Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
s EileenSanda moved page Núverandi hendingar to Wikipedia:Núverandi hendingar: Tann danska greinin eitur byrjar við Wikipedia: so tað eigur henda nokk eisini at gera.
2013
Linja 7: Linja 7:
*Framtíðar hendingar verða ikki tiknar við her.
*Framtíðar hendingar verða ikki tiknar við her.


== Hendingar ==
== Hendingar í 2014 ==
=== Januar ===
=== Januar ===
* [[4. januar]] - Stór leiting varð sett í verk á sjónum við eystaru síðu av [[Eysturoy]]nni og aðrar staðir har um leiðir, fyri at finna líkið av 20 ára gamla Rana í Billustovu úr [[Oyndarfjørður|Oyndarfirði]], sum hvarv eftir eina ferðsluvanlukku hin [[28. desember]] [[2013]]. Roknað var við, at Rani var við í bilinum sum fór útav vegnum og koyrdi í Rættargjógv við Oyndarfjørð. Tað vóru sjálvboðin, ið tóku stig til leitingina henda dagin, men almennu bjargingarmyndugleikar úr Føroyum luttóku eisini í stóru leitingini. Leitingin gav eisini úrslit. Eitt lík varð funnið innast í Rættargjógv kl. 13.44 og leitingin helt tí uppat. Umleið 70 bátar og 400 fólk úr øllum landinum luttóku í leitingini. Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá millum øðrum bjargningarbátunum Lív, Ziska og Sverri. Tyrla luttók eisini í leitingini.
* [[4. januar]] - Stór leiting varð sett í verk á sjónum við eystaru síðu av [[Eysturoy]]nni og aðrar staðir har um leiðir, fyri at finna líkið av 20 ára gamla Rana í Billustovu úr [[Oyndarfjørður|Oyndarfirði]], sum hvarv eftir eina ferðsluvanlukku hin [[28. desember]] [[2013]]. Roknað var við, at Rani var við í bilinum sum fór útav vegnum og koyrdi í Rættargjógv við Oyndarfjørð. Tað vóru sjálvboðin, ið tóku stig til leitingina henda dagin, men almennu bjargingarmyndugleikar úr Føroyum luttóku eisini í stóru leitingini. Leitingin gav eisini úrslit. Eitt lík varð funnið innast í Rættargjógv kl. 13.44 og leitingin helt tí uppat. Umleið 70 bátar og 400 fólk úr øllum landinum luttóku í leitingini. Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá millum øðrum bjargningarbátunum Lív, Ziska og Sverri. Tyrla luttók eisini í leitingini.
Linja 78: Linja 78:
==== Talv ====
==== Talv ====
* [[18. apríl]] - [[Høgni Egilstoft Nielsen]] úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Bróðir hansara [[Rógvi Egilstoft Nielsen]] gjørdist nummar tvey, meðan [[Hans Kristian Simonsen]] gjørdist nummar trý.
* [[18. apríl]] - [[Høgni Egilstoft Nielsen]] úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Bróðir hansara [[Rógvi Egilstoft Nielsen]] gjørdist nummar tvey, meðan [[Hans Kristian Simonsen]] gjørdist nummar trý.

== Hendingar ==
* [[15. apríl]] - [[Bumbuatsókn í Boston|Tvær bumbur brustu tætt við málstrikuna, meðan Boston Maraton var í gongd]]. Minst tvey fólk doyðu og fleiri vóru løstaði.
* [[17. mai]] - [[Jacob Vestergaard]], landsstýrismaður í fiskimálum, fær handa ætlanarskriv frá ES um ætlaðar handilsforðingar móti Føroyum.
* [[28. august]] - Handilstiltøk hjá ES mótvegis Føroyum sett í gildi. Danskar havnir og aðrar ES havnir blivu stongdar fyri føroyskum skipum við sild og makreli og allur innflutningur av sild og makreli úr Føroyum er bannaður.
* [[5. september]] valdi løgmaður, [[Kaj Leo Johannesen]], at loysa [[Kári P. Højgaard|Kára P. Højgaard]] úr starvinum sum innlendismálaráðharri, eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóðst eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum, ið komu út til fjølmiðlarnar.
* [[2. november]] - [[Gerhard Lognberg]] varð koyrdur úr [[Javnaðarflokkurin|Javnaðarflokkinum]].
* [[20. november]] - Ein 61-ára gamal maður í Havn varð funnin deyður, hann varð myrður. Ein 68-ára gamal maður varð skuldsettur fyri morðið.
* [[26. november]] - Ein avgustur (spermur) varð tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir, eftir at fýra avgustar høvdu svomið har nærhendis í nakrar dagar. Tveir av hvalunum doyðu, og tann eini av teimum varð so tikin upp við Hvalastøðina. Tá [[Bjarni Mikkelsen]], lívfrøðingur, skuldi seta hol á avgustin, so brast hann. [[Bjarki Thomsen]], sum starvast hjá [[Kringvarp Føroya|Kringvarpi Føroya]] tók uppá film, sum seinni sama dag varð vístur í [[Dagur og vika|Degi og viku]] og lagdur á heimasíðuna hjá Kringvarpinum sama kvøld. Filmsbrotið ferðaðist kring heimin og sera nógv fólk hugdu at filmsbrotinum.
* [[14. desember]] og [[15. desember]] - Tvær ódnir raktu Føroyar innanfyri eitt døgn. Fyrra ódnin byrjaði um leygarkvøldið hin 14. desember, og longu dagin eftir herjaði ein onnur ódn, sum var uppaftur verri enn hin fyrra. Hon byrjaði seinnapartin sunnudag hin 14. desember og herjaði til miðnátt. Fleiri hundrað skaðfráboðanir vóru og streymurin fór nógvastaðni norðanfjørðs í fleiri tímar.
* [[28. desember]] - Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í [[Oyndarfjørður|Oyndarfirði]] onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin [[4. januar]] [[2014]] kl. 13.44.

=== Mentan ===
==== Mentanarvirðislønir ====
* [[19. september]] - [[Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens]] og [[Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs]] vóru handaðar. [[Katrin Ottarsdóttir]] fekk virðislønina fyri fagrar bókmentir fyri yrkingasavnið ''Eru koparrør í himmiríki?'', [[Poul Jespersen]] fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir fyri skúlabókina ''Rúmdin''. [[Turið Sigurðardóttir]] fekk virðislønina fyri Annað mentanarligt avrik, fyri hennara arbeiði við at týða bøkur til føroyskt. [[Rakel Helmsdal]] og [[Hilmar Joensen]] fingu [[Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs]].
* [[11. desember]] - [[Dávur Djurhuus]] fekk føroysku filmsvirðislønina Geytan fyri filmin ''Terminal'', meðan [[Jónfinn Stenberg]] fekk Áskoðaravirðislønina fyri filmin ''Munch''.

=== Ítróttur ===

==== Fótbóltur ====
*[[4. apríl]] - [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|Føroyar]] - [[Montenegro]] 3-3 (kvinnur), málini hjá Føroyum gjørdu [[Heidi Sevdal]] (2) og [[Íðunn Magnussen]] (1).
*[[6. apríl]] - [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|Føroyar]] - [[Litava]] 1-0 (kvinnur), málið hjá Føroyum gjørdi [[Rannvá B. Andreassen]]
*[[9. apríl]] - [[Føroyar, A-landsliðið í fótbólti hjá kvinnum|Føroyar]] - [[Georgia (land)|Georgia]] 2-1 (kvinnur), málini hjá Føroyum gjørdi [[Heidi Sevdal]].

==== Svimjing ====
*[[14. desember]] - [[Pál Joensen]] vann silvur á 1500 metrar frí á [[2013 EM í svimjing á stuttgeil (25 m)|EM á stuttgeil 2013]] í [[Herning]].

==== Renning ====
*[[31. oktober]] til [[5. november]] rann tá 50-ára gamli [[Marlon Kjærbo]] 133 km úr [[Klaksvík]] til [[Vágur|Vágs]], har hann vitjaði allir kappingarhylar í Føroyum, tók nakrir dropar úr hvørjum hyli, sum hann so skal stoyta í langhylin í Vági, sum væntandi skuldi byggjast liðugt í 2014. Talan var um stuðulsrenning. Marlon er formaður fyri Suðuroyar Svimjifelag (Susvim).
*[[13. desember]] - [[Pól Sundskarð]] rann 118 km úr [[Gásadalur|Gásadali]] til [[Viðareiði]]s, hann rann um náttina, veðrið var ikki til vildar, men hann gjøgnumførdi túrin. Næstu tveir dagarnar eftir túrin herjaðu tvær ódnir í Føroyum.



[[Bólkur:{{CURRENTYEAR}}]]
[[Bólkur:{{CURRENTYEAR}}]]
[[Bólkur:2013]]

Endurskoðan frá 1. jun 2014 kl. 17:07

Her ber til at lesa um núverandi hendingar.

Mannagongdir

  • Her kan lesast og skrivast um aktuellar hendingar ella hendingar ið nýliga hava verið.
  • Minst til at slóða til greinir á Wikipedia, tá tú skoytir eina hending uppí.
  • Nýt vinarliga ta lítlu rætta ella rætta wikitekst omanfyri tekstin, tá tú skalt rætta.
  • Framtíðar hendingar verða ikki tiknar við her.

Hendingar í 2014

Januar

  • 4. januar - Stór leiting varð sett í verk á sjónum við eystaru síðu av Eysturoynni og aðrar staðir har um leiðir, fyri at finna líkið av 20 ára gamla Rana í Billustovu úr Oyndarfirði, sum hvarv eftir eina ferðsluvanlukku hin 28. desember 2013. Roknað var við, at Rani var við í bilinum sum fór útav vegnum og koyrdi í Rættargjógv við Oyndarfjørð. Tað vóru sjálvboðin, ið tóku stig til leitingina henda dagin, men almennu bjargingarmyndugleikar úr Føroyum luttóku eisini í stóru leitingini. Leitingin gav eisini úrslit. Eitt lík varð funnið innast í Rættargjógv kl. 13.44 og leitingin helt tí uppat. Umleið 70 bátar og 400 fólk úr øllum landinum luttóku í leitingini. Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá millum øðrum bjargningarbátunum Lív, Ziska og Sverri. Tyrla luttók eisini í leitingini.
  • 10. februar - Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi formaður Sambandsfloksins, boðaði frá alment, at hon hevði meldað seg úr Sambandsflokkinum, tí hon var ónøgd við fleiri viðurskifti, og at hon kendi so illa sín flokk aftur. Eitt nú meinti hon ikki, at ein maður sum hevur snýtt í tolli, skal vera landsstýrismaður.

Februar

  • 10. februar - Gerhard Lognberg gjørdist limur í Sambandsflokkinum, eftir at hann hevur verið uttanflokka tingmaður í gott tríggjar mánaðar síðan Javnaðarflokkurin avgjørdi at koyra hann úr flokkinum. Harvið vaks Sambandsflokkurin frá 8 til 9 tingfólk, so nógv tingfólk hevði hann ikki havt síðan 1932.
  • 14. februar - Føroyski stuttfilmurin Vetrarmorgun, sum Sakaris Stórá úr Skopun hevur leikstjórnað, vann altjóða filmsvirðisløn á Berlin Filmfestivalinum 2014 í bólkinum GENERATION 14PLUS, virðislønin verður á enskum nevnd The Special Prize of the Generation 14plus International Jury og var á 2500 Evro (umleið 18.000 krónur). Ingun í Skrivarastovu framleiddi filmin, Mikael Blak og Hanus G. Johansen gjørdu tónleikin, høvuðsleiklutirnir spældu Armgarð Mortensen og Helena Heðinsdóttir.
  • 15. februar - Sjónleikurin Tóm rúm varð frumframførdur á Tjóðpalli Føroya. Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði leikhandritið, Eyðun Johannessen leikstjórnaði, tey leikandi vóru eitt nú: Annika Johannessen, Annika Hoydal, Annfinnur Heinesen, Hjálmar Dam og Nicolaj Falck. Tónleikin hevur Tróndur Bogason gjørt, sangin hava Eivør Pálsdóttir og Ólavur Jákupsson lagt rødd til. Tróndur Bogason, Jóhannes Andreasen, Ólavur Olsen, Angelika Nielsen, Andrias Restorff og Jón McBirnie hava spælt tónleikin inn. Vígdis Hentze Olsen stóð fyri koreografiini.
  • 25. februar - Eitt óhapp hendi í Klaksvík. Slættaberg sigldi á Ågot, sum lá við bryggjuna við Norðborg við fullari last. Ongin persónskaði hendi. Ågot fór at leka illa, men tað eydnaðist at tetta lekan. Ågot og Slættaberg blivu liggjandi í nakrar dagar, har Slættaberg hevði stevni inni í lastini á Ågot, men dagin eftir eydnaðist tað at fáa skipini leys av hvørjum øðrum. Ågot bleiv seinni sleipaður til bedingina hjá Klaksvíkar Skipasmiðju.

Mars

  • 1. mars - 22 ára gamli pianisturin Mattias Kapnas vann fyrstu Stella Polaris tónleikakappingina, sum Musikkskúlin skipaði fyri. Nummar tvey gjørdist guitarspælarin Alvi Joensen og nummar trý varð Heiðrun Petersen, violin. Fyrsta virðislønin er á 25.000 krónur, onnur á 10.000 krónur og triðja virðislønin er á 5.000 krónur. Eisini vóru virðislønir lætnar í aldursbólkinum upp til 12 ár og í aldursbólkinum upp til 18 ár. Kappingina fyri tónleikarar undir 18 ár vunnu Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Aksel Remmel. Vár Iversen Lindenskov varð nummar eitt hjá luttakarunum undir 12 ár.
  • 12. mars - ES, Norra og Føroyar undirskrivaðu avtalu um at skipa fiskiskapin eftir makreli í Norðuratlantshavinum í fimm ár. Føroyar fingu 12,6 prosent av heildarkvotuni, sum svaraðu til 156 túsund tons.
  • 28. mars - Mikkalina Norðberg vald sum ársins íverkseti á íverksetaradegnum í fabrikkini hjá Østrøm í Havn.

Apríl

  • 4. apríl - Tey fýra sløgini hjá føroysku fyritøkuni Dism fingu øll heiðursmerkir á World-Spirits Awards 2014 í Eysturríki. Eldvatn fekk gull fyri vodka, Baraldur fekk gull í ginni og Lívsins Vatn og Havið fingu ávikavist gull og silvur í akvavitti.
  • 10. apríl - Løgtingið samtykti einmælt uppskotið um at stovna eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnulin. Tunnlarnir verða mettir at kosta góðar tvær milliardir krónur. Eysturoyartunnulin eina milliard og 50 milliónir krónur, og Sandoyartunnulin verður mettur at kosta 860 milliónir krónur. Sambært uppskotinum verður koyrandi bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021. Eysturoyartunnulin verður bygdur fyrst.
  • 16. apríl - Suðurkoreanska ferðmannaskipið Sewol við 476 fólkum umborð sakk 2,7 kilometrar frá Seogeochado-oynni í Suðurkorea. 325 av ferðafólkunum vóru 16-17 áragamlir skúlanæmingar, ið vóru á veg til oynna Jejo-do á eina 4-daga langa skúlaútferð. 150 fólk eru deyð, 152 ferðafólk eru ikki funnin eina viku eftir vanlukkuna og 174 fólk eru bjargaði á lívi.

Mai

  • 25. mai - Arne Vatnhamar kom sum fyrsti føroyingurin nakrantíð upp á Mount Everest, sum er heimsins hægsta fjall.
  • 28. mai - Andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi við flokksformonnunum Høgna Hoydal úr Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen úr Javnaðaflokkinum, Kára P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum og Poul Michelsen úr Framsókn, løgdu fram misálit á Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum, sum var fíggjarmálaráðharri. Misálitið kom eftir at tað sonevnda Tollmálið í longri tíð hevði verið nógv frammi í fjølmiðlunum. Fjølmiðlar settu ljós á, hvat ið var farið fram fyri meira enn 20 árum síðan, tá Jørgen Niclasen var stjóri í familjufyritøkuni P/F N. NIclasen í Sørvági og seldi ótollaða vøru. Misálið fall við 16 atkvøðum fyri og 17 ímóti. Tríggir samgongulimir atkvøddu tó fyri uppskotinum, teir vóru sambandsmenninir Reimund Langgaard og Helgi Abrahamsen og formaður Miðfloksins Jenis av Rana.

Ítróttur í 2014

Fótbóltur, menn

Fótbóltur, kvinnur

Hondbóltur

  • 8. januar - Kyndil vann báðar steypafinalurnar í hondbólti. Kvinnurnar vunnu 19-14 móti Neistanum og menninir vunnu 22-20 móti KÍF.
  • 19. apríl - Kyndil vann finaluna hjá kvinnum móti VÍF, tær vunnu 14-12, meðan KÍF vann finaluna hjá monnum móti VÍF við 27-26 sigri.
  • 25. mai - Føroyar U20 hondbóltslandsliðið hjá monnum vann finaluna í European IHF Trophy hondbóltskappingini í Andorra. Føroyar vunnu 34-25 móti Georgia.

Svimjing

  • 7. mars, 8. mars og 9. mars luttók Krista Mørkøre á Danish Open 2014 fyri svimjarar ið bera brek, og har vann hon 1 gull, 2 silvur og 2 bronsu heiðursmerki og setti 7 persónlig met.
  • 27. mars - Pál Joensen vann silvur í 400 m frí á langgeil á Danish Open við tíðini 3:51.45.
  • 29. mars Cecilia Wigant Eysturdal setti nýtt føroyskt met í 1500 m frí á langgeil við tíðini 17:51.83 á Danish Open.
  • 30. mars - Pál Joensen vann gull á Danish Open á langgeil í 1500 m frí við tíðini 15:12.20 min.
  • 30. mars - Magnus Jákupsson vann gull á Danish Open á langgeil í 50 m rygg við tíðini 26.32 sek.
  • 30. mars - Óli Mortensen úr Havn (føddur 1996) svam á Danish Open 1500 m frí við tíðini 15:59.02 min., sum var nýtt føroyskt juniormet, hann svam næstskjótast í riðlinum. Hann átti sjálvur gamla metið á 16:08.20. Í 1500 frí er beinleiðis finala, tvs. teir sum hava bestu tilmeldingartíðir svimja í skjótasta riðli sum nevnist beinleiðis finala, har eru 8 pláss. Óli svam ikki í skjótasta riðlinum, men hann svam somikið skjótt, at hann gjørdist nummar 6 av øllum.
  • 30. mars - Astrið Foldarskarð svam 50 m firvald á Danish Open við tíðini 28.29, sum var nýtt føroyskt met
  • 12. apríl - Pál Joensen vann gull í 1500 m. frí finaluni í Cup Eindhoven. Tíðin hjá Páli var 15.19.20
  • 18. mai - FM í svimjing varð hildið í Havn. Ársins svimjari hjá monnum varð Pál Joensen, ársins svimjari hjá kvinnum var Emma Festirstein Nystrøm. Pál Joensen fekk flest FINA stig, 823 stig í 800 m frí. Sára R. Nysted varð kosin ársins stjørnuskot hjá kvinnum, meðan Róland Toftum varð kosin ársins stjørnuskot hjá monnum. Trý føroysk met vóru sett, Ásbjørg Hjelm, Emma Festirstein Nystrøm og Susvim Harrar settu metini.

Renning

  • 29. mars - Valborg Heinesen setti nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn, tá hon kom á mál við tíðini 1.21.19. Samlað gjørdist Valborg nummar 94 av fleiri enn 8.000 kvinnum og nummar fýra í sínum bólki kvinnur 25-29 ár.
  • 29. mars - Marnar Djurhuus setti nýtt føroyskt met í HM í hálvum maraton í Keypmannahavn. Hann tók 25-ára gamla metið hjá Absalon Hansen.

Innirógving

  • 12. apríl - Havnamaðurin Martin Berg gjørdist íslendskur meistari í inniróðri. Hann róði í bólkinum tungvekt, og kappaðist á 2000 metrum. Hann kom á mál við tíðini 6.08.5, sum var nýtt íslendskt met. Orsakað av, at Martin Berg hevur íslendskar røtur, verður metið skrásett.

Borðtennis

  • 4. mai - Henrietta Nielsen, Anna Mikkjalsdóttir og Durita F. Jensen luttóku í HM-kapping í borðtennis fyri lið í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo. Tær endaðu nummar 77 út av 96 luttakandi londum. Henrietta Nielsen, sum spælir við týska Flensborg TSB, vann sjey dystir. 15 ára gamla Durita F. Jensen vann tveir dystir, meðan eitt ár eldri Anna Mikkjalsdóttir ongan dyst vann, men tó var ógvuliga tætt við. Hetta var fyrstu ferð, at Durita og Anna vóru við í HM.
  • 12. apríl - Durita Jensen vann FM í borðtennis, einmansleiki hjá kvinnum, bert 15 ára gomul. Hon vann finaluna móti Annu Mikkjalsdóttir 3-0, settmunurin var 14-12, 11-6 og 11-4.
  • 12. apríl - Fróði F. Jensen úr Tvøroyrar Borðtennisfelag vann FM í einmansleiki hjá monnum. Hann vann finaluna móti Peter Niclasen, sum vann FM í 2013. Hann vann dystin 4-2. Settúrslitini vóru hesi: 12-10, 10-12, 8-11, 11-6, 11-8 og 12-10.

Judo

Badminton

  • 12. apríl - Nicolaj Gunnarstein vann FM í einmansleiki í badminton hjá monnum. Hann vann móti stórabeiggja sínum Benjamin Gunnarstein. Teir búgva niðri í Danmark og eru hálvir føroyingar. Nicolaj vann 2-0. Settúrslitini vóru 21-11 og 21-16.
  • 12. apríl - Rannvá Carlsson er trífaldur føroyameistari triðja árið á rað. Í einmansleikinum spældi hon móti Kristinu Eriksen. Hon vann 2-0 við settúrslitunum 21-10 og 21-9.
  • 19. mai - Mona Mikkelsen og Jensa Jacobsen úr Syðrugøtu vunnu gull og silvur á Danish Open í badminton fyri juniorar í Farum. Tær luttóku í A-rekkjuni, sum er triðbesta deildin fyri juniorar í Danmark.

Talv

  • 18. apríl - Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali. Bróðir hansara Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdist nummar tvey, meðan Hans Kristian Simonsen gjørdist nummar trý.

Hendingar

  • 15. apríl - Tvær bumbur brustu tætt við málstrikuna, meðan Boston Maraton var í gongd. Minst tvey fólk doyðu og fleiri vóru løstaði.
  • 17. mai - Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskimálum, fær handa ætlanarskriv frá ES um ætlaðar handilsforðingar móti Føroyum.
  • 28. august - Handilstiltøk hjá ES mótvegis Føroyum sett í gildi. Danskar havnir og aðrar ES havnir blivu stongdar fyri føroyskum skipum við sild og makreli og allur innflutningur av sild og makreli úr Føroyum er bannaður.
  • 5. september valdi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, at loysa Kára P. Højgaard úr starvinum sum innlendismálaráðharri, eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóðst eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum, ið komu út til fjølmiðlarnar.
  • 2. november - Gerhard Lognberg varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum.
  • 20. november - Ein 61-ára gamal maður í Havn varð funnin deyður, hann varð myrður. Ein 68-ára gamal maður varð skuldsettur fyri morðið.
  • 26. november - Ein avgustur (spermur) varð tikin upp á land við Hvalastøðina við Áir, eftir at fýra avgustar høvdu svomið har nærhendis í nakrar dagar. Tveir av hvalunum doyðu, og tann eini av teimum varð so tikin upp við Hvalastøðina. Tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skuldi seta hol á avgustin, so brast hann. Bjarki Thomsen, sum starvast hjá Kringvarpi Føroya tók uppá film, sum seinni sama dag varð vístur í Degi og viku og lagdur á heimasíðuna hjá Kringvarpinum sama kvøld. Filmsbrotið ferðaðist kring heimin og sera nógv fólk hugdu at filmsbrotinum.
  • 14. desember og 15. desember - Tvær ódnir raktu Føroyar innanfyri eitt døgn. Fyrra ódnin byrjaði um leygarkvøldið hin 14. desember, og longu dagin eftir herjaði ein onnur ódn, sum var uppaftur verri enn hin fyrra. Hon byrjaði seinnapartin sunnudag hin 14. desember og herjaði til miðnátt. Fleiri hundrað skaðfráboðanir vóru og streymurin fór nógvastaðni norðanfjørðs í fleiri tímar.
  • 28. desember - Ein álvarsom ferðsluvanlukka hendi í Oyndarfirði onkuntíð millum kl. 6 og 10 um morgunin. Tveir ungir mans vóru við bilinum, 20 og 22 ára gamlir, báðir úr Oyndarfirði. Bilurin var farin útav vegnum og endaður á sjónum við Rættargjógv. Tann 22 ára gamli maðurin, Jens Pauli Juul, varð funnin deyður sama morgun, sum vanlukkan hendi. Leita varð eftir tí 20-ára gamla manninum í fleiri dagar, men hann varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni, tá umleið 400 fólk og 70 bátar luttóku í leitingini saman við Brimli, Tjaldrinum og Hvidbjørnen. Harumframt luttóku eisini eitt nú bjargningarbátarnir Lív, Ziska og Sverri. Líkið av Rana í Billustovu varð funnið hin 4. januar 2014 kl. 13.44.

Mentan

Mentanarvirðislønir

Ítróttur

Fótbóltur

Svimjing

Renning

  • 31. oktober til 5. november rann tá 50-ára gamli Marlon Kjærbo 133 km úr Klaksvík til Vágs, har hann vitjaði allir kappingarhylar í Føroyum, tók nakrir dropar úr hvørjum hyli, sum hann so skal stoyta í langhylin í Vági, sum væntandi skuldi byggjast liðugt í 2014. Talan var um stuðulsrenning. Marlon er formaður fyri Suðuroyar Svimjifelag (Susvim).
  • 13. desember - Pól Sundskarð rann 118 km úr Gásadali til Viðareiðis, hann rann um náttina, veðrið var ikki til vildar, men hann gjøgnumførdi túrin. Næstu tveir dagarnar eftir túrin herjaðu tvær ódnir í Føroyum.