Munurin millum rættingarnar hjá "New Hampshire"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Bazzy11 (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 14: Linja 14:
| Høvuðsstaður: || [[Concord, New Hampshire|Concord]]
| Høvuðsstaður: || [[Concord, New Hampshire|Concord]]
|-----
|-----
| Størsta býur: || [[Manchester, New Hampshire|Manchester]]
| Størsti býur: || [[Manchester, New Hampshire|Manchester]]
|-----
|-----
| Innlima: || [[21. juni]] [[1788]]
| Innlima: || [[21. juni]] [[1788]]

Endurskoðan frá 27. apr 2015 kl. 20:02

Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Concord
Størsti býur: Manchester
Innlima: 21. juni 1788
Guvernørur: Maggie Hassan (D)
Vídd: 24,217 km²
Íbúgvar (2014): 1,326,813
fyri km²: 56,8/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.nh.gov

Staturin New Hampshire (enskt: State of New Hampshire) er ein lutstatur í Sameindu Statunum við umleið 1,3 mió. íbúgvar. Concord er høvuðsstaðurin og Manchester er størsti býurin. Í norðri hevur Maine mark við Kanada (Quebec), í eystri við Maine, í suðri við Massachusetts, og í vestri við Vermont. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknavni hansara er Granittstaturin (enskt: The Granite State). Stórur partur av landi er hagi og skógur. Størsti parturin av statinum er skógur – góð 89 prosent.[1] Norðan fyri bygdina Jackson røkkur Mount Washington upp í 1917 m hædd, tað hægsta fjallið í Nýonglandi (og í New Hampshire). Landið hevur 29 kilometrar við strond í Rockingham County.

Politikkur

New Hampshire er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA; New Hampshire er annar staturin við undanvali. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir (GOP), finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í New Hampshire, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum. New Hampshire er eitt av mest konservativu statum í Nýonglandi.

Samkynt hjúnaband

1. januar 2010 samtykti stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at samkynd nú hava rætt til at giftast í statinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum mann og kvinnu, mann og mann og kvinnu og kvinnu [2]. Í New Hampshire hava samkynd eisini fingið loyvi til at adoptera. Sostatt er lógin samtykt, og samkynd kunnu nú ættleiða í New Hampshire, á jøvnum føti við hetroseksuell.

Kelda

  1. http://www.nrs.fs.fed.us/news/release/us-tree-cover
  2. http://www.gencourt.state.nh.us/legislation/2009/HB0436.html

Sí eisini

 USA