Munurin millum rættingarnar hjá "Løgregla"

Jump to navigation Jump to search
4 bytes løgd afturat ,  7 ár síðan
s
ongin frágreiðing um rættingina
s
'''Løgreglufólk''' hava ymsar uppgávur. Tey taka m.a. brotsmenn, steðga bilum, ið koyra ov skjótt, og eru á varhaldi úti á gøtuni. Summi arbeiða eisini á skrivstovu. Tey kanna brotsverk og royna at avdúka brotsmenn. Løgreglan handtekur fólk, sum tey illtenkja at hava brotið lógina, ákæra tey og draga tey fyri rættin.
 
Ferðsluløgreglan hjálpir ferðsluni og ansar eftir, at fólk koyra, sum tey eiga. Ferðsluløgreglan steðgar bilum, sum koyra ov skjótt ella á annan hátt bróta ferðslureglurnar. Tey hava radara at máta, hvussu skjótt [[bilar]] og motorsúkklur koyra. Ferðslukanningar verða gjørdar ymsastaðni í [[Føroyum]] av og á, og tá steðgar løgreglan bilum og motorsúkklum. Løgreglan spyr eftir koyrikorti og kannar, um akfarið er í nóg góðum standi, og um bilstjórin møguliga hevur drukkið rúsdrekka. Tey kanna eisini, um súkklur og prutl eru í lagi. Við hvørt fara tey í skúlar at greiða frá, hvussu børn eiga at bera seg í ferðsluni.
 
Reglur um handtøku standa í rættargangslógini. Lata fólk seg ikki taka við góðum, kann løgreglan taka tey við hørðum. Í hesum arbeiði verða brúkt handjørn, [[skotvápn]], [[Hundur|hundar]] ella lurkar. Summi løgreglufólk hava væl vandar og dugnaligar hundar, sum eru lærdir at finna fólk og horvnar lutir. Summir eru servandir at snodda seg fram á [[narkotika]].

Navigatiónsskrá