Munurin millum rættingarnar hjá "Marquesasoyggjar"
s Bot: Migrating 47 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q172697 (translate me) |
s Removing Link FA template (handled by wikidata) - The interwiki article is not featured |
||
Linja 45: | Linja 45: | ||
[[Bólkur:Kyrrahavsoyggjarnar]] |
[[Bólkur:Kyrrahavsoyggjarnar]] |
||
{{Link FA|he}} |
Endurskoðan frá 24. mar 2015 kl. 01:19
Flagg (Marquesasoyggjar) |
Flagg (Frakland) |
---|---|
Land: | Frakland |
Forseti: | Nicolas Sarkozy |
Vídd: | 1049 km² |
Íbúgvar (2007): | 8 632 |
fyri km²: | 8/km² |
Hægsta fjall: | Oavefjøll (1 230 m, Ua Pu) |
Heimasíða: | www.marquises.pf |
Marquesasoyggjar (franskt: Îles Marquises ella Archipel des Marquises, marquesiskt: Te Henua Kenana ella Te Fenua `Enata) eru oyggjabólkur í Franska Polynesia í Kyrrahavinum. Marquesasoyggjar hevur bara umleið 8600 íbúgvar.
Fyrstu fólk, ið settu seg niður á Marquesasoyggjum fluttu av Sámoa um 100 f. Kr. Tá livdu tey mest av fiski, skjaldbøku og sjófugli; sum árini liðu, fóru tey eisini at dyrka jørðina. Tey bygdu sær hús á grótpallum og dyrkaðu gudar sínar í templum tætt við húsini. Marquesasoyggjar vóru fyrstu oyggjar í Polynesia, sum evropear granskaðu. Í 1567 fór spanski rannsóknarfarin Alvaro de Mendãna (1542 - oktober 1595) úr Callao í Peru í Suðuramerika at leita eftir oyggjum í Kyrrahavi. Árið eftir kom hann til Sálomonsoyggjar. Hann ætlaði at gera aðrar rannsóknarferðir og fáa fólk við sær at búseta seg á oyggjum í Kyrrahavi, tí fór hann aftur til Amerika at búgva seg út til eina rannsóknarferð afturat. Í apríl 1595 fór hann umsíðir av stað við um 380 monnum og konum innanborða. Loðsur á ferðini var portugisiski sjófarin Pedro Fernandez de Quiros (1563 - 1615). Í juli komu tey til Marquesasoyggjar, har komu tey í bardaga við tey innføddu og drupu mong teirra. So var hildið fram, og á ferðini vestureftir leitaði Mendaña til fánýtis eftir Sálomonsoyggjum, men fann tær ikki og kom at enda til Santa Cruz. Ætlanir Mendañas miseydnaðust, og áðrenn árið var úti, doyði hann og mangir skipsfelagar hansara av hitasótt.
Myndir