Munurin millum rættingarnar hjá "Mikkjal á Ryggi"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 18: Linja 18:
==Kelda==
==Kelda==
* ''Løgtingið 150 - Hátíðarrit''. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 345 ([http://www.logting.fo/Ymiskt/Løgtingssøgan%202.pdf PDF-Download])
* ''Løgtingið 150 - Hátíðarrit''. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 345 ([http://www.logting.fo/Ymiskt/Løgtingssøgan%202.pdf PDF-Download])
* [http://www.sangtekstir.com/mikkjal-a-ryggi/ Føroyskir Sangtekstir]


{{DEFAULTSORT:Ryggi, Mikkjal á}}
{{DEFAULTSORT:Ryggi, Mikkjal á}}

Endurskoðan frá 7. jun 2014 kl. 23:25

Mikkjal á Ryggi.

Mikkjal Dánjalsson á Ryggi (f. 17. oktober 1879 í Miðvági - d. 20. oktober 1956 í Tórshavn) var lærari búsitandi í Gásadali. Foreldur: Dánjal Pauli Michelsen og Maren Margrethe Petersen (1856-1897). Hann var føddur í Miðvági. Hann fór, ungur, tveir vetrar til Danmarkar á fólkaháskúla. Hóast hann ikki var læraralærdur, starvaðist hann í mong ár sum lærari. Hann var virkin í politikki, bæði í sóknarstýrinum og í løgtinginum, har hann umboðaði Sjálvstýrisflokkin í 1920-árunum.

Rithøvundastarv hansara fevnir millum annað um yrkingar, sálmaskaldskap, bygdarsøgu og skúlabøkur. Hann var okkara ídnasta sálmaskald. Hann skrivaði fyrstu føroysku bygdarsøguna. Hann lýsti arbeiðslívið bæði á sjógvi og landi. Hansara tokki til náttúruna sást aftur í skúlabókum um dýra og fuglalívið – umframt í hansara landalæru og í sálmum hansara og sangum yvirhøvur. Yrkingin Lítla hara stóð í savninum „Yrkingar,“ sum kom út í 1954.

Álitisstørv

Útgivið

  • 1926 - Landalæra I (saman við A. Thomsen).
  • 1935 - Dýralæra I.
  • 1940 - Miðvinga søga.
  • 1951 - Fuglabókin.
  • 1954 - Yrkingar.

Kelda