Munurin millum rættingarnar hjá "Hans Egede"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 25 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q281763 (translate me)
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
bólkur
Linja 9: Linja 9:
[[Bólkur:Danir]]
[[Bólkur:Danir]]
[[Bólkur:Norskir prestar]]
[[Bólkur:Norskir prestar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1686]]
[[Bólkur:Andlát í 1758]]

Endurskoðan frá 16. jul 2014 kl. 00:53

Hans Egede málaður av Johan Horner.

Hans Egede (1686-1758) eisini kendur sum hin grønlendski trúðboðarin, var prestur og missionerur í tí danska og norska ríkinum. Hann varð føddur og uppvaksin í norður Noregi. Foreldur hansara vóru danski embætismaðurin Povel Hansen Egede og norska Kirsten Jensdatter Hind. Hann giftist í ár 1707 við Gertrud Rasch sum hann møtti í Grønlandi, og í 1737 við donsku Mettea Dau.

Hans Egede var prestur í Lofoten í Noreg tá hann hoyrdi um Norðbúgvarnir ið høvdu sett seg niður í Grønlandi og sum man síðani ikki hevði hoyrt nakað fra í fleiri ár. Í 1721, bað hann Frederik IV um loyvið til at fara til Grønlands og byrja missionsarbeiði har, tí hann roknaði við at norðbúgvarnir enn vóru katolikkar. Frederik kongur gav honum partvíst loyvið til at endurseta hjálanda rættindir í oynni. Hann leitaði eftir víkingum í Grønlandi í 1721, men fann teir ikki. Hann fann tó inuitarnir og byrjaði at missionera teirra millum. Hann grundleðgi Godthåb, tað sum nú er Nuuk, sum í dag er høvuðsstaðurin í Grønlandi. Í 1724 fingu allir Evropearir boð um at fara úr Grønlandi men Hans Egede og kone hansara valdu at verða verðandi. Í 1733 doyði kona hansara av sótt. Hans Egede varð verðandi í Grønlandi til 1736 og tá hann fór lat hann son sín Paul Egede verða eftir. Við sær til Danmarkar tók hann sínar døtrar og sín son Niels Rasch Egede sum seinni grundleðgi koloniðina Egedesminde. Í 1740 varð hann valdur til biskup yvir Grønland. Hann fekk útgivið eina katekismus til brúks í Grønlandi í 1747. Uttanfyri Nuuk stendur í dag ein stór standmynd av Hans Egede ið lítur útyvur havið.