Munurin millum rættingarnar hjá "Shanghai Cooperation Organisation"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 42 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q485207 (translate me)
Dexbot (kjak | íkøst)
s Removing Link FA template (handled by wikidata)
Linja 3: Linja 3:


[[Bólkur:Felagsskapir]]
[[Bólkur:Felagsskapir]]
{{Link FA|ru}}

Endurskoðan frá 24. mar 2015 kl. 01:33

Shanghai Cooperation Organisation (stytting: SCO) er ein felagsskapur, stovnaður í 2001. Shanghai Cooperation Organisation eitur klubburin av londum, sum hava tað til felags, at tey ikki vilja hava USA við til borðs. Teir seks limirnir í SCO eru Kina, Russland, Usbekistan, Tadjikistan og Kirgisia. Søguliga sæð hevur sam­bandið millum Russ­land og Kina altíð verið merkt av harðari kapping, sum var í hæddini undir Kalda krígnum, og nú eru russar vorðnir sera medvitandi um skjóta skiftið í vald­sbýtinum landanna millum - Kina er nú so nógvar ferðir ríkari enn Russland. Ein sera týðandi lutur í viðurskiftunum teirra mill­um er vantandi førleikin hjá pørtunum at koma til eina semju um gass. Øðru­megin er eigarin Russland, ið er heimsins størsti fram­leiðari av gassi, hinumegin Kina, sum er heimsins størsti og svangasti brúkari, og sum vil hava hendur á meira gassi. Russland er eisini ikki fegið um ætlanirnar hjá Barack Obama um at hava rakettverjustøðir í Pólland og Eysturevropa, sum skulu verja móti álop­um úr Iran, og Kina er eiheldur fegið um rakett­verjuskjøldrið, hóast stúr­anin ikki er tann sama. Kina vendir í hesum sam­bandi peikifingurin móti amerikansku rakett­verju­skipanini í ásiatiska partinum av Kyrrahavsøkinum.