Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Umboðsstjóri"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
dagføring (havi týtt okkurt frá tí norsku og okkurt frá tí donsku Wikipediunum um administratorar)
- ð
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:Admin mop.PNG|right]]
[[Mynd:Admin mop.PNG|right]]
'''Umboðsstjórar''' ella '''administratorar''' eru skrásettir brúkarar, sum kenna væl reglurnar sum eru galdandi á Wikipediu-verkætlanini, eru álítandi og hava sum oftast gjørt nógvar rættingar á Wikipediu, áðrenn tey gerast umboðsstjórar. Umboðsstjórar hava ikki meira at siga enn aðrir brúkarar, teir/tær hava bara fleiri møguleikar fyri at rætta í verkætlanini enn hinir brúkararnir, t.d. í stríðnum móti herverki. Brúkarar ið ynskja at arbeiða við at verja føroysku Wikipediu móti herverki, og sum hava gjørt nógvar rættingar og kenna væl til verkætlanina, kunnu um tey ynskja tað, søkja um at gerast administratorar. Um tey hava víst góðan atburð og virka álítandi, so skuldi tað ikki verið nakrar trupulleiki at givið teimum administrator-rættindi.
'''Umboðsstjórar''' ella '''administratorar''' eru skrásettir brúkarar, sum kenna væl reglurnar sum eru galdandi á Wikipediu-verkætlanini, eru álítandi og hava sum oftast gjørt nógvar rættingar á Wikipediu, áðrenn tey gerast umboðsstjórar. Umboðsstjórar hava ikki meira at siga enn aðrir brúkarar, teir/tær hava bara fleiri møguleikar fyri at rætta í verkætlanini enn hinir brúkararnir, t.d. í stríðnum móti herverki. Brúkarar ið ynskja at arbeiða við at verja føroysku Wikipediu móti herverki, og sum hava gjørt nógvar rættingar og kenna væl til verkætlanina, kunnu um tey ynskja tað, søkja um at gerast administratorar. Um tey hava víst góðan atburð og virka álítandi, so skuldi tað ikki verið nakrar trupulleiki at givi teimum administrator-rættindi.


Eyka møguleikar ið administratorar hava eru til dømis:
Eyka møguleikar ið administratorar hava eru til dømis:

Endurskoðan frá 6. mai 2014 kl. 08:18

Umboðsstjórar ella administratorar eru skrásettir brúkarar, sum kenna væl reglurnar sum eru galdandi á Wikipediu-verkætlanini, eru álítandi og hava sum oftast gjørt nógvar rættingar á Wikipediu, áðrenn tey gerast umboðsstjórar. Umboðsstjórar hava ikki meira at siga enn aðrir brúkarar, teir/tær hava bara fleiri møguleikar fyri at rætta í verkætlanini enn hinir brúkararnir, t.d. í stríðnum móti herverki. Brúkarar ið ynskja at arbeiða við at verja føroysku Wikipediu móti herverki, og sum hava gjørt nógvar rættingar og kenna væl til verkætlanina, kunnu um tey ynskja tað, søkja um at gerast administratorar. Um tey hava víst góðan atburð og virka álítandi, so skuldi tað ikki verið nakrar trupulleiki at givi teimum administrator-rættindi.

Eyka møguleikar ið administratorar hava eru til dømis:

  • at verja síður og taka verjuna vekk aftur
    • Til ber at verja eina síðu, so bert umboðsstjórar kunna rætta síðuna. Hetta kann vera hent, um ein síða ofta verður vandaliserað og verður til dømis nýtt til forsíðuna.
  • sletta og endurstovna síður
  • rulla aftur rættingar, ið eru herverk, við einum klikki, sera hent um onkur t.d. hevur gjørt 10-20 rættingar (herverk) á eini síðu
  • sletta myndir og aðrar fílur
  • fjala versjónir frá seinastu broytingar-listanum
  • sperra brúkarar ella IP-adressur og taka sperringina vekk aftur
  • gera rættingar í brúkaramarkamótinum og á øðrum vardum síðum
    • Í MediaWiki-navnarúminum liggja allir teir føroysku tekstirnir, sum eru í markamótinum á Wikipedia. Hesir eru vardir, so at bert umboðsstjórar kunna rætta teir, tí at nakrir av teimum kunnu broytast, so at øll síðan verður óvirkin. Ein listi yvir øll boð er til taks.

Embætismenn (Byrokratar) eru administratorar, ið hava tann tøkniliga møguleikan at gera aðrar brúkarar til umboðsstórar (administratorar) og til embætismenn (byrokratar), umframt at broyta navn á brúkarum og geva bottstatus.

Tað er ymiskt á teimum ymisku wikipediunum, hvørjar mannagongdir man hevur viðvíkjandi umboðsstjórum og embætisfólkum. Á teimum stóru málunum brúka tey oftast eitt tíðarskeið á 1 til 2 ár við lítlum ella ongum virksemi sum leiðleglu fyri, nær ið administrator-status kann takast frá einum brúkara. Á teimum lítlu, sum t.d. tí føroysku, eru ikki nakrar leiðreglur hesum viðvíkjandi.

Hvussu verði eg umboðsstjóri?

  • Verandi politikkur á tí føroyska Wikipedia er at geva teimum, sum eru sera virkin og fegin vilja tað, umboðsstjórastøðu. Tú kanst gera eina áheitan um umboðsstjórastøðu, og so fært tú at vita, um tú kanst vera umboðsstjóri.

Sjálvt um tú hevur fingið "Umboðsstjóra"-atgongd, so biðja vit teg tó um at vísa varsemi, tá tú nýtir hesar eyka funkurnar, serstakliga møguleikan at gera fyrispurningar í dátugrunninum, tí hetta kann møguliga fáa alt Wikipedia til at steðga upp.

Listi yvir Umboðsstjórar og Embætisfólk

Umboðsstjórar eru merktir við "(Umboðsstjóri)" í listanum yvir skrásettar brúkarar. Vit hava í løtuni hesar umboðsstjórar og embætisfólk:

Umboðsstjórar sum í løtuni (2014) eru meir ella minni óvirknir

Aðrir atgonguformar

Embætismenn

  • Kunnu gera nýggjar umboðsstjórar.

Innritaðir brúkarar

  • Hava atgongd til eitt sindur meira hentleikar enn ikki innritaðir brúkarar.

Ternur

  • Umboðsstjórar yvir landamørk.

IP adressa

  • Vitjandi, sum ikki "rita inn", kunnu framvegis fremja flest ting, so sum tað mest umráðandi: rætta greinar og hjálpa við at røkja Wikipedia.

Mennarar

  • Menna ritbúnaðin til Wikipedia.

Bottar