Munurin millum rættingarnar hjá "Erling Eidesgaard"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
nýggj grein
 
Linja 20: Linja 20:
[[Bólkur:Føroysk vinnulívsfólk]]
[[Bólkur:Føroysk vinnulívsfólk]]
[[Bólkur:Føroyskir svimjarar]]
[[Bólkur:Føroyskir svimjarar]]
[[Bólkur:Tvørafólk]]
[[Bólkur:Føðingar í 1971]]
[[Bólkur:Føðingar í 1971]]

Endurskoðan frá 12. okt 2014 kl. 11:35

Erling Eidesgaard (føddur 18. september 1971) er ein føroyskur vinnulívsmaður av Tvøroyri, búsitandi í Havn.

Lívsleið

Lívsleið sum vinnulívsmaður

Erling er stjóri í fyritøkuni Dism, sum var fyrsta føroyska fyritøkan, ið framleiddi føroyskt brennivín, sum orsakað av føroysku lóggávuni tó mátti framleiðast í øðrum landi enn Føroyum, men við føroyskum vatni, sum mátti útflytast til endamálið. Øll fýra sløgini sum Dism higartil hevur framleitt, Lívsins Vatn, Havið, Baraldur og Eldvatn (akvavitt, gin og vodka) hava vunnið heiðursmerki á altjóða blindsmakkikappingum. Eitt nú vunnu øll fýra sløgini antin gull ella silvur á blindsmakking í Eysturríki í 2014, har umleið 400 sløg av brennivíni frá 30 ymiskum londum luttóku.[1]

Erling hevur fyrr verið stjóri í fyritøkuni Eitt, sum var veitari av internet tænastum. Fyritøkan legði saman við aðrari størri fyritøku og er ikki til longur.

Lívsleið innan svimjing

Erling er formaður í Havnar Svimjifelag.[2] Hann svimur í masters kappingum og børn hansara: Lív, Vár og Bartal eru aktivir svimjarar, eitt nú vann dóttirin Lív Ólavsøkusvimjingina, næstelsta dóttirin Vár gjørdist nummar tvey og Erling sjálvur gjørdist nummar fýra tá øll eru tald við, sonurin Bartal luttók eisini sum einasta mannfólk undir 25 og vann hann tí eisini tað kappingina, Erling gjørdist nummar tvey í bólkinum hjá monnum yvir 25.[3] Lív (fødd 1999) er nú á føroyska landsliðnum í svimjing.

Familja

Erling er sonur Anitu og Jóannes Eidesgaard, sum var Føroya løgmaður 2004-08. Erling er giftur við Annu Eidesgaard, tey eiga børnini Lív, Vár og Bartal.

Keldur

  1. in.fo, Stórur heiður til føroyskt brennivín
  2. havnarsvimjifelag.com, Fakta um felagið
  3. svimjing.com, Lív vann Ólavsøkusvimjingina