Munurin millum rættingarnar hjá "Finskt mál"

Jump to navigation Jump to search
2 bytes tikin burtur ,  5 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
(bólkur)
s
sil = fin}}
 
'''Finskt mál''' er [[mál]]ið í [[Finnland]]i, og er minnilutamál í [[Svøríki]]. Um 5,2 milliónir fólk tala finskt <ref>http://www.fmn.fo/tungumal/tungumal.htm</ref>, sum nú er, og støðan hjá finskum er betri enn nakrantíð áður. Nú á døgum verður finskt nýtt í øllum hugsandi viðurskiftum, bæði skipaðum og óskipaðum. Tá ið [[Finnland]] fór inn í [[ES]], gjørdist finskt eitt av almennu [[mál]]unum í [[Evropasamveldið|Evropasamveldinum]]. Í [[Svøríki]] hevur finskt støðu sum alment viðurkent minnilutamál.
 
Finskt er av uralsku málættini, ein kløn og støkkin keta av [[mál]]um, sum røkkur frá eystursjóvarstrondini heilt til Jenisej-ánna og [[Taimyrhálvoy]]nna í [[Sibiria]].
Søgugongdin í finskum eftir frumfinska tíð verður býtt sundur í fimm.
 
# Fyrsta skeiðið er ''fornfinskt'' frá fyrstu túsund árunum eftir okkara tíðarrokning. Longu tá verður støði lagt undir fyrsta málføraskilnað inmálføraskilnaðin.
# NæstaAnnað mentanarsøguliga týðandi skeiðið var tað ''miðaldarfinska''. [[Miðøldin]] í [[Finnland]]i verður roknað frá umleið 1150, haðani elstu skjølini eru um finsk viðurskifti. Finnland gjørdist í [[miðøldin]]i ein partur av [[Svøríki|svenska ríkinum]] og varð lagt undir svenska lóg og svenskan stjórnarsið. Finskt hevði ikki støðu sum alment umsitingarmál og lógarmál, men hentari var í vissum førum at nýta finskt.
# Tað triðja menningarskeiðið, ''gamalt skriftfinskt'', tók við í 1540-árunum, tá ið trúbótin kom til [[Finnland]]s. Við trúbótini fylgdi tann meginregla, at fólk skuldu kunna taka Guðs orð til sín á móðurmálinum, og var einki [[skriftmál]] frammanundan, mátti tað skapast nú. [[Mikael Agricola]], sum seinni gjørdist biskupur í [[Åbo]], týddi og læt prenta tær fyrstu finsku bøkurnar. Teirra millum var [[Nýggja Testamenti]], sum kom út í [[1548]], tann týdningarmesta. Øll [[Bíblian]] varð týdd til finskt í [[1642]].
# Eitt nýtt skeið í søguni hjá finskum, ''tað eldra nútíðarfinska'', tók við í [[19. øld]]. Svøríki misti Finnland til [[Russland]]s í [[1809]] og Finnland gjørdist eitt sjálvstýrandi stórfúrstadømi undir [[Russland]]i. Umsitingarmálið var framvegis [[Svenskt mál|svenskt]]. Men reist vórðu alt meira tilvitandi krøv um, at finskt skuldi hava størri rætt. Eisini sjálvum málinum varð litið at við øðrum eygum enn áður. Tey vesturfinsku [[málføri]]ni vórðu roknað sum oyðiløgd av sterku ávirkanini frá [[Svenskt mál|svenskum]] og leitað varð eftir nýggjum fyrimyndum fyri [[skriftmál]]inum í teimum reinaru eysturmálførunum.
2,735

rættingar

Navigatiónsskrá