Munurin millum rættingarnar hjá "Italia"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
→‎Landfrøði: størstu býir, oyggjar, áir, vøtn, fjøll og vulkanir
Linja 53: Linja 53:
== Landfrøði ==
== Landfrøði ==
[[Mynd:Regionen in Italien beschriftet.png|250px|left|thumbnail|Kort yvir tær 20 regiónirnar í Italia]]
[[Mynd:Regionen in Italien beschriftet.png|250px|left|thumbnail|Kort yvir tær 20 regiónirnar í Italia]]
Stivlaskapaða landið er norðan úr høgu, jøkulklæddu [[Alpurnar|Alpunum]] suður í turra, heita fjallalendið, langt suðuri í [[Miðjarðarhav]]i. [[Sardinia]] og [[Silkioy]], ið eru størstu oyggjar í [[Miðjarðarhav]]i, hoyra báðar til Italia. Beint sunnan fyri [[Sikiloy]] er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið [[Malta]]. Á italska meginlandinum eru tvey smá ríki, [[San Marino]] og [[Vatikanið|Vatikanríkið]]. [[Róm]], eisini kallaður tann ævigi býurin, er [[høvuðsstaður]]in. Navnið tann ævigi ber hann av sonnum.
Stivlaskapaða landið er norðan úr høgu, jøkulklæddu [[Alpurnar|Alpunum]] suður í turra, heita fjallalendið, langt suðuri í [[Miðjarðarhav]]i. [[Sardinia]] og [[Silkioy]], ið eru størstu oyggjar í [[Miðjarðarhav]]i, hoyra báðar til Italia. Beint sunnan fyri [[Sikiloy]] er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið [[Malta]]. Á italska meginlandinum eru tvey smá ríki, [[San Marino]] og [[Vatikanið|Vatikanríkið]]. [[Róm]], eisini kallaður tann ævigi býurin, er [[høvuðsstaður]]in.

'''Størstu býir''' (fólkatalið í landslutinum pr. 1. januar 2007)<ref>[http://www.istat.it/popolazione/ ISTAT]</ref>:

[[Róm]] 4 010 000 íbúgvar

[[Milano]] 3 890 000 íbúgvar

[[Napoli]] 3 090 000 íbúgvar

[[Torino]] 2 250 000 íbúgvar

[[Palermo]] 1 240 000 íbúgvar

'''Størstu oyggjar''':

[[Sisilia]] 25 708 km²

[[Sardinia]] 24 090 km²

[[Elba]] 223 km²

'''Longstu áir:'''

[[Po]] 670 km

[[Adige]] 410 [[km]]

[[Tiber]] 405 km

'''Størstu vøtn:'''

[[Gardasjógvurin]] 370 [[km²]]

[[Lago Maggiore]] 212 km²

[[Lago di Como]] 146 km²

'''Hægstu fjøll:'''

[[Monte Bianco]] 4 810 myh.

[[Monte Rosa]] 4 634 myh.

[[Monte Cervino]] 4 478 myh.

[[Gran Paradiso]] 4 061 myh.

'''Størstu vulkanir:'''

[[Etna]] 3 323 myh.

[[Vesuv]] 1 277 myh.

== Regiónir ==
== Regiónir ==

Endurskoðan frá 7. mar 2014 kl. 11:15

Rebubblica italiana
Flagg Italia
(Flagg Italia)
Skjaldarmerki Italia
(Skjaldarmerki Italia)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Fratelli d'italia
Alment mál Italskt
Høvuðsstaður Rom
Forseti Giorgio Napolitano
Forsætisráðharri Matteo Renzi
Fullveldi 17. mars 1861
Vídd
- tilsamans
- vøtn (%)

301.230 km²
2,4
Íbúgvar
- tilsamans 2006
- tættleiki

58 133 509
197,5/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .it
Telefonkota +39

Italia (italskt: Repubblica Italiana) er lýðveldi í Evropa. Italia hevur mark við Frakland í vestri, Sveis og Eysturríki í norði og Slovenia í eystri. Tveir lítlir statir eru í Italia, San Marino liggur mitt í Italia í fjallarøðini Apenninunum, umleið mitt ímillum Róm og Venedisia. Vatikanið liggur í høvuðsstaði Italiu, Róm. Landið hevur umleið 60 mió íbúgvar. Høvuðsmálið er italskt. Árðenn 1861 vóru tað fleiri smá lond í tí sum nú er Italia, men í 1861 savnaði kongurin á Sardina, Victor Emanuel 2, øll hesi til eitt stórt kongaríki. Italia var eitt kongsríki til 1964, tá landið gjørdist lýðveldi.

Italia er land við ríkari søgu, og serliga tvey tíðarskeið: Rómverjatíðin í fornøld og endur reinartíðin, sum tók seg upp í 15. øld, hava veitt landinum dýran mentanararv. Hóast Italia nú á døgum er av fremstu ídnaðarlondum í heimunum, er stórur munur á ríku ídnaðarøkjunum fyri norðan og fátakaru landbúnaðarøkjum fyri sunnan. Stóri búskaparligi munurin elvir til spenning í landinum og er ein av atvoldunum til mongu stjórnarskiftini.

Flestu fólk í Italia eru katolikkar.

Søga

Stóran part av søgu sínari hevur Italia verið sundurbýtt land. Fyrstu ferð ríkið varð sameint var í rómverjatíðini í máttmikla Rómverjaríkinum. Í miðøld var landið býtt sundur í mong ríki, og tað varð ikki savnað aftur fyrr enn í 1861. Tey fyrstu árini var Torino høvuðsstaður. Fra 1864 til 1871 var hovuðsstaðurin Firenze, og seinni gjørdist Róm høvuðsstaðurin.

Eldri søga

Í 8. og 7. øld á.Kr. settu grikkar búgv í syðra parti av Italiu og nevdu tað Magna Graecia (Stór-Grikkaland). Um nøkulunda somu tíð mentist tann etruskiska mentanin í norðara parti av tí italsu hálvoynni. Frá 7. til 5. øld á.Kr. stýrdu teir rómversku kongarnir og síðan tað rómverska lýðveldið og Rómverska keisaraveldið, Imperium Romanum og Rómverjaríkið. Tíðin frá 6. øld og til samlingina í 1861 var plágað av stríðandi smástatum. Henda tíðin var tó eisini merkt av ríkum handilsbýum sum Venesia og Firenze og Renessansuni, la rinacimento (endurføðingin, renaissance er tann franska týðingin av hesum), tvs. av tí antikku stórbæri (Rómverjaríkið). Tann italska renessansan metin sína byrjan frá árinum 1300, við tí gudommuliga sjónleikinum hjá Dante (La Divina Commedia). Renessansan, sum í líka so stóran mun var eitt búskaparligt-civilisatoriskt tíðarskeið sum eitt mentanarligt ella listasøguligt, blómaði í byrjanini av 1500-talinum, og hevði longu tá spjatt síni idealir kring allan vesturheimin ella tann kristna heimin. Columbus, sum fann Amerika, var føddur italienari (føddur í Genova). Amerika sum heimspartur varð seinni uppkallað eftir tí italska katografinum Amerigo Vespucci. Renessansan kom til Danmarkar og onnnur Norðurlond via Niðurlond eftir handilsrutunum gjøgnum Rhinen og serliga úr Fraklandi.

Jarðskjálvti 2008

Mánadagin 6. apríl í 2009 varð Abruzzo-landsparturin í Italia raktur av einum jarðskjálvta, ið varð máldur til 6,3 á richterstiganum. 308 fólk lótu lív. Skjálvtin legði m.a. í oyði søguliga miðbýin í landspartahøvuðsstaðnum L’Aquila, ið varð harðast rakti býurin í landspartinum.

Fólkatalsfrøði

Fólkatalið í Italia er vaksið nógv síðan 1861

Italia hevur 60.626.442 íbúgvar sambært hagtølum frá kommununum 1. januar 2011 (Anagrafe).[1] Fólkatættleikin í Italia á 201/km², er hægri enn í flestu vesturevropeisku londunum. Tó er tað sera ójavnt, hvar ið fólkatættleikin er størstu. Tey tættast bygdu økini eru Po-dalurin, har nærum helmingurin av fólkunum búgva, og stórbýarøkini í Róm og Napoli, meðan øki við høgum fløllum, sum t.d. Alpurnar og Apenninafjøllini, Basilikata og oyggin Sardinia ikki eru tætt bygd.

Fólkatalið í 20. øld í Italia bleiv nærum dupult so stórt, men mynstrið fyri fólkavøkstri var sera ójavnt, orsakað av innlendis flyting frá landøkjum í suðri til ídnaðarbýir í norði. Hetta hendi serlig aí 1950-60'árunum. Harafturat er stór fólkatilflyting til landið farin fram í 1980'unum fyri fyrstu ferð í nýggjari tíð. Sambært italsku stjórnini, búðu 4.570.317 útlendingar í Italia í januar 2011.[2]

Landfrøði

Kort yvir tær 20 regiónirnar í Italia

Stivlaskapaða landið er norðan úr høgu, jøkulklæddu Alpunum suður í turra, heita fjallalendið, langt suðuri í Miðjarðarhavi. Sardinia og Silkioy, ið eru størstu oyggjar í Miðjarðarhavi, hoyra báðar til Italia. Beint sunnan fyri Sikiloy er lítla sjálvstøðuga oyggjalandið Malta. Á italska meginlandinum eru tvey smá ríki, San Marino og Vatikanríkið. Róm, eisini kallaður tann ævigi býurin, er høvuðsstaðurin.

Størstu býir (fólkatalið í landslutinum pr. 1. januar 2007)[3]:
Róm 4 010 000 íbúgvar
Milano 3 890 000 íbúgvar
Napoli 3 090 000 íbúgvar
Torino 2 250 000 íbúgvar
Palermo 1 240 000 íbúgvar

Størstu oyggjar:
Sisilia 25 708 km²
Sardinia 24 090 km²
Elba 223 km²

Longstu áir:
Po 670 km
Adige 410 km
Tiber 405 km

Størstu vøtn:
Gardasjógvurin 370 km²
Lago Maggiore 212 km²
Lago di Como 146 km²

Hægstu fjøll:
Monte Bianco 4 810 myh.
Monte Rosa 4 634 myh.
Monte Cervino 4 478 myh.
Gran Paradiso 4 061 myh.

Størstu vulkanir:
Etna 3 323 myh.
Vesuv 1 277 myh.

Regiónir

Italia er býtt sundur í 20 fyrisitingarligar regiónir:

Región Høvuðsbýur Stødd (km²) Stødd (sq mi) Fólkatal
Abruzzo L'Aquila 10.763 4.156 1.342.177
Aosta Valley Aosta 3.263 1.260 128.129
Apulia Bari 19.358 7.474 4.090.577
Basilicata Potenza 9.995 3.859 587.680
Calabria Catanzaro 15.080 5.822 2.011.537
Campania Napoli 13.590 5.247 5.833.131
Emilia-Romagna Bolonja 22.446 8.666 4.429.766
Friuli-Venezia Giulia Trieste 7.858 3.034 1.235.761
Lazio Róm 17.236 6.655 5.724.365
Liguria Genova 5.422 2.093 1.616.993
Lombardia Milano 23.844 9.206 9.909.348
Marche Ancona 9.366 3.616 1.564.886
Molise Campobasso 4.438 1.713 319.834
Piemonte Torino 25.402 9.808 4.456.532
Sardinia Kagliari 24.090 9.301 1.675.286
Sisilia Palermo 25.711 9.927 5.050.486
Tuskana Firenze 22.993 8.878 3.749.074
Trentino-Alto Adige/Südtirol Trento 13.607 5.254 1.036.639
Umbria Perugia 8.456 3.265 906.675
Veneto Venezia 18.399 7.104 4.936.197

Størri býir

Nakrir av størru býunum í Italia eru:

Mentan

Italia er kent fyri sína list og mentan. Her eru ein røð av kendum bygningsverkum frá forntíðini og stórheitstíðini hjá Rómverjaríkinum. Tey kendastu og týdningarmestu bygningsverkini í Italia eru: Skeiva tornið í Pisa, Kolosseum, Castel Sant'Angelo, Forum Romanum og Pantheon í Róm og dómkirkjurnar í Firenze og Venesia. Italskur matur, vín, design, bókmentir, list, tónleikur (sertakliga opera) v.m. er kent kring allan heimin. Serliga er økið Toscana vældámt sum eitt feriu-, arbeiðs- og uppløðingarstaður (rekreasjón) av mentanarligum persónum kring heimin.

Renessansan vant uppá seg í Italia í 13- og 1400-tallinum. Skøld sum Dante Alighieri, Francesco Petrarca, Torquato Tasso og Ludovico Ariosto, og rithøvundar sum Giovanni Boccaccio, Niccolò Machiavelli og Baldassare Castiglione fingu sera stóra og varandi ávirkan á menningina av tí evropeisku mentanini. Tað sama fingu italskir málarar, myndahøggarar og arkitektar sum Filippo Brunelleschi, Leonardo da Vinci, Rafael, Sandro Botticelli, Fra Angelico og Michelangelo Buonarroti. Freskurnar hjá Michelangelo undir takinum í tí Sixtinska kapellnum í Vatikaninum er saman við hansara standmynd av David sum tey allarfremstu súmbolini á renessansuna.

Tónasmiðir sum Giovanni da Palestrina, Claudio Monteverdi, Arcangelo Corelli og Antonio Vivaldi settu sín dám á barokk-tíðina, meðan romantikarar sum Gioacchino Rossini, Giuseppe Verdi og Giacomo Puccini víðarimentu tað italsku operuna, soleiðis sum vit kenna hana í dag.

Hygg eisini at

Keldur

1. Istituto Nazionale di Statistica. "Resident population on 1st January". http://dati.istat.it/Index.aspx?lang=en. Heintað 19 December 2011.
2. >Istituto Nazionale di Statistica. "Foreign resident population on 1st January". http://dati.istat.it/Index.aspx?lang=en. Heintað 19 December 2011.
3. ISTAT

Útvortis ávísing

Fyrimynd:Link FA Fyrimynd:Link FA