Munurin millum rættingarnar hjá "Russisk formalisma"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 22 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q742779 (translate me)
sNo edit summary
 
Linja 1: Linja 1:
'''Russisk formalisma'''. Ein stevna í bókmentagransking, sum kyknaði í [[Russland]]i um [[1915]]. Fylgismenn hennara vildu fyrst og fremst rannsaka skaldverkið sjálvt sum skaldverk, t.e. heildarnøgdina av einstøkum "snildum", sum skilja skaldsligt mál frá vanligum máli. Í andstøðu móti tí leysliga í eldri bók­mentaástøði, royndu teir at fremja eina vísindaliga lýsing av skaldskapi (serliga skaldskapi í bundnum máli) sum einari serligari málnýtslu við eyðkennistáttum, sum tað bar til at eygleiða. Henda granskingin skúgvaði innihaldið í bókmentaver­ku­num til viks og kallaði sostatt fram harða atfinning frá [[marxistiskum]] kritikki, ið nýttu heitið [[Formalisma|formalismu]] sum ábreið­sluorð. Tá ið [[Stalin]] hevði tryggjað sær valdið um [[1929]], varð formalistiska stevnan bannað í [[Sovjetsamveldið|Sovjettsamveldinum]] og granskin­garmiðdepil hennara flutti seg til [[Prag]] í [[1930-árini|1930-árunum]]. Umframt ta serligu "skaldsligu málnýtsluna" (literaritet) var tað týdningarmesta hugtakið hjá stevnuni "undarliggerð": í staðin fyri at síggja [[bókmentir]]nar sum "endurspegling" av heiminum sóu [[Victor Shklovsky]] og fylgismenn hansara í [[Formalisma|formalismuni]] tær sum málsliga "avlaging" ella "undarliggerð" - [[Victor Shklovsky|Shklovsky]] nýtti [[Russiskt (mál)|russiska]] [[orð]]ið ''ostranenie'' ([[Føroyskt (mál)|fø.]]:tað at gera fremmant). Í tíðarskei­ðinum hjá [[Kekkia|kekkisku]] [[Formalisma|formalismuni]] fór [[Jan Mukarovsky]] longri við hesum hugtakinum og kom til hugtakið at "seta í forgrundina"; hervið meinast, at serlig áherðsla verður løgd á ein tátt ella egin­leika í tekstinum mótvegis øðrum minni sjónskum táttum. Sambært russisku formalismuni eru skaldverk serstøk av teirri orsøk, at tey seta sín málsliga status í forgrundina og beina á tann hátt áhugan at, hvussu tey siga okkurt, heldur enn hvat tey siga: skaldskapur í bundnum máli víkur frá gerandistalu og frá prosa við at nýta ørindislag, óvæntaðar myndburðir, stavrím og aðrar snildir til at beina áhugan at [[mál]]inum sjálvum. Í rannsóknum sínum av frásøgn (frásagnarfrøði) greindu for­malistarnir eisini munin á søgugongd og fápli. Umframt [[Victor Shklovsky|Shklovsky]] og samstarvsfelaga hansara [[Boris Eikhenbaum]] var [[Roman Jakobson]] fremstur millum russisku formalistarnar. Hann var virkin bæði í [[Moskva]] og [[Prag]], áðrenn hann kunnaði um forma­listisku teoriirnar í [[USA|Amerika]]. Ein serligur [[Russland|russiskur]] bólkur er [[Bakthin-skúlin]], sum teir hoyra til [[Mikhail Bakthin]], [[Pavlev Medvedev]] og [[Valentin Voloshinov]]; hesir hugsararnir knýttu saman tættir úr [[Formalisma|formalismu]] og [[marxismu]] í sínum frágreið­slum um málsliga margáherðslu og dialogiskan tekst. Í [[1960-árini|1960-árunum]] varnaðist [[Vesturheimurin]] av nýggjum avrikið hjá russisku formalistunum og teir fingu munandi ávirkan á hugsanirnar í strukturalismuni um [[bókmentir]] og á summi av teimum nýggjari frábrigdunum av [[marxistiskari]] bókmentagransking.
'''Russisk formalisma'''. Ein stevna í bókmentagransking, sum kyknaði í [[Russland]]i um 1915. Fylgismenn hennara vildu fyrst og fremst rannsaka skaldverkið sjálvt sum skaldverk, t.e. heildarnøgdina av einstøkum "snildum", sum skilja skaldsligt mál frá vanligum máli. Í andstøðu móti tí leysliga í eldri bók­mentaástøði, royndu teir at fremja eina vísindaliga lýsing av skaldskapi (serliga skaldskapi í bundnum máli) sum einari serligari málnýtslu við eyðkennistáttum, sum tað bar til at eygleiða. Henda granskingin skúgvaði innihaldið í bókmentaver­ku­num til viks og kallaði sostatt fram harða atfinning frá [[Marxisma|marxistiskum]] kritikki, ið nýttu heitið [[Formalisma|formalismu]] sum ábreið­sluorð. Tá ið [[Josef Stalin]] hevði tryggjað sær valdið um 1929, varð formalistiska stevnan bannað í [[Sovjetsamveldið|Sovjettsamveldinum]] og granskin­garmiðdepil hennara flutti seg til [[Prag]] í [[1930-árini|1930-árunum]]. Umframt ta serligu "skaldsligu málnýtsluna" (literaritet) var tað týdningarmesta hugtakið hjá stevnuni "undarliggerð": í staðin fyri at síggja [[bókmentir]]nar sum "endurspegling" av heiminum sóu [[Victor Shklovsky]] og fylgismenn hansara í [[Formalisma|formalismuni]] tær sum málsliga "avlaging" ella "undarliggerð" - [[Victor Shklovsky|Shklovsky]] nýtti [[Russiskt mál|russiska]] [[orð]]ið ''ostranenie'' ([[Føroyskt mál|fø.]]:tað at gera fremmant). Í tíðarskei­ðinum hjá [[Kekkia|kekkisku]] [[Formalisma|formalismuni]] fór [[Jan Mukarovsky]] longri við hesum hugtakinum og kom til hugtakið at "seta í forgrundina"; hervið meinast, at serlig áherðsla verður løgd á ein tátt ella egin­leika í tekstinum mótvegis øðrum minni sjónskum táttum. Sambært russisku formalismuni eru skaldverk serstøk av teirri orsøk, at tey seta sín málsliga status í forgrundina og beina á tann hátt áhugan at, hvussu tey siga okkurt, heldur enn hvat tey siga: skaldskapur í bundnum máli víkur frá gerandistalu og frá prosa við at nýta ørindislag, óvæntaðar myndburðir, stavrím og aðrar snildir til at beina áhugan at [[mál]]inum sjálvum. Í rannsóknum sínum av frásøgn (frásagnarfrøði) greindu for­malistarnir eisini munin á søgugongd og fápli. Umframt Shklovsky og samstarvsfelaga hansara [[Boris Eikhenbaum]] var [[Roman Jakobson]] fremstur millum russisku formalistarnar. Hann var virkin bæði í [[Moskva]] og [[Prag]], áðrenn hann kunnaði um forma­listisku teoriirnar í [[USA|Amerika]]. Ein serligur [[Russland|russiskur]] bólkur er [[Bakthin-skúlin]], sum teir hoyra til [[Mikhail Bakthin]], [[Pavlev Medvedev]] og [[Valentin Voloshinov]]; hesir hugsararnir knýttu saman tættir úr formalismu og marxismu í sínum frágreið­slum um málsliga margáherðslu og dialogiskan tekst. Í [[1960-árini|1960-árunum]] varnaðist [[Vesturheimurin]] av nýggjum avrikið hjá russisku formalistunum og teir fingu munandi ávirkan á hugsanirnar í strukturalismuni um [[bókmentir]] og á summi av teimum nýggjari frábrigdunum av marxistiskari bókmentagransking.


== Keldur ==
== Keldur ==

Seinasta endurskoðan sum var 26. sep 2014 kl. 22:54

Russisk formalisma. Ein stevna í bókmentagransking, sum kyknaði í Russlandi um 1915. Fylgismenn hennara vildu fyrst og fremst rannsaka skaldverkið sjálvt sum skaldverk, t.e. heildarnøgdina av einstøkum "snildum", sum skilja skaldsligt mál frá vanligum máli. Í andstøðu móti tí leysliga í eldri bók­mentaástøði, royndu teir at fremja eina vísindaliga lýsing av skaldskapi (serliga skaldskapi í bundnum máli) sum einari serligari málnýtslu við eyðkennistáttum, sum tað bar til at eygleiða. Henda granskingin skúgvaði innihaldið í bókmentaver­ku­num til viks og kallaði sostatt fram harða atfinning frá marxistiskum kritikki, ið nýttu heitið formalismu sum ábreið­sluorð. Tá ið Josef Stalin hevði tryggjað sær valdið um 1929, varð formalistiska stevnan bannað í Sovjettsamveldinum og granskin­garmiðdepil hennara flutti seg til Prag í 1930-árunum. Umframt ta serligu "skaldsligu málnýtsluna" (literaritet) var tað týdningarmesta hugtakið hjá stevnuni "undarliggerð": í staðin fyri at síggja bókmentirnar sum "endurspegling" av heiminum sóu Victor Shklovsky og fylgismenn hansara í formalismuni tær sum málsliga "avlaging" ella "undarliggerð" - Shklovsky nýtti russiska orðið ostranenie (fø.:tað at gera fremmant). Í tíðarskei­ðinum hjá kekkisku formalismuni fór Jan Mukarovsky longri við hesum hugtakinum og kom til hugtakið at "seta í forgrundina"; hervið meinast, at serlig áherðsla verður løgd á ein tátt ella egin­leika í tekstinum mótvegis øðrum minni sjónskum táttum. Sambært russisku formalismuni eru skaldverk serstøk av teirri orsøk, at tey seta sín málsliga status í forgrundina og beina á tann hátt áhugan at, hvussu tey siga okkurt, heldur enn hvat tey siga: skaldskapur í bundnum máli víkur frá gerandistalu og frá prosa við at nýta ørindislag, óvæntaðar myndburðir, stavrím og aðrar snildir til at beina áhugan at málinum sjálvum. Í rannsóknum sínum av frásøgn (frásagnarfrøði) greindu for­malistarnir eisini munin á søgugongd og fápli. Umframt Shklovsky og samstarvsfelaga hansara Boris Eikhenbaum var Roman Jakobson fremstur millum russisku formalistarnar. Hann var virkin bæði í Moskva og Prag, áðrenn hann kunnaði um forma­listisku teoriirnar í Amerika. Ein serligur russiskur bólkur er Bakthin-skúlin, sum teir hoyra til Mikhail Bakthin, Pavlev Medvedev og Valentin Voloshinov; hesir hugsararnir knýttu saman tættir úr formalismu og marxismu í sínum frágreið­slum um málsliga margáherðslu og dialogiskan tekst. Í 1960-árunum varnaðist Vesturheimurin av nýggjum avrikið hjá russisku formalistunum og teir fingu munandi ávirkan á hugsanirnar í strukturalismuni um bókmentir og á summi av teimum nýggjari frábrigdunum av marxistiskari bókmentagransking.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]