrift. Hevur talið fimm ella fleiri siffur, skulu sifrini bólkast, so allir uttan møguliga fyrsti bólkurin hava trý siffur; bólkarnir verða skildir við lítlum millumrúmi. Legg til merkis, at tað ikki longur er loyvt at skilja bólkarnar við punktum ella komma.[7] Støddir verða skrivaðar við skráskrift.
Dømi um skrivihættir | ||||||||||||
Rættir skrivimátar | Skeivir skrivimátar | |||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
p = 101 325 Pa | p = 101 325 pascal | p = 101,325 kPa | p = 101,325 kilopascal | p = 101 325 Pa | p = 101 325 Pa | 101.325 pa | 101,325 Kpa | 101 325 Pascal | ||||
s = 1,234 56 m | s = 1,234 56 metur | s = 1 234,56 mm | s = 1 234,56 millimetrar | s = 1,234 56 m | s = 1,234 56 m | 1,234 56 M | 1.234,56 MM | 1,234 56 Metur | ||||
Umax = 10 800 V | Umax = 10 800 volt | Umax = 10,80 kV | Umax = 10,80 kilovolt | U = 10 800 Vmax | Umax = 10,80 KV | 10,80 Kv | 10,80 Kilovolt | 10,80 kilo-volt |
Prefiksið er sterkari bundið til eindina enn eksponentur, tað vil til dømis siga, at 1 km2 = (1 000 m)2 = 1 000 000 m2, og at 1 km3 = (1 000 m)3 = 1 000 000 000 m3.
Eindir og prefiks kunnu hava stavseting, sum er tillagað stavsetingini í landinum. Hinvegin má symbolið ikki broytast. T.d. er "k" einasta loyvda symbolið fyri "kilo" í øllum londum, sum brúka SI, men "kilo" verður skrivað "chilo" á italskum, "quilo" á portugisiskum, "kîlo" á kurdiskum, "кило" á russiskum og "χιλιο" á grikskum.
Loyvdar ikki-SI-eindir
Alment hevur CGPM gjøgnum BIPM góðkent hesar ikki-SI-eindir[8], summar til nýtslu innanfyri serlig øki.
Eingi standardiserað symbol eru fyri sjómíl og knobb, men vanligar styttingar eru M, NM, Nm og nmi fyri sjómíl og kn fyri knobb.
Í talvuni eru nakrir fáir vanliga brúktir náttúrukonstantar, men til serlig endamál er tað sum heild loyvt at uppgeva støddir í mun til náttúrukonstantar, t.d. at ein massi er tríggjar ferðir elektrónmassan m = 3 me ella ein ferð 90% av ljósferðini í tómrúminum v = 0,9 c0.
Ein samansett eind kann gerast til einhvørja stødd, so eitt ótal av samansettum eindum eru. Niðanfyri eru nøkur dømi úr listanum frá BIPM.
Stødd | Eind | |||
Heiti | Heiti | Symbol | Umrokning | |
vinkul | stig | ° | 1° = π/180 rad | |
bogaminuttur | ' | 1' = (1/60)° = π/10 800 rad | ||
bogasekund | '' | 1'' = (1/60)' = π/648 000 rad | ||
tíð | minuttur | min | 1 min = 60 s | |
tími | h | 1 h = 60 min = 3 600 s | ||
døgn | d | 1 d = 24 h = 86 400 s | ||
longd, strekki | ångström | Å | 1 Å = 0,1 nm = 100 pm = 10–10 m | |
sjómíl | M | 1 sjómíl = 1 852 m | ||
astronomisk eind | au | 1 au = 149 597 870 700 m | ||
ferð | knobb | kn | 1 knobb = 1,852 km/h = (1852/3600) m/s | |
vídd | hektari | ha | 1 ha = 104 m2 | |
rúmd | litur | L, l | 1 L = 10-3 m3 | |
massi/nøgd | unit, dalton | u, Da | 1 u = 1 Da = 1,660 538 922 × 10-27 kg | |
tons | t | 1 t = 103 kg | ||
trýst | bar | bar | 1 bar = 1000 mbar = 100 kPa = 1000 hPa = 105 Pa | |
millimetrar kyksilvur | mmHg | 1 mmHg ≈ 133,322 Pa | ||
elektrisk løðing | elementarløðing | e | e = 1,602 176 565 × 10-19 C | |
lutfall | Bel | B | LF = 2 log(F/F0) B | 1 B = 10 dB = ln(10)/2 Np |
LP = log(P/P0) B | ||||
Neper | Np | LF = ln(F/F0) Np | 1 Np = 100 cNp | |
LP = 1/2 ln(P/P0) Np |
Referansur
- ↑ BIPM: The International System of Units (SI), 2014
- ↑ Lov om metrisk Maal og Vægt
- ↑ EU-direktiv nr. 80/181/EEC
- ↑ Physics major has a name for a really big number, Los Angeles Times 6. juli 2010
- ↑ Lacki, B. C. (2015). SETI at Planck Energy: When Particle Physicists Become Cosmic Engineers
- ↑ DigitalDan's Scientific Website - SI Prefixes
- ↑ BIPM: Formatting numbers, and the decimal marker
- ↑ BIPM: Units outside the SI