Munurin millum rættingarnar hjá "Haile Selassie"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Skótin (kjak | íkøst)
No edit summary
Skótin (kjak | íkøst)
s Skótin moved page Hailie Selassie to Haile Selassie: Stavivilla í navninum
(Ongin munur)

Endurskoðan frá 24. mar 2015 kl. 21:52

Haile Selassie í 1953.

Haile Selassie I (28. juli 1892 - 27. august 1975), føddur Tafari Makonnen Woldemikael, var leiðari Etiopia frá 1916-1930 og keisari av Etiopia frá 1930-1974.

Á fundi við League of Nations í 1936, fanst keisarin av nýtslu av kemiskum vápnum, ið vóru nýtt ímóti fólki hansara í seinna Italska-Etiopiska krígnum. Altjóðasýn hansara hevði við sær at Etiopia varð eitt av lyklalimum Sameindu Tjóða. Kúgan hansara av uppreistrarfólki, ið vóru ímóti stýri hansara, gav honum nógvar átalur frá mannarættindafelagsskapum og søgufrøðingum.

Rastafari rørslan, ið er mett at hava ímillum 2.000-4.000 limir meta Haile Selassie at vera afturvendi Messias frá Bíbliuni. Rørslan byrjaði í Jamaika í 1930-árunum, og halda limirnir at Selassie er messiski figururin, ið fer at bera teimum ævigan frið, rættvísi og ríkidømi. Haile Selassie er ein týðningarmikil persónur bæði í etiopiskari og afrikanskari søgu.