Munurin millum rættingarnar hjá "Sveis"

Jump to navigation Jump to search
4.846 bytes løgd afturat ,  6 ár síðan
Innflytarapolitikkur
(Innflytarapolitikkur)
Sveis, sum verður stýrt sum [[tjóð]]veldi, er í fleiri smáum ríkjum, sum teir kalla ''kantonir''. Hvør kantonin hevur heimastýri, men allar hava felags samveldisforseta. Í Sveis eru fýra [[mál]]: í vestara parti er móðurmálið [[Franskt mál|franskt]], í syðra parti [[Italskt mál|italskt]], í útsynningspartinum er eitt fornt romanskt mál, tey kalla [[Retoromanskt mál|retoromanskt]], og í norðara og mittasta partinum er eitt týskt mál, sum tey kalla [[Týskt mál|sveisartýskt]].
 
Sveis hevur ikki verið í nøkrum bardaga í 200 ár, men hevur ofta verið nýtt av teimum stríðandi at halda friðarsamráðingar í. Í Genève verða á hvørjum ári hildnir alheims friðarfundir. [[Reyði Krossur]], sum sveisarin [[Jean Henri Dunant]] (1828-1910) setti á stovn í [[1864]] at veita krígsherjaðum medisin og læknahjálp, hevur høvuðssetur sítt í Genève. Sveis er ikki limur í [[ES]], men hevur eina avtalu um tey fýra frælsini: vørur, arbeiðsmegi, tænastu og kapital, sum ger, at landið í heilt stóran mun virkar sum ein partur av innara marknaðinum í ES.
 
=== Innflytarapolitikkur ===
[[Mynd:No-mosque.svg|thumb|right|250px|Sveis forbjóðar við lóg [[Moskur|moskubygging]]. Aftan á [[Luksemburg]] er Sveis tað landið í [[Evropa]], sum hevur flest tilflytarar – millum 27 og 29 prosent av teimum átta milliónunum, sum búgva í landinum <ref>http://www.bbc.com/news/world-europe-26116648</ref>.]]
 
Sveisiska fólkið hevur í 2014 atkvøtt fyri at steðga streyminum av tilflytarum til landið <ref>http://www.independent.co.uk/news/world/europe/switzerland-votes-to-limit-numbers-of-eu-migrants-9117579.html</ref><ref>http://www.nytimes.com/2014/02/10/world/europe/swiss-voters-narrowly-approve-curbs-on-immigration.html?_r=0</ref>. Sunnudagin 16. februar 2014 segði sveisiska fólkið á fólkaatkvøðu "ja" til munandi herðing av lógini um tilflytarar úr øðrum [[ES]]-londum. Sjálvt um Sveis ikki er limur í ES, hevur landið seinastu 12 árini havt eina avtalu við ES um fría ferðing um landamørk. Men nú sveisiska fólkið hevur kravt munandi herðingar av lógini, er spurningurin, um avtalan við ES má víkja fyri sveisiska fólkaviljanum. Úr Brússel eru boð longu komin um, at ES fer at endurskoða síni viðurskifti við Sveis. Tað var sera lítil munur á talinum av ja- og nei-atkvøðum – bert 19.000 atkvøður. Av teimum, sum atkvøddu, søgdu 50,3 prosent ja. Men úrslitið merkir, at stjórnin innan 2017 skal hava dagført lógina um tilflytarar, og tað fer at merkjast í grannalondunum. Nógv koma úr ES-londunum [[Italia]] og [[Týskland]]i til Sveis at arbeiða, og í 2014 eru millum 27 og 29 prosent av teimum átta milliónunum, sum búgva í Sveis, tilflytarar. Tað er tað næstmesta í Evropa, aftan á [[Luksemburg]] <ref>http://www.bbc.com/news/world-europe-26116648</ref>. Seinastu árini er ein klovningur komin í millum løntakarar, sum síggja fremmandaarbeiðarar fáa teirra størv til minni løn og harvið trýsta lønarlagið niður, og so politikarar, sum tala fyri at taka ímóti fleiri tilflytarum. Hinvegin hava aðrir politikarar tikið seg fram við at tala ímóti tilflyting.
 
Í mars 2014 hevur orðaskifti verið í ES-tinginum um sveisisku avgerðina, og har gav ES-kommisserurin fyri arbeiðsmarknaðin, [[László Andor]], sveisarum greið boð: "Sveis kann ikki siga nei til, at fólk hava frælsi til at ferðast frítt um landamørk, og samstundis samstarva við ES, sum um einki var hent" <ref>http://www.theguardian.com/world/2014/feb/09/swiss-referendum-immigration-quotas</ref>. László Andor segði, at so leingi Sveis ikki hevur meldað aftur um, hvussu landsins politiska leiðsla ætlar at fyrihalda seg til úrslitið av atkvøðugreiðsluni, kann ES ikki halda fram við tveimum felags verkætlanum um gransking og [[útbúgving]], sum eru í gongd í løtuni. ”Sveisisku myndugleikarnir hava ikki stórt rásarúm her. Tí tað at ferðast frítt er ein grundarsteinur í samstarvinum og kann ikki takast burtur frá hinum frælsunum í avtaluni,” segði Andor <ref>http://www.bloomberg.com/news/2014-02-09/swiss-brace-for-sour-eu-relations-after-immigration-vote.html</ref>. Aðrir ES-politikarar vóru ikki so avgjørdir og vístu á, at Sveis ikki er limur í ES og hevur rætt til sjálvt at avgera lógirnar í egnum landi. ”Øll sløg av sanksjónum, sum avmarka teirra part í gransking og útbúgving kann skaða okkum øll. Tað hevði verið tápuligt at sligið alt ov hart aftur,” segði Vicky Ford úr høgrasinnaða bólkinum ECR (stytting fyri ''European Conservatives and Reformists''). Hon helt, at ES eigur at síggja báðar síðurnar av málinum, og at sveisiska fólkið hevur rætt til at gera av, hvussu landsins landamørk skulu stýrast.
 
Í Sveis varð ein fólkaatkvøða í 2008, um tað skal vera loyvt at byggja tey sermerktu tornini, ið oftani eru við síðuni av [[Moskur|moskum]] - eitt sokallað minarett. Á øllum moskum er høgt moskutorn (nevnt ''minarett'') haðan tey trúgvandi verða kallað til bøn fimm ferðir um dagin. Byggilógin (nevnt ''Federal popular initiative "against the construction of minarets"'') bleiv samtykt; á fólkaatkvøðuni í november mánaði 2008 atkvøddu 57.5 prosent av veljarunum í Sveis fyri, og 42.5 prosent atkvøddu ímóti <ref>http://www.swissinfo.ch/eng//Specials/Islam_and_Switzerland/Minaret_vote/Minaret_result_seen_as_turning_point.html?cid=7793740</ref><ref>http://www.foxnews.com/story/2009/11/30/switzerland-defends-ban-on-mosque-minarets/?test=latestnews</ref>. Eisini í syðra parti av [[Eysturríki]] er ein lóg samtykt, ið forbjóðar moskubygging, um hesar ikki hóska til umhvørvið <ref>http://www.rnw.nl/english/article/strong-reactions-swiss-minaret-ban</ref>. Í Sveis búgva uml. 400 000 muslimar <ref>http://www.euronews.com/2009/11/19/minaret-debate-angers-swiss-muslims/</ref>.
 
== Fólkið ==

Navigatiónsskrá