Munurin millum rættingarnar hjá "Agnar Artúvertin"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 5: Linja 5:
Eitt tíðarskeið livdi hann av at rættlesa og umseta stuttar tekstir fyri føroysk, norsk og írsk tíðarrit. Hann er bachelorur í evropeiskum heimspeki og bókmentum frá Cambridge [[2006]], og verður væntandi kandidatur í vitanarmiðlan frá [[Keypmannahavn]].
Eitt tíðarskeið livdi hann av at rættlesa og umseta stuttar tekstir fyri føroysk, norsk og írsk tíðarrit. Hann er bachelorur í evropeiskum heimspeki og bókmentum frá Cambridge [[2006]], og verður væntandi kandidatur í vitanarmiðlan frá [[Keypmannahavn]].


Nakrar týðingar, yrkingar og søgur eru prentaðar í [[Outsider Magasin]], og tríggjar søgur í [[Vencil|Vencli]]. Eisini er nakrar greinar, søgur, yrkingar og týðingar prentaðar í [[Dimmalætting]].
Nakrar týðingar, yrkingar og søgur eru prentaðar í [[Outsider Magasin]], og tríggjar søgur í [[Vencil|Vencli]]. Eisini eru nakrar greinar, søgur, yrkingar og týðingar prentaðar í [[Dimmalætting]].


Í 2012 gjørdist Agnar Artúvertin ritstjóri á føroyska tíðarritinum [[Varðin (tíðarrit)|Varðanum]].<ref>[http://www.oyggjatidindi.com/news-agnar+artuvertin+ritstjori+a+vardanum.htm Oyggjatidindi.com] Agnar Artúvertin ritstjóri á Varðanum</ref>
Í 2012 gjørdist Agnar Artúvertin ritstjóri á føroyska tíðarritinum [[Varðin (tíðarrit)|Varðanum]].<ref>[http://www.oyggjatidindi.com/news-agnar+artuvertin+ritstjori+a+vardanum.htm Oyggjatidindi.com] Agnar Artúvertin ritstjóri á Varðanum</ref>

Endurskoðan frá 6. mai 2014 kl. 20:35

Agnar Artúvertin (fyrr: Agnar Jógvansson) (føddur í Havn 21. desember 1979) er ein føroyskur rithøvundur, týðari, ummælari og ritsjóri.[1] Hann týðir og skrivar stuttsøgur. Í 2013 gjørdist hann ritstjóri á Varðanum.

Agnar Artúvertin er uppvaksin í Kardamummubýnum í Havn. Seytjan ára gamal fór hann at yrkja og skriva, árið eftir at týða. Í 2000 varð ein søga hansara prentað í Varðanum, og ein onnur týdd til eitt svenskt tíðarrit.

Eitt tíðarskeið livdi hann av at rættlesa og umseta stuttar tekstir fyri føroysk, norsk og írsk tíðarrit. Hann er bachelorur í evropeiskum heimspeki og bókmentum frá Cambridge 2006, og verður væntandi kandidatur í vitanarmiðlan frá Keypmannahavn.

Nakrar týðingar, yrkingar og søgur eru prentaðar í Outsider Magasin, og tríggjar søgur í Vencli. Eisini eru nakrar greinar, søgur, yrkingar og týðingar prentaðar í Dimmalætting.

Í 2012 gjørdist Agnar Artúvertin ritstjóri á føroyska tíðarritinum Varðanum.[2]

Útgávur

  • Føroytraga, egið forlag, 2004
  • Umskapanin, forlagið Eksil, 2007 (týðing)
  • Søgur úr Túsund og einari nátt (týðing), forlagið Gwendalyn (2008)
  • Smettihjartað og aðrar søgur (týðing), forlagið Gwendalyn (2008)
  • Hálsketan og aðrar stuttsøgur (týðing), forlagið Gwendalyn (2008)
  • Jahve kemur aftur. Yrkingar. 2009
  • Sporvognurin. Skaldsøga. Forlagið Gwendalyn (2011)

Søgur, yrkingar og annað, sum er útgivið í Vencili

  • Hundurin (stuttsøga). Nr. 2/2007, s. 61-62.
  • Pestin (stuttsøga). Nr. 2/2007, s. 63-66.
  • Søgan um Louis VI (stuttsøga). Nr. 2/2007, s. 67-74.
  • Prometevs kvøður (yrking). Nr. 5/2008, s. 37.
  • Eg minnist onki (yrking). Nr. 5/2008, s. 38-39.
  • 1922 (yrking). Nr. 5/2008, s. 40-41.
  • Paris (yrking). Nr. 6/2009, s. 97.
  • Hann, ið týndi mannaættina. Nr. 6/2009, s. 93-96.

Týðingar í Vencili

  • Tvær yrkingar / Charles Bukowski. Nr. 9/2010, s. 59-63.[3]

Keldur

  1. Listinblogg.dk Agnar Artúvertin ummælir Hanus Kamban
  2. Oyggjatidindi.com Agnar Artúvertin ritstjóri á Varðanum
  3. Vencil.wordpres.com, Agnar Artúvertin

Slóðir úteftir