Munurin millum rættingarnar hjá "Danmark"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
útbúgvingar, týddi tekstin úr donsku wp-greinini um Danmark
sNo edit summary
Linja 36: Linja 36:


== Politikkur ==
== Politikkur ==
[[Mynd:Queen_Margrethe_21-06-2005_Vágur.jpg|thumb|right|250px|[[Margrethe II]] er drotning í Danska kongaríkinum, og altso eisini í [[Føroyum]] og [[Grønland]]i.]]

Danmark er eitt av heimsins elstu [[Kongsveldi|kongaríkjum]]. Á odda fyri ríkinum stendur [[kongur]] ella [[drotning]]. Síðan [[1971]] hevur [[Margrethe II|Margrethe Drotning 2.]] verið [[drotning]]. Hon er eisini [[drotning]] í [[Føroyar|Føroyum]] og í [[Grønland]]i, sum Danmark er í [[Ríkisfelagsskapur|ríkisfelagsskapi]] við. Nú býr danska drotningin, [[Margrethe II|Margreta 2.]], á [[Amalienborg]] í [[Keypmannahavn]].
Danmark er eitt av heimsins elstu [[Kongsveldi|kongaríkjum]]. Á odda fyri ríkinum stendur [[kongur]] ella [[drotning]]. Síðan [[1971]] hevur [[Margrethe II|Margrethe Drotning 2.]] verið [[drotning]]. Hon er eisini [[drotning]] í [[Føroyar|Føroyum]] og í [[Grønland]]i, sum Danmark er í [[Ríkisfelagsskapur|ríkisfelagsskapi]] við. Nú býr danska drotningin, [[Margrethe II|Margreta 2.]], á [[Amalienborg]] í [[Keypmannahavn]].


Linja 50: Linja 50:


=== Politiskir flokkar í Danmørk ===
=== Politiskir flokkar í Danmørk ===
[[Mynd:The_Danish_Commonwealth.gif|thumb|right|250px|[[Ríkisfelagsskapur|Ríkisfelagsskapurin]]]]
[[Mynd:Queen_Margrethe_21-06-2005_Vágur.jpg|thumb|right|250px|[[Margrethe II]] er drotning í Danska kongaríkinum, og altso eisini í [[Føroyum]] og [[Grønland]]i.]]
Hesir politisku flokkar hava umboðan í Fólkatinginum. Føroyar og Grønland hava hvør sínar tveir limir. Broytingar eru framdar síðan [[Fólkatingsvalið 2011]], har nakrir fólkatingslimir hava skift flokk.
Hesir politisku flokkar hava umboðan í Fólkatinginum. Føroyar og Grønland hava hvør sínar tveir limir. Broytingar eru framdar síðan [[Fólkatingsvalið 2011]], har nakrir fólkatingslimir hava skift flokk.


Linja 109: Linja 109:


=== Regiónir í Danmørk ===
=== Regiónir í Danmørk ===
[[Mynd:Denmark_regions_label.svg|thumb|right|250px|[[Regiónir í Danmark|Regiónir í Danmørk]].]]

Danmark er býtt sundur í fimm regiónir (landslutir). Áðrenn hetta, varð Danmark býtt sundur í amt. Regiónirnar hava serliga ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum. [[Føroyar]] og [[Grønland]] eru sjálvstýrandi lond í Danska kongaríkinum.
Danmark er býtt sundur í fimm regiónir (landslutir). Áðrenn hetta, varð Danmark býtt sundur í amt. Regiónirnar hava serliga ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum. [[Føroyar]] og [[Grønland]] eru sjálvstýrandi lond í Danska kongaríkinum.


Linja 130: Linja 130:


== Mentan ==
== Mentan ==

[[Mynd:The_Danish_Commonwealth.gif|thumb|right|250px|[[Ríkisfelagsskapur|Ríkisfelagsskapið]]]]
Lego - viðgitnu, litríku byggikubbarnir, gjørdir til børn - er upprunaliga úr [[Jútland]]i, har ein snikkari og sonur hansara funnu uppá at gera teir í [[1930-árini|1930-árunum]]. Mong [[Norðurlond|norðurlendsk]] børn vita um [[Legoland]], hugtakandi legobýin, har alt er gjørt av lego. Navnið "Lego" er gjørt úr [[Danskt (mál)|donsku]] [[orð]]unum "leg" og "godt", sum merkir spæl væl.
Lego - viðgitnu, litríku byggikubbarnir, gjørdir til børn - er upprunaliga úr [[Jútland]]i, har ein snikkari og sonur hansara funnu uppá at gera teir í [[1930-árini|1930-árunum]]. Mong [[Norðurlond|norðurlendsk]] børn vita um [[Legoland]], hugtakandi legobýin, har alt er gjørt av lego. Navnið "Lego" er gjørt úr [[Danskt (mál)|donsku]] [[orð]]unum "leg" og "godt", sum merkir spæl væl.


Linja 156: Linja 156:


=== Landslag ===
=== Landslag ===
[[Mynd:Denmark_regions_label.svg|thumb|right|250px|[[Regiónir í Danmark|Regiónir í Danmørk]].]]
[[Mynd:Skagen_aka_the_skaw_northmost_point_of_denmark_6th_may_2006.jpg|thumb|left|220px|Skagen í [[Frederikshavn kommuna|Frederikshavn kommunu]].]]
[[Mynd:Skagen_aka_the_skaw_northmost_point_of_denmark_6th_may_2006.jpg|thumb|left|220px|Skagen í [[Frederikshavn kommuna|Frederikshavn kommunu]].]]
[[Mynd:Yding_skovhøj_burial_mound.JPG|thumb|left|220px|[[Yding Skovhøj]] í [[Horsens kommuna|Horsens kommunu]].]]
[[Mynd:Yding_skovhøj_burial_mound.JPG|thumb|left|220px|[[Yding Skovhøj]] í [[Horsens kommuna|Horsens kommunu]].]]

Endurskoðan frá 31. jan 2015 kl. 09:42

Kongeriget Danmark
Kongsríki Danmarkar
Flagg Danmark
(Flagg Danmark)
Skjaldarmerki Danmark
(Skjaldarmerki Danmark)
Tjóðarslagorð: Guds hjælp, folkets kærlighed, Danmarks styrke
Tjóðsangur: Der er et yndigt land
Alment mál Danskt
Høvuðsstaður Keypmannahavn
Drotning Margrethe II
Forsætisráðkvinna Helle Thorning-Schmidt
Fullveldi í forsøguligari tíð
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
43,094 km²
1,6
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
5,627,235
130/km²
Gjaldoyra Donsk króna (DKK)
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .dk
Telefonkota +45

Danmark er eitt land í Norðurevropa, Norðurlond og Skandinavia við 5,5 mió. íbúgvum. Størsi býurin og høvuðsstaðurin er Keypmannahavn. Miðallívsævin í landinum er 78,13 ár. Høvuðsmálið er danskt. Størsti landspartur i Danmørk er langa, smala nesið, Jútland, sum hevur mark ímóti Norðurtýsklandi. Eystan fyri Jútland er tað, sum eftir er av landinum; næstan fimm hundrað oyggjar, einar hundrað teirra eru bygdar. Danmørk er tað syðsta av Norðurlondum og eitt av slættastu londum í heiminum.

Fólkið

Meginparturin av fólkinum í Danmark býr í býum við strendurnar. Býirnir vórðu bygdir her, tí at havið og vøtnini vóru týdningarmiklar samferðlsuleiðir. Í flestum londum í Vesturheiminum (Europa og Norðuramerika) eru mong, ið hava eina rættiliga frílynta áskoðan á hjúnalag og húski. Henda hugsan er eisini galdandi í Danmark og í hinum Norðurlondum. Mong donsk børn vaksa nú á døgum upp hjá annaðhvørt ógiftum foreldrum, ið hava somu lógarrættindi sum gift foreldur, bara mammuni ella bara pápanum. Vanligt er eisini nú, at menninir eru uppi í øllum húsligum arbeiði, og alt fleiri og fleiri konufólk arbeiða úti. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 2,8 % av fólkinum er arbeiðsleys.

Útlendingar økja fólkatalið í Danmark; 86 prosent av fólkavøkstrinum frá 2009 til 2013 stavaði frá útlendingum [1]. 2009-2013 eru 100.000 útlendingar komnir til Danmarkar; frá 2009 til 2013 vóru útlendingar 86 prosent av øllum fólkavøkstrinum í Danmark. Í 2013 minkandi talið av íbúgvum í Danmark við 789 fólkum, um hugt verður eftir borgarum við donskum uppruna. Men tá talið av innflytarum og eftirkomarum teirra samstundis veksur, var fólkavøksturin í fjør 24.607 fólk. Tað stendur í svari frá danska innanríkisráðnum til fólkatingsnevndina fyri útlendinga- og integratiónspolitikk. Sambært svarinum, standa útlendingar fyri 86 prosentum av øllum fólkavøkstrinum upp á 115.000 frá 2009-2013.

Politikkur

Margrethe II er drotning í Danska kongaríkinum, og altso eisini í Føroyum og Grønlandi.

Danmark er eitt av heimsins elstu kongaríkjum. Á odda fyri ríkinum stendur kongur ella drotning. Síðan 1971 hevur Margrethe Drotning 2. verið drotning. Hon er eisini drotning í Føroyum og í Grønlandi, sum Danmark er í ríkisfelagsskapi við. Nú býr danska drotningin, Margreta 2., á Amalienborg í Keypmannahavn.

Minst fjórða hvørt ár skulu 179 limir veljast í fólkatingið, lóggávuting Danmarkar. Føroyingar og grønlendingar velja hvør sínar tveir. Danska stjórnin skal hava meiriluta í Fólkatinginum, annars má hon leggja frá sær. Henda mannagongdin hevur verið síðan 1901 at tryggja, at stjórnin altíð hevur meiriluta á tingi, tá ið landsins lógir verða viðtiknar. Ráðharrarnir, landspartarnir og tær 275 kommunurnar umsita lógirnar.

Danmark hevur í 2011 tað størsta skattatrýstið í Evropa. Tann seinasta uppgerðin, sum hagstovan hjá ES, Eurostat, hevur gjørt, er fyri 2011, og eftir henni var skattatrýstið í Danmark 47,7 prosent tað árið [2]. Á teimum næstu plássunum eru Svøríki, Belgia, Frakland, Finnland, Italia og Eysturríki. Í hesum londunum er skattatrýstið millum 42 og 44 prosent. Í meðal var skattatrýstið í Evropa 38,8 prosent. Danska meirvirðisgjaldið, sum er 25 prosent, er eisini tað hægsta í Evropa.

Javnrættindi

Granskarar hava mett londini eftir hvussu kvinnur hava atgongd til útbúgving, heilsu, politiska makt og pengar. 130 lond luttóku í kanningini, men Føroyar vóru ikki við. Danmark er nummar sjey á listanum. Orsøkin til at Danmark liggur so ovarliga á listanum er, at landi hevur eina góða útbúgvingarskipan, sum kvinnur og menn hava líka góða atgongd til. Danmark dumpar tó, tá tað kemur til javnstøðu um lønarinntøku. Menn fáa í miðal 20 prosent meira í løn enn kvinnur í Danmark. Saudi-Arábia, Kjad og Jemen eru ringast fyri í javnstøðukanningini. Noreg liggur ovast á javnstøðulistanum, beint framman fyri Svøríki. Á triðja plássi liggur Finnland.

Í 1933 verður lógin broytt soleiðis, at tað ikki longur er ólógligt at vera samkyndur í Danmark. Lógin kemur samstundis í gildi í Føroyum. Aldursmarkið verður sett til 21 ár. Í 1981 verður samkyndleiki alment strikað, sum ein sjúka í Danmark og somuleiðis í Føroyum [3]. Høga aldursmarkið fyri kynsligt samband millum fólk av sama kyn verður lækkað frá 21 ár til 15 ár í 1988, og er tí í dag tað sama sum hjá hinskyndum. Í 2010 fingu samkynd í skrásettum paralagi loyvi til at ættleiða børn hjá hvørjum øðrum [4]. Danmark fær kynsleyst hjúnalag í 2012 [5][6]. Møguleikin fyri at gerast sonevnd hjámamma er veruleiki, eftir at broytingin í donsku barnalógini er komin í gildi 1. desember 2013. Hetta merkir, at tann kvinnan í einum samkyndum parlagi, sum ikki er biologiska mamman, kann verða skrásett sum foreldur at barninum við barnsins føðing [7].

Politiskir flokkar í Danmørk

Ríkisfelagsskapurin

Hesir politisku flokkar hava umboðan í Fólkatinginum. Føroyar og Grønland hava hvør sínar tveir limir. Broytingar eru framdar síðan Fólkatingsvalið 2011, har nakrir fólkatingslimir hava skift flokk.

Flokkur Leiðari Tinglimir
Venstre (V) Lars Løkke Rasmussen 47
Socialdemokraterne (A) Helle Thorning-Schmidt 44
Dansk Folkeparti (O) Kristian Thulesen Dahl 22
Radikale Venstre (B) Margrethe Vestager 17
Socialistisk Folkeparti (F) Pia Olsen Dyhr 16
Enhedslisten, de rød-grønne (Ø) Kollektivur 12
Liberal Alliance (I) Anders Samuelsen 9
Det Konservative Folkeparti (C) Lars Barfoed 8
Javnaðarflokkurin Aksel V. Johannesen 1
Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen 1
Siumut Aleqa Hammond 1
Inuit Ataqatigiit Kuupik Kleist 1

Regiónir í Danmørk

Regiónir í Danmørk.

Danmark er býtt sundur í fimm regiónir (landslutir). Áðrenn hetta, varð Danmark býtt sundur í amt. Regiónirnar hava serliga ábyrgdina av sjúkrahúsverkinum. Føroyar og Grønland eru sjálvstýrandi lond í Danska kongaríkinum.

Región Høvuðsstaður Størsti býur Íbúgvar Vídd (km²) Tættleiki
(per km²)
Høvuðsstaðurin Hillerød Keypmannahavn 1,645,825 2,561 642.6
Miðjútland Viborg Århus 1,237,041 13,142 94.2
Norðurjútland Aalborg Aalborg 578,839 7,927 73.2
Sjælland Sorø Roskilde 819,427 7,273 112.7
Suðurdanmark Vejle Odense 1,194,659 12,191 97.99
Danmark Keypmannahavn Keypmannahavn 5,475,791 43,094 127.0

Mentan

Lego - viðgitnu, litríku byggikubbarnir, gjørdir til børn - er upprunaliga úr Jútlandi, har ein snikkari og sonur hansara funnu uppá at gera teir í 1930-árunum. Mong norðurlendsk børn vita um Legoland, hugtakandi legobýin, har alt er gjørt av lego. Navnið "Lego" er gjørt úr donsku orðunum "leg" og "godt", sum merkir spæl væl.

Byggisnið

Sum hini bæði skandinavisku londini og Finnland er Danmørk gitið fyri byggilist sína. Danskir byggifrøðingar nýta ofta ymiskt tilfar, tá ið teir byggja, til dømis tigulgrót, við og betong, og teir gera vøkur hús, sum hvíla væl í landslagnum. Í mongum nýggjum sethúsum hevur alstórur dentur verið lagdur á at spara orku. Sólkyknur í tekjuni vinna orku úr sólini, og húsini eru ógvuliga væl bjálvað. Danir leggja sær nær at fríðka sniðið á tí, teir gera. Húsbúnaður, glasvørur, køksbúnyttur og postalín er alt so snotiligt.

Búskapur

Sum í grannalondunum eru politisku viðurskiftini trygg, og lívskorini góð. Ídnaðurin hevur ment seg skjótt, og nú á døgum arbeiðir ein triðingur av danska fólkinum í ídnaðinum.

Danmørk er gitið fyri samvinnufeløg síni. Til tess at fylgja við í landbúnaðarmenningini og vera kappingarførir hava donsku bøndurnir verið noyddir at samstarva. Ein háttur hevur verið at eiga mjólkarvirki og svínasláturhús í felag og leggja seg eftir at selja hesar búnaðarvørur uttanlands.

Landafrøði

Fakta

Landslag

Skagen í Frederikshavn kommunu.
Yding Skovhøj í Horsens kommunu.

Danmark er eitt lágt og slætt oyggjaland. Oyggjarnar eru einar 500 í tali; av teimum eru Sæland, Fyn og Lolland størstar. Jútland er áfast við Týskland fyri sunnan; tað er annars umgirt av havi í trý borð, og slíkt land verður nevnt hálvoyggj. So lágt er lendið, at hægsti heyggjurin, Ydling Skovhøj, er ikki hægri enn 173 m. Næsthægsta plássið eitur Ejer Bavnehøj 171 m. Hóast landið er lágt, so er tað ikki slætt sum ein pannukøka. Nei, nógvastaðni eru stórir ryggir og høgar herðar, men landið hækkar so líðandi, at tú veit ikki av, fyrr enn tú ert uppi á teimum.

Undirgrundin í Danmark er ikki grót sum í Føroyum, men krit og kálk, og hetta sæst summastaðni fram við strondini; har standa kritbakkar út móti havinum. Annars er mest allastaðni sandstrond, kortini kann tað henda, at leirbakkar ganga líka út í sjóvarmálan. Í støðum kann tað vera heilt fín møl. Strondin á oyggjunum og eystursíðuni á Jútlandi er nógv vágskorin, men vestursíðan á Jútlandi er mest sum bein; har eru bert einstakir firðir, og uttan fyri fjarðmunnan gongur næstan altíð ein sandtangi. Tað ið ger, at so fá innvik eru har, er streymurin, sum rekur so hart fram við landinum, at tangarnir eru rundaðir burtur.

Summastaðni í Danmark eru stórar mómýrar; hesar mýrar hava verið vøtn fyrr í tíðini, men so eru plantur og trø rotnað niður í tey, og sum árini eru liðin, eru vøtnini upptornað. Í summum mýrum skera teir torv, og ofta hava teir tá funnið bæði vápn og aðrar gripir, ið fornøldarfólkini hava kastað út í vatnið sum offur til gudarnar. Tað hevur eisini hent seg, at teir hava funnið deyðamannalutir frá tíðini langt fyri Kristi føðing. Annars eru mýrarnar at minka, tí teir hava veitt vatnið av nógvum av teimum og velt tær undan.

Summastaðni í Jútlandi eru stórar lyngheiðar, men fyri einum 120-130 árum síðan vóru tær nógvar ferðir størri; tá fóru menn at planta furu og granntrø á heiðunum. Tey trivust, og nú eru stór strekkir avvaksin við nálatrøum. Afturat at menn fáa nyttu av sjálvum trøunum, gera tey eisini tað, at tey forða sandrokinum, sum ofta kann vera herviligt fram við vesturstrondini, at koma so langt eystur í landið. Tað var ikki sjáldan, áðrenn plantasjurnar komu, at foksandurin legðist so tjúkkur á akrarnar, at hann køvdi nálirnar. Plantasjurnar líva eisini akrunum, so vestanvindurin ikki svíður teir av, sum ofta hendi á vindsomum plássum; og á nógvum av teimum gørðunum, sum í seinnu árum eru bygdir á heiðunum, hava bøndurnir plantað trø til skjól. Summar av heiðunum, sum eftir eru, eru friðaðar.

Skógi er ikki nógv til av longur í Danmark, 1/10 partur av landinum, rokna teir við. Mest eru tað bókaskógir. Av dýrum, sum liva í skógunum, skulu vit nevna hjørtir, revar og grevlingar. Bøurin í Danmark er fyri tað mesta frálíka góður, og so slætt er lendið, at 3/4 av landinum er akur ella ong. Besta jørðin er á oyggjunum og í eystara parti av Jútlandi; har er mest leirmold, og hon ber betri korn enn sandmoldin. Eingirnar eru mest í lægdum ella fram við áunum, summar hava teir bara til beiti, men summar verða slignar. Fram við vesturstrondini av Suðurjútlandi er landið ógvuliga slætt og so lágt, at teir mugu hava gjørt langar verjugarðar móti havinum; hetta rópa teir marsk. Hann er frálíka grasgóður og besta beiti.

Útbúgvingar

Útbúgvingar í Danmark eru atkomuligar fyri allir borgarar í ríkinum. Fíggingin fer fram umvegis skatt og egingjøld. Tað eru umleið 1500 fólkaskúlar í Danmark. Sambært §76 í grundlógini so er tað ikki talan um skúlaskyldu í Danmark, men um undirvísingarskyldu[8]. Tað merkir, at øll skulu hava undirvísing frá 0-9. flokk. Undirvísingarskyldan byrjar 1. august tað árið, ið barnið fyllir 6 ár. Foreldur kunnu velja ímillum fólkaskúlan, privatskúlar og heimaundirvísing.[9] Síðan er møguleiki fyri at næmingurin kann ganga í 10. flokki, taka eina vinnuútbúgving ella eina miðnámsskúlaútbúgving (gymnasiala útbúgving). Eftir tað verður eitt stórt úrval av ymiskum útbúgvingum útbjóðaðar á ymiskum støði og innan ymiskar vinnur.

Tað eru otta fróðskaparsetur í Danmark, harav tað elsta er Københavns Universitet. Harumframt eru Aarhus Universitet, Syddansk Universitet, Aalborg Universitet og Roskilde Universitet ið øll hava fleiri fakultet, og harafturat eru Danmarks Tekniske Universitet, Copenhagen Business School og IT-Universitetið í Keypmannahavn, ið hava eitt fakultet. Professiónsháskúlar ella sonevnd university colleges eru at finna kring alt landið, umframt útbúgvingarstovnar innan tónleik, list og arkitektur.

Keldur

  1. http://jyllands-posten.dk/indland/ECE6718742/100000-flere-udlaendinge-pa-fem-ar/
  2. http://e24.no/makro-og-politikk/danmark-troner-paa-skattetoppen/20363494
  3. http://panbladet.dk/2011/01/03/30-ar-siden-homoseksualitet-fjernet-fra-sundhedsstyrelsens-sygdomsliste/
  4. http://ilga.org/ilga/en/article/mpDxTIq18X
  5. http://www.dailytelegraph.com.au/news/breaking-news/denmark-approves-gay-weddings-in-church/story-e6freuyi-1226388155168
  6. http://www.washingtonpost.com/world/europe/danish-lawmakers-approve-church-weddings-for-same-sex-couples/2012/06/07/gJQAcOAxKV_story.html
  7. http://politiken.dk/forbrugogliv/livsstil/familieliv/ECE2149076/nu-kan-to-kvinder-blive-mor-og-medmor-fra-barnets-foedsel/
  8. "Danmarks Riges Grundlov". retsinformation.dk. 1953-06-05. https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=45902#K8. Heintað 2014-02-25. 
  9. Undervisningspligt Heintað 25. mai 2013.

Sí eisini

Útvortis ávísing

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA