Munurin millum rættingarnar hjá "Plátuspælari"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:VictorVPhonograph.jpg|thumb|right|200px|Grammofon frá [[1907]].]]
[[Mynd:VictorVPhonograph.jpg|thumb|right|200px|Grammofon frá [[1907]].]]
[[Mynd:Portable 78 rpm record player.jpg|thumb|right|200px|Grammofon frá [[1930-árini|1930'unum]].]]
[[Mynd:Portable 78 rpm record player.jpg|thumb|right|200px|Grammofon frá [[1930-árini|1930'unum]].]]
[[Mynd:Romanian pickup1.jpg|thumb|right|200px|Plátuspælari frá [[1970-árini|1970'unum]].]]
[[Mynd:BEOGRAM_2402_02.JPG|thumb|right|200px|[[Bang & Olufsen|B&O]]-plátuspælari frá [[1981]].]]
'''Plátuspælari''' er tól, sum endurskapar ljóð úr eini langari, samanhangandi foyru á eini plátu.
'''Plátuspælari''' er tól, sum endurskapar ljóð úr eini langari, samanhangandi foyru á eini plátu.



Endurskoðan frá 10. jun 2015 kl. 11:11

Grammofon frá 1907.
Grammofon frá 1930'unum.
B&O-plátuspælari frá 1981.

Plátuspælari er tól, sum endurskapar ljóð úr eini langari, samanhangandi foyru á eini plátu.

Thomas Edison uppfann fonografin í 1877, har foyran er løgd á ein súlindara.

Í 1887 uppfann Emile Berliner gramofonina (úr forngrikskum γράφειν gráphein, skriva, og φωνή phōné, ljóð), sum trokaði fonografin burtur fyrst í 1900-talinum.

Á føroyskum verður orðið plátuspælari brúkt um nýggjari, elektrisk tól, meðan gomul tól vanliga verða nevnd við gamla heitinum grammofon.

Pláturnar hava 4 ymiskar snúðningsferðir, 78, 45, 33 ella 16 snúðningar um minuttin. Fyrst í 1900-talinum vórðu 78-plátur tær einastu. Men seinni vóru tær trokaðar burtur av 45 og 33. 16 bleiv ongantíð serliga vanligt.

78-pláturnar eru gjørdar úr skellakki, meðan 45- og 33-plátur eru gjørdar úr vinyli. Millum annað av tí at skellakk og vinyl eru sera ymisk í herðslu, skulu pláturnar hava rættiliga ymiskar nálir.

Í oktober 1982 komu feløgini Philips og Sony á marknaðin við Compact Disc, stytt CD og ofta nevnt fløga á føroyskum. Hendan mundi troka plátuna burtur síðst í 1990'unum, men plátan er blivin eitt sindur vanligari nú, enn hon var fyrst í hesi øldini.