Munurin millum rættingarnar hjá "Jákup hin Rættvísi"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
Tofts (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 12: Linja 12:
| Tittul: || Fyrsti Biskupur/Patriarkur av<br> Jerusalem [http://orthodoxwiki.org/Apostle_James_the_Just]
| Tittul: || Fyrsti Biskupur/Patriarkur av<br> Jerusalem [http://orthodoxwiki.org/Apostle_James_the_Just]
|-----
|-----
| Høvundur av: || Jákupsbrævið í [[Nýggja Testamenti]]<br> [http://old.bibelselskabet.dk/farbib/web/bibelen.htm] [http://biblian.fo/default.asp?gerd=visbok&bokid=59&kapitulid=1]
| Høvundur av: || Jákupsbrævið í [[Nýggja Testamenti]]<br> [http://biblian.fo/default.asp?gerd=visbok&bokid=59&kapitulid=1] [http://old.bibelselskabet.dk/farbib/web/bibelen.htm]
|-----
|-----
| Sælugjørdur (Beatus): ||
| Sælugjørdur (Beatus): ||

Endurskoðan frá 7. apr 2014 kl. 14:57

Jákup hin Rættvísi
Ἰάκωβος ὁ ἀδελφόθεος (grikst)
Iacobus Iustus (latín
יעקב הצדיק (hebraiskt)
Føddur: Rómverska Judæa
Deyður: ár 62 ella 69 Jerusalem Rómverska
Judæa
Tittul: Fyrsti Biskupur/Patriarkur av
Jerusalem [1]
Høvundur av: Jákupsbrævið í Nýggja Testamenti
[2] [3]
Sælugjørdur (Beatus):
Skýrdur halgimenni
(Canon):
Áðrenn almennu kirkjustovnanina
Viðurkendur av: Øllum kirkjum
Dagur: 1. mai (Anglikanska kirkjan),
3. mai (Rómversk-katólska kirkjan)
23. oktober (Lutherska kirkjan),
(Ortodoksa kirkjan) og (Episkopala
kirkjan
USA))
5. november (Jákupshátíð í
Jerusalem)
Verndarhalgimenni
hjá:
Grisk-Ortodoksa Patriarkatinum
í Jerusalem
, "Church of Jerusalem",
og nógvum øðrum kirkjum ið bera
navn eftir honum
Mótsagnir: Jákup hin rættvísi verður stundum
mistikin fyri Jákup, son Alfeusar
Leinki: St. James Church
St. James of Jerusalem
Episcopal Church

Jákup hin Rættvísi stundum "Jákup, Jesu bróðir" ella "Jákup, bróður Harrans", deyður uml. ár 62 e.Kr. (samb. Josephusi og Jerome) ella ár 69 e.Kr. (samb. Hegesippusi, Clementi av Alexandria og Eusebiusi av Cæsarea). Jákup var sambært Markus 6,3 og Matteus 13,55 í Nýggja Testamenti eitt av Jesu holdsligu systkjum.

Er hetta ikki træsmiðurin, sonur Mariu, og bróðir Jákups og Jósesar og Judasar og Símunar? Og eru ikki systrar hansara her hjá okkum!« Og tey tóku sær ilt av honum. (Markus 6,3)

Hin Rættvísi

Jákup var ein frómur jødi, og hann varð sagdur at vera heilagur frá móðurlívi; "hann drakk ikki vín og át ikki kjøt. Hann rakaði sær ongantíð, eiheldur hann salvaði seg við olju, ella vaskaði sær í hitaðum vatni. Einans honum varð loyvt at fara inn í tað allarheilagsta tí hann varð ikki íklæddur ullint men línklæði; hann var vanur at fara einsamallur í templið, og sást ofta liggjandi á knøum í bøn fyri fólkið, so hansara knø vórðu hørð eins og á kameli. Vegna henda rættvísa levnað varð hann róptur "Hin Rættvísi"." (Hegesippus (100-180 CE))

Umvending

Jákup kom ikki til trúgv á Jesu læru fyrr enn Jesus var krossfestur og upprisin frá deyðum. Eftir umvendingina gjørdist Jákup ein av leiðarunum í frumsamkomuni í Jerusalem (Apostlasøgan 15,13) og í Galatabrævinum 1,19 lýsir Paulus hann sum ein apostul.

Jákup verður eisini settur í samband við semjuna ið kom í lag á apostlafundinum umleið ár 50, viðvíkjandi reglunum ið heidningar skulu fylgja, tá teir venda um til kristindómin; at teir skulu umganga kjøt frá offurdjórum, hordóm og blóð, hetta í minsta lagi, fyri at vera í tráð við siðbundnu jødisku reinleikalógirnar.

Men viðvíkjandi teimum heidningunum, sum hava tikið við trúgv, hava vit sent bræv og gjørt av, at teir ikki skulu halda nakað tílíkt, men at teir bert skulu vara seg fyri skurðgudaofri og blóði og tí kvalda og hordómi (Apostlasøgan 21,25)

Pínslarvátsdeyði

Hegesippus (100-180 CE) sigur víðari:

"Teir skriftlærdu og farisæarnir ið óttaðust at alt fólkið fór at taka við trúgv á Jesus, bóðu Jákup um at fara upp á tempulsvongin og tala til fólkið ið var samlað har í samband við páskirnar, og yvirtala tey um ikki at taka við vranglæru. Hartil svaraði Jákup: 'Hví spyrja tit meg um Jesus Menniskjusonin? Hann situr á himni við høgru hond hins alvalda, og skal koma aftur í skýnum.' Og tá nógv róptu 'Hosannah sonur Dávids' kastaðu teir skriflærdu og farisæarnir hann oman av templinum og steinaðu hann. Áðrenn hann doyði segði Jákup: 'Harri, Gud, Faðir, fyrigev teimum, tí tey vita ikki hvat tey gera'. Tá rópti ein av rechabitunum: 'Steðgið! Hvat gera tit? Hin rættvísi biður fyri tykkum'. Tá tók ein úr mannamúgvuni, ein tóvari, ein lurk ið hann nýtti at sláa klæði við og slerdi hin rættvísa í høvdið. Soleiðis leið hann pínslarvátsdeyðan. Tey gróvu hann á staðnum við templið, har minnisvarði hansara enn stendur."

Sum tann einasti persónurin í Nýggja Testamenti verður Jákup eisini umrøddur av einum samtíðar ikki-kristnum høvundi, Josephus, ið sigur at Jákup uml. ár 62 e.kr. varð dømdur av høvuðsprestinum Anan ben Anan (Ananus ben Ananus, Hannas ben Hannas) og síðani steinaður til deyðis.

Sí eisini: Jákup, sonur Sebedeusar og Jákup, sonur Alfeusar

Leinki úteftir