Munurin millum rættingarnar hjá "Hvalbiartunnilin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Topper 1 (kjak | íkøst)
sNo edit summary
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
bólkur
Linja 14: Linja 14:
== Slóðir úteftir ==
== Slóðir úteftir ==


[[Bólkur:Tunnlar í Føroyum]]
[[Bólkur:Tunlar í Føroyum]]
[[Bólkur:Hvalba]]
[[Bólkur:Hvalba]]
[[Bólkur:Suðuroy]]
[[Bólkur:Suðuroy]]

Endurskoðan frá 1. mai 2015 kl. 08:33

Hvalbiartunnilin, sæddur av Kolavegnum við Hvalba.

Hvalbiartunnilin er elsti tunnil í Føroyum. Hann varð liðugt bygdur í 1963. Tunnilin er 1450 metrar langur. Fríð hædd er 3,0 metrar, víddin á koyribreytini er 3,3 metrar.[1] Áðrenn tunnilin kom, var onki vegasamband millum bygdirnar Hvalba og Trongisvág/Tvøroyri, fólk gingu tá upp um fjøllini, og tí siga hvalbingar enn, at tey fara upp á Tvøroyri. Tunnilin var eitt stórt frambrot, tá hann kom, men 50 ár seinni er sera stór ónøgd við tunnilin, tí hann ikki hóskar til nútíðar krøv. Í Hvalba er nógv vinnuligt virksemi, og hetta verður darvað av vánaliga tunnilssambandinum. Tunnilin er ov lágur og ov smalur til at vanligir treylarar kunnu koyra í gjøgnum tunnilin. Tað er annars krav frá heilsumynduleikunum, at fiskur, sum verður virkaður á fiskavirkjum, ikki skal skipast um, men koyrast í kølibyngjum beinleiðis av flakavirkinum til sølustaðið. Men í Hvalba ber hetta ikki til, orsakað av gamla tunnlinum. Har má fiskurin umskipast, so hann sleppur gjøgnum tunnilin. Strandfaraskip Landsins keypti ein trailara, sum var serliga framleiddur bara til at koyra ígjøgnum Hvalbiartunnilin. Hesin gekk tó fyri longu undir fyrsta túrinum, og stóð óvirkin í langa tíð.

Seinastu árini hevur talið av ferðafólki sum ferðast til Hvalbiar verið økjandi, og fleiri nýggir ferðavinnuveitarar eru eisini komnir í Hvalba, eitt nú síging. Í Hvalba er enn eitt ávíst virksemi í einum av kolanámunum har, og tað er rættiliga væl dámt hjá ferðafólki. Tó er hvalbiartunnilin eisini her ein avmarking, tí stórir ferðamanna bussar kunnu ikki koyra ígjøgnum tunnilin.

Tunnilin verður dagførdur í 2009-12, eftir at kanningar vóru gjørdar í 2007-08. Í 2009-2010 var arbeitt við syðra portaløkinum. Í 2011 verður norðara portaluøkið tryggjað. Talan var um at tryggja loftið við betongi og at vatntryggja økið, hetta var millum annað gjørt við at leggja dren í loftið. [2]

Sí eisini

Keldur

  1. Landsverk.fo, Yvirlit yvir tunlar í Føroyum
  2. Landsverk.fo, Hvalbiartunnilin

Slóðir úteftir