Munurin millum rættingarnar hjá "Keypmannahavn"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
→‎Søga: Bjørgvin?
sNo edit summary
Linja 67: Linja 67:


[[Bólkur:Býir í Danmark]]
[[Bólkur:Býir í Danmark]]
[[Bólkur:Býir í Høvuðsstaðarregiónini]]
[[Bólkur:Høvuðsstaður í Evropa]]
[[Bólkur:Høvuðsstaður í Evropa]]

Endurskoðan frá 21. apr 2014 kl. 16:20

Skjøldur Kort
Skjøldur hjá Keypmannahavn
Grunddáta
Land: Danmark Danmark
Vídd: 88,25 km²
(80 km² uttan vatn)
Íbúgvar (2013): 559.440
fyri km²: 7.247
Mál: Danskt
Tíðarzona: UTC +1
Heimasíða: www.KK.dk

Keypmannahavn (Danskt: København, Latín: Hafnia) er høvuðsstaður Danmarkar. Hann er størsti býur og handilsmiðdepil í Danmark. Ferðafólk, ið ganga í trongum, gomlum gøtum ella á gitnu gongugøtuni Strøget, koma skjótt fram á gamlar kirkjur, áhugaverdir marknaðir og vøtn og tjarnir. Mangir keypmannahavnarar eru at síggja á súkklu, og súkklubreytir eru lagdar út til forstaðirnar, har fólk í býnum hava summarhús síni.

Keypmannahavn er landsins størsti býur. Har búgva fleiri enn 500 túsund fólk, og býurin er miðdepil í handli og ídnaði. Býurin er eisini høvuðsstaður, har býr drotningin, og har eru Fólkatingið og stjórnin. Í miðbýnum eru sjónleikarhús, forngripasøvn, kirkjur og mong stór handilshús. Býarpartarnir eru nógvir, t.d. Vesturbrúgv, Norðurbrúgv og Eysturbrúgv. Millumtjóða floghavnin í Keypmannahavn, Kastrup, hevur flogsamband við allar heimspartarnar.

Søga

Keypmannahavn og Bergen vóru størstu býirnir í danska-norska ríkinum í 18. øld. Í Keypmannahavn búðu 80.000 fólk, og Keypmannahavn var sjey ferðir størri enn Bergen.

Politikkur

Keypmannahavn er høvuðsstaður Danmarkar, so har eru allar ráðharrastovurnar, tær eru rundan um borgina Christiansborg, har Fólkatingið, hægstirættur og móttøkustovurnar hjá drotningini eru.

Búskapur

Nógvar stórar fyritøkur, bankar og tryggingarfeløg hava høvuðssæti sítt í miðbýnum í Keypmannahavn. Í miðbýnum eru eisini leikhús, søvn, matstovur, konserthallir og biohallir í stórum tali. Í miðbýnum í Keypmannahavn eru nógv arbeiðspláss: Úr øllum heimi koma fólk at keypa úr teimum nógvu serhandlunum. Í miðbýnum eru eisini nógvar skrivstovur. Í miðbýnum verða næstan øll húsini brúkt til skrivstovur, handlar og aðrar fyritøkur. Hóast húsini standa tætt, er ikki nógv pláss til íbúðir. Íbúðirnar, sum eru, eru mangan lítlar. Tí eru tað mest smá húski, eldri fólk og skúlaungdómur, sum búgva í miðbýnum. Húski við børnum búgva mest í forstaðunum, har tað er rúmsáttari. Í stuttum kann sigast, at Keypmannahavn er politiski, fíggjarligi og mentanarligi miðdepilin í Danmark.

Ferðsla

Í stórbýum sum Keypmannahavn er nógv fartan aftur og fram. Fólk, sum arbeiða í øðrum býarparti, enn har tey búgva, mugu fara hvønn dag ímillum heim og arbeiði. Nógv fólk súkkla til og frá arbeiði, til og frá skúla ella universiteti, til hetta endamál eru súkklubreytir á báðum síðum á mestsum øllum teimum størru vegunum í Keypmannahavn. Í Keypmannahavn arbeiða uml. 2/3 í aðrari kommunu enn teirri, tey búgva í. Tí er nógv ferðsla tíðliga um morgunin, tá ið fólk fer til arbeiðis, og seint seinnapartin, tá ið fólk kemur heim aftur. Nógv av hesum fólkum í Keypmannahavn koyra sjálv, men nógv brúka eisini almenna ferðasambandið: bussar og tok. Í Keypmannahavn eru fleiri enn 100 bussleiðir, sum binda allan býin saman. Í Keypmannahavn eru eisini tokleiðir, S-tok, sum flyta fólk stað úr staði bæði skjótt og væl. Hvønn dag fara eini 200.000 fólk úr forstaðunum inn til Keypmannahavnar til arbeiðis. Flogvøllurin í Keypmannahavn er Kastrup Flogvøllur.

Bøkur

  • Københavns historie. Keypmannahavn : Gyldendal, 1980-83. - 6 bind
  • Hans Edvard Nørregård-Nielsen: Kongens København: en guldaldermosaik. Keypmannahavn: Gyldendal, 1985. - 287 s.
  • Pernille Stensgaard: København - folk og kvarterer. Keypmannahavn: Gyldendal, 2002. - 336 s.
  • Kirsten Engsig: Turen går til København. Keypmannahavn: Politikens Forlag, 2002. - 144 s. ISBN 87-567-6398-0
  • Erik Wassard: Ture i København. Keypmannahavn: Politikens Forlag, 2003. - 300 s. ISBN 87-567-6617-3
  • Peter Tudvad: Kierkegaards København. Keypmannahavn: Politiken, 2004. - 513 s. ISBN 87-567-6533-9
  • Claus Hagen Petersen: Politikens bog om København. Keypmannahavn: Politiken, 2004. - 266 s. ISBN 87-567-6784-6

Slóðir

Ferðavinnusíður