Munurin millum rættingarnar hjá "Delaware"
No edit summary |
Størsti býur, ikki størsta (kallkyn) |
||
Linja 14: | Linja 14: | ||
| Høvuðsstaður: || [[Dover]] |
| Høvuðsstaður: || [[Dover]] |
||
|----- |
|----- |
||
| |
| Størsti býur: || [[Wilmington]] |
||
|----- |
|----- |
||
| Innlima: || [[7. desember]] [[1787]] |
| Innlima: || [[7. desember]] [[1787]] |
Endurskoðan frá 27. apr 2015 kl. 06:57
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Onki |
Høvuðsstaður: | Dover |
Størsti býur: | Wilmington |
Innlima: | 7. desember 1787 |
Guvernørur: | Ruth Ann Minner (D) |
Vídd: | 6,447 km² |
Íbúgvar (2014): | 935,614 |
fyri km²: | 139/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.delaware.gov |
Staturin Delaware (enskt: State of Delaware) er ein av minstu statunum í Sameindu Statunum, men er eisini eitt av teimum vakrastu. Samlaða støddin er einans 6,452 km². Í norðri hevur hann mark við Pennsylvania, í suðri og í vestri við Maryland. Í eystri liggur Atlantshavið. Høvuðsstaðurin eitur Dover. Størsti býur er Wilmington (71,305 fólk) á eysturstrondini við Atlantshav. Næststørsti býurin er Dover. Eyknevni hansara er Hin Fyrsta Staturin (enskt: The First State). Í 1787 bleiv Delaware lutstatur í USA. Delaware var fyrsta landið í USA. Landið er eisini eitt av ríkastu statum í USA.[1] Delaware er nevndur eftir Thomas West, 3. baron “De La Warr” (1577-1618). Tann 1. jan. 2015 var íbúgvatalið 935,614. Íbúgvatættleikin í Delaware á 179/km², er hægri enn í flestu amerikansku statunum.
Delaware liggur á Delmarva-hálvoynni millum Maryland og Delaware-víkina. Í Delaware er nógv avfall um veturin, og har kann ofta vera kavi. Delaware er millum lægsta og slættasta hálvoyggin í USA. Hægsta lendið er ikki meir enn 136 m. yvir vatnskorpuni (Ebright Azimuth). Delaware plaga amerikanir at býta í 3 partar: New Castle County, Sussex County og Kent County. Landið er vakurt, langir firðir ganga inn í landið og fram við teimum eru ofta stórar skógvaksnar herðar. Áirnar eru nógvir, og av tí nógva avfalli kunna tær ofta vera heilt stríðar. Tann longsta er Delaware River (484 km).