Munurin millum rættingarnar hjá "Fótbóltur í Føroyum"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Euchiasmus (kjak | íkøst)
Images
Linja 1: Linja 1:
[[Image:Faroe stamp 182 football.jpg|thumb|Fótbóltur í Føroyum.]]
[[Image:Faroe stamp 492 FIFA 100 years - national footballteam.jpg|thumb|Fótbóltur í Føroyum 100 years]]
[[Image:Vagur, faroe islands, football field.jpg|thumb|Fótbóltur í Vagur]]
== Søga ==
== Søga ==
Føroyskur fótbóltur hevur røtur aftur í [[19. øld]].
Føroyskur fótbóltur hevur røtur aftur í [[19. øld]].

Endurskoðan frá 28. feb 2007 kl. 20:53

Fótbóltur í Føroyum.
Fótbóltur í Føroyum 100 years
Fótbóltur í Vagur

Søga

Føroyskur fótbóltur hevur røtur aftur í 19. øld. Í apríl mánað 1892 stovnaðu tvørámenn "Tværå Boldklub" TB, sum sostatt gjørdist fyrsta fótbóltsfelagið. Nógv ár gingu áðrenn nakað annað felag varð stovnað, so TB spældi fyri tað mesta móti eingilskum trolaramanningum og treingisvágsingum, ið møguliga eisini høvdu eitt felag um tað mundið. Smb. hundrað ára minnisritinum hjá TB eru menn tó ósamdir í hesum máli. Fyrsta veruliga fótbóltsfelag, sum varð stovnað eftir hetta, var Havnar Bóltfelag (HB), ið sá dagsins ljós í oktober 1904. Klaksvíkingar høvdu tó longu í august stovnað "Klagsvigs Idrætsforening" , men fóru teir har norðuri tó ikki at spæla fótbólt fyrr enn í 1911.

Í 1942 byrjaði landskappingin í føroyskum mansfótbólti. Henda kapping hevur síðani á hvørjum ári staðfest, hvat felag er best í Føroyum. Men øll byrjan er torfør, og tí var eingin kapping í 1944 orsaka av bólttroti.

Kappingin er broytt fleiri ferðir. Týdningarmesta broytingin hendi undan leikárinum 1976, tá ið beinleiðis upp og niðurflyting millum deildirnar varð innførd.

Í 1988 var 1.deild víðkað til 10 feløg. Í 1996 innførdi fótbóltssambandið regluna um, at vinnandi liðið í einum dysti fekk 3 stig. Í 2005 var kappingin umløgd enn einaferð, so nú spæla liðini í 1.deild 27 dystir hvør móti øðrum. Skeiva dystartalið ger, at nú fáa summi lið tveir heimadystir móti onkrum mótstøðuliðið, meðan tey fáa tveir útidystir móti onkrum øðrum. Skipanin er roynd í nøkur ár niðri í Danmark, og enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu um virði í hesi skipan fyri føroyskan fótbólt.

Í 1955 var ein føroysk steypakapping sett á stovn. Føroysk feløg høvdu tó undan hesum dystast um ymisk steyp, men hetta var fyrstu ferð, at steypakapping í fótbólti varð fyriskipað undir ÍSF. Tá ið Fótbóltssamband Føroya varð stovnað í 1979, tóku teir sær av øllum føroyskum fótbóltskappingum.

Bóltfeløg

AB, B36, EB/Streymur, FS Vágar, , HB, ÍF, , NSÍ, B71, Skála, Sumba, , TB, B68, VB.

FM vinnarar

Steypavinnarar

Sí eisini

Føroyska fótbóltsmanslandsliðið