Munurin millum rættingarnar hjá "Tranuber"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q13181 (translate me)
OctraBot (kjak | íkøst)
s Migrated to Wikidata at d:Q13181.
Linja 24: Linja 24:
[[se:Jeaggemuorji]]
[[se:Jeaggemuorji]]
[[stq:Moasbäie]]
[[stq:Moasbäie]]
[[sv:Tranbär]]
[[uk:Журавлина болотна]]
[[uk:Журавлина болотна]]

Endurskoðan frá 20. feb 2015 kl. 02:45

Tranuber.

Tranuber (frøðiheiti - Vaccinium oxycoccus, Oxycoccus palustris) eru smá reyð ber, sum vaksa á grønum pinkurunnum við smáum, tunnum stelkum. Berini hava ein beiskan og súrligan smakk, og verða ofta brúkt til at gera saft burturúr ella til at súlta. Tey innihalda benzoesýru, sum er eitt natúrligt haldevni.

Tranuber og vatnræsisinfektión

Vatnræsisinfektión er ein plága fyri nógvar kvinnur og kann verða ring at viðgera. Vanliga verður hon viðgjørd við antibiotika fyri at drepa bakteriurnar, men ofta kemur infektiónin aftur eftir stutta tíð. Aftaná fleiri viðgerðir verða bakteriurnar mótstøðusterkar, og tí eisini sera truplar lat viðgerða.

Í undanfarnu øld funnu týskir granskarar útav, at mongdin av hippurinsýru í urininum økist um ein etur tranuber. Hippurinsýra er eitt bakteriutálmandi evni yvir fyri m.a. kolibakterium, sum eru orsøk til vatnræsisinfektión. Hetta varð seinni prógvað av amerikonsku granskarnir Blatherwick og Long.

Nýggari kanningar hava ikki verið eins sannførandi. Orsøkin til hetta er, at í nýggari kanningum verður oftast nýtt tranuberjasaft við sukur, og sukur er økir munandi um trivnaðin hjá kolibakterium.

Evnini í tranuberum forða bakteriunum í, at festa seg til kyknuveggin og nørast. Tískil kunna tranubertilskot minka munandi um sjúkuna. Annar fyrimunur við tranubertilskot er, at tranuber minkar um framleiðsluna av ammoniak. Hetta tálmar urinluktin.