Munurin millum rættingarnar hjá "Krim hálvoyggin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Chumwa (kjak | íkøst)
map swap
Linja 18: Linja 18:
[[Bólkur:Ukraina]]
[[Bólkur:Ukraina]]
[[Bólkur:Evropa]]
[[Bólkur:Evropa]]
[[Bólkur:Oyggjar]]
[[Bólkur:Hálvoyggjar]]

Endurskoðan frá 31. mai 2014 kl. 12:54

Kort av Ukreina har Krim er merkt.
Í eystri hevur Krim mark við Russland. Krim hálvoyggin við Svartahavið hoyrir til Ukraina, men meirilutin (59 %) av íbúgvunum har eru russarar [1].

Krim hálvoyggin (ukreinskt: Кримський півострів) er partur av Ukreina í Eysturevropa, men hevur eina serstøðu sum sjálvstýrandi. Meginparturin av íbúgvunum eru russisk ella ynskja tættari tilknýti til Russland heldur enn ES; á Krim hálvoynni búgva heili 59 % russar [2]. Krim hálvoyggin gjørdist ikki partur av Ukreina fyrrenn í 1954. Krim hevði verið eitt tjóðveldi í Sovjetsamveldinum, men bleiv tá til ein landslut í Ukreina.

Sunnanfyri fjøllini á hálvoynni Krim er sera lýtt og nóg mikið av avfalli. Har vaksa t.d. víntrø og olivintrø, tubbak og suðrønir vøkstrir. Við strendurnar stendur hópur av gistihúsum og ferðamannaheimum at taka ímóti øllum teimum mongu ferðafólkum úr t.d. Russlandi, sum her koma at hvíla seg í summarfritíðini. Tað búgva umleið 2,4 milliónir fólk á Krim.

Søga

Fornu grikkar settu býir á stovn har, longu fyri Krist. Bisantiska ríkið var har, so komu muslimar - tatarar og turkar. Russland vann Krim frá gamla turkiska stórveldinum í 1783 [3]. Tá komu russar fyrst hagar. Í Sovjettíðini var Krim upprunaliga ein partur av Russiska lýðveldinum. Men í 1954 valdi táverandi leiðari í Sovjet, Nikita Hrustjøv, ið sjálvur varð ættaður úr Ukreina, at lata Ukraina fáa hálvoynna. Í gamla Sovjet høvdu mørkini millum tey ymsu lýðveldini bara symbolskan týdning, vóru ofta tilvildarlig og endirpeglaðu ikki ta etnisku myndina. Hetta gav bakkast seinni, tá ið Sovjetsamveldi datt sundur. Russarar eru ein meiriluti av umleið tveimum milliónum íbúgvum í Krim. Nógv teirra kendu seg svikin, tá ið nýggja Russland við Boris Jeltsin á odda góðkendi markið hjá Sovjet-Ukraina sum markið hjá Ukrainska fullveldisríkinum.

Russiska innrásin

Russland gjørdi innrás í Krim 26. februar 2014 [4]. Tann spenta støðan í Ukraina, serliga í hálvoynni Krim við Svartahavið og hernaðarliga uppíblandingin av Russlandi fær m.a. ES [5], USA [6], Avstralia [7], Kanada [8], Norra [9], v.fl. at umhugsa síni framtíðarviðurskifti við Russland, ikki minst á handilsøkinum . NATO stuðla eisini stjórnina í Ukreina og biður Russland um at halda altjóða avtalur og NATO biður eisini báðar partar um at finna eina friðarliga loysn á trupulleikunum í Ukreina [10]. Støðan á Krim hálvoynni er sera kritisk í mars 2014, eftir at russiskar deildir eru streymaðar inn um markið í tí ukrainskir myndugleikar kalla eina krígsavbjóðing [11].

Kelduávísingar

  1. http://www.bloomberg.com/news/2014-02-28/creeping-russia-takeover-in-crimea-seen-more-likely-than-assault.html
  2. http://www.bloomberg.com/news/2014-03-02/ukraine-taps-army-reserves-as-russia-s-crimea-grab-sparks-outcry.html
  3. http://www.jamestown.org/uploads/media/Crimean_Tatar_-_complete_report_01.pdf
  4. http://www.npr.org/blogs/thetwo-way/2014/03/04/285653335/putin-says-those-arent-russian-forces-in-crimea
  5. http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Her-er-EUs-sanksjoner-mot-Russland-7493352.html#.UxkGzuddXv0
  6. http://www.dn.no/forsiden/utenriks/article2776289.ece
  7. http://www.theland.com.au/news/agriculture/general/news/sanctions-will-harm-exports-russia-warns/2690553.aspx
  8. http://globalnews.ca/news/1185600/ukraine-crisis-russians-fire-warning-shots-in-crimea/
  9. http://www.bt.no/nyheter/utenriks/Norske-sanksjoner-mot-Ukraina-3064854.html
  10. http://www.euronews.com/2014/03/06/nato-ukraine-discuss-grave-european-security-threat/
  11. http://www.bt.no/utenriks/--Dette-er-en-reell-krigs-Aerklaring-mot-mitt-land-3070578.html