Munurin millum rættingarnar hjá "Sirið Stenberg"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Linja 45: Linja 45:
[[Bólkur:Løgtingslimir]]
[[Bólkur:Løgtingslimir]]
[[Bólkur:Politikarar úr Tjóðveldi]]
[[Bólkur:Politikarar úr Tjóðveldi]]
[[Bólkur:Vágbingar]]

Endurskoðan frá 11. okt 2014 kl. 10:03

Sirið Stenberg setti Jóansøkuna 2012.

Sirið Stenberg (fødd 26. mai 1968) er úr Vági og er føroyskur politikari. Hon varð vald á Føroya Løgting fyri Tjóðveldi á Løgtingsvalinum 2011 við 320 atkvøðum. Hon er eisini kommunalpolitikkari, hon varð vald í Vágs Býráð á býráðsvalinum í 2008 og tók sæti har 1. januar 2009. Sirið hevur nomið sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 1994, sum sjúkrarøktarfrøðingur í neonatalogi í 1998 og sum heilsufrøðingur í 2001. Seinastu árini hevur hon starvast sum heilsusystir í Suðuroynni.

Álitisstørv

  • Løgtingslimur 2011 -
  • Býráðslimur 2009 -
  • Limur í Føðiskipanarnevnd fyri Føroyar 2008-2011
  • Varalimur í Høvuðsbarnaverndarnevndini fyri Føroyar 2006-2008
  • Leiðari á Heilsuskúla Føroya eitt tíðarskeið 2006-2008[1]

Nevndarsessir í Løgtinginum 2011 - 2015

Nevndarsessir í Vágs Býráð

  • 2013- Forkvinna í Mentanarnevndini[2]
  • 2013- Limur í Fíggjarnevndini
  • 2008-2012 Forkvinna í Sosialu nevnd
  • 2008-2012 Limur í Mentanarnevndini[3]

Nevndarsessir í øðrum ikki kommunalum nevndum, har Vágs Býráð hevur umboð

  • Sjálvognarstovnurin Eldrasambýlið í Vági
  • Ferðslunevndin
  • Felagið Stóra Pakkhús
  • Bygginevndin fyri Ellis- og Røktarheimið

Frítíðarítriv

Sirið hevur verið virkin í Kirkjukórinum Ljómur í fleiri ár, seinastu árini hevur hon verið forkvinna í Ljómi.[4] Hon hevur eisini verið nevndarlimur í Ruth Smith Savninum í Vági.

Privat

Sirið Stenberg er gift við Jón Paula Olsen, saman eiga tey trý børn. Sirið er dóttir Ásgerð Stenberg, sum er fyrrverandi býráðslimur, og Flemming Stenberg.

Keldur

  1. Logting.fo
  2. http://vagur.fo/?page_id=30 Vagur.fo, Býráðsnevndir
  3. Vagur.fo
  4. Ljomur.com, Nevndin