Munurin millum rættingarnar hjá "Valborg Heinesen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 1: Linja 1:
'''Valborg Heinesen''' (fødd 1986)<ref>[http://statletik.dk/profil.php?id=7159&sex=k statletik.dk, Valborg Heinesen -1986 - Sparta AM]</ref> úr [[Tórshavn|Havn]] er ein [[Føroyar|føroysk]] ítróttakvinna, ið serliga hevur gjørt seg galdandi innan renning. Hon hevur vunnið gull á Oyggjaleikunum í 10.000 metra renning og í hálvmaraton. Valborg hevur lisið til lækna í [[Pólland]]i frá 2007-2013 og starvast nú sum lækni á Bispebjerg Hospital.<ref>[https://www.facebook.com/valborgheinesen/about Facebook profilurin hjá Valborg Heinesen]</ref>
'''Valborg Heinesen''' (fødd [[12. november]] [[1986]])<ref>[http://statletik.dk/profil.php?id=7159&sex=k statletik.dk, Valborg Heinesen -1986 - Sparta AM]</ref> úr [[Tórshavn|Havn]] er ein [[Føroyar|føroysk]] ítróttakvinna, ið serliga hevur gjørt seg galdandi innan renning. Hon hevur vunnið gull á Oyggjaleikunum í 10.000 metra renning og í hálvmaraton. Valborg hevur lisið til lækna í [[Pólland]]i frá 2007-2013 og starvast nú sum lækni á Bispebjerg Hospital.<ref>[https://www.facebook.com/valborgheinesen/about Facebook profilurin hjá Valborg Heinesen]</ref>


== Lívsleið innan frælsan ítrótt ==
== Lívsleið innan frælsan ítrótt ==

Endurskoðan frá 31. des 2014 kl. 16:55

Valborg Heinesen (fødd 12. november 1986)[1] úr Havn er ein føroysk ítróttakvinna, ið serliga hevur gjørt seg galdandi innan renning. Hon hevur vunnið gull á Oyggjaleikunum í 10.000 metra renning og í hálvmaraton. Valborg hevur lisið til lækna í Póllandi frá 2007-2013 og starvast nú sum lækni á Bispebjerg Hospital.[2]

Lívsleið innan frælsan ítrótt

HC Andersen maraton og DM í maraton 2014 í Odense

Valborg luttók á DM í maraton, sum var hildið hin 28. september 2014 í Odense á H.C. Andersen martaton. Valborg gjørdist nummar 3 og vann harvið bronsu, hon kom á mál við tíðini 2.49.37, sum var nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Joan Bláfoss. Gott 4000 rennarar luttóku til kappingina. Valborg rann fyri felagið Sparta.[3]

  • Bronsu í DM maraton við tíðini 2.49.37, sum var nýtt føroyskt met.

DM 2014

  • Silvur í 5000 metra renning við tíðini 17.30,22 min., sum var nýtt føroyskt met. (Gamla metið átti Bjørk Herup Olsen, tað var í Princeton í apríl 2012 við tíðini 17.37,04.) Kappingin var hildin 3. august 2014.[4]

HM í hálvmaraton 2014 í Keypmannahavn

  • 29. mars 2014 setti hon nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn, tá hon kom á mál við tíðini 1.21.19. Samlað gjørdist Valborg nummar 94 av fleiri enn 8.000 kvinnum og nummar fýra í sínum bólki kvinnur 25-29 ár.

Danska vetrarkappingin í landavegsrenning 2014

  • Nr. 8 í 15 km landavegsrenning við tíðini 58.43 min. sum var nýtt føroyskt met.[5]

Oyggjaleikir 2013

  • Gull í 10.000 metrar renning við tíðini 38:01.20[6]
  • Gull í hálvmaraton við tíðini 1:25:37

Hálvmaraton í Prag 2013

  • Nr. 22 av teimum gott 2.200 kvinnunum og nr. 200 av 8600 rennarum við tíðini 1.24.18, sum var nýtt føroyskt met.[7]

Keldur

  1. statletik.dk, Valborg Heinesen -1986 - Sparta AM
  2. Facebook profilurin hjá Valborg Heinesen
  3. fif.fo - DM bronsu og føroyskt met til Valborg
  4. fif.fo - Valborg Heinesen DM-silvur og føroyskt met
  5. athletics.fo, Valborg føroyskt met á 15 km
  6. natwestislandgames2013results.com
  7. athletics.fo, Valborg Heinesen føroyskt met á ½ maratonteininum