Munurin millum rættingarnar hjá "Vladimir Lenin"
EileenSanda (kjak | íkøst) sNo edit summary |
EileenSanda (kjak | íkøst) No edit summary |
||
Linja 7: | Linja 7: | ||
[[Bólkur:Russar]] |
[[Bólkur:Russar]] |
||
[[Bólkur:Føðingar í 1870 |
[[Bólkur:Føðingar í 1870]] |
||
[[Bólkur:Andlát í 1924]] |
[[Bólkur:Andlát í 1924]] |
||
[[Bólkur:Rithøvundar]] |
[[Bólkur:Rithøvundar]] |
Endurskoðan frá 4. feb 2014 kl. 00:25
Vladimir Iljitj Lenin (russiskt: Влади́мир Ильи́ч Ле́нин) føddur Vladimir Iljitj Uljanov (22. apríl 1870 – 21. januar 1924) var ein sovjetiskur statsleiðari í tíðarskeiðnum 6. november 1917 – 21. januar 1924 og ein týdningarmikil marxistiskur revolutionerur teoretikari, hvørs íkast til tað marxistisku teoriina verður nevnt Leninisma (Av hesum; Marxistisk-leninisma). Navnið Lenin er tað revolutionera dulnevni, sum Vladimir Uljanov er best kendur undir. Hann byrjaði at brúka hetta navnið fyrstu ferð í 1901, og tá brúkti hann eisini fornavnið Nikolaj. Seinni undir hansara politisku stórheitstíð bleiv hann nokk mest kendur undir hansara almenna for- og faðirsnavni: Vladimir Iljitj Lenin. Sjálvt navnið Lenin er eftir øllum at døma komið av tí sibirisku ánni, sum nevnist Lena.
Lenin verður sæddur sum høvuðsmaðurin handan russisku kollveltingina og stovnarin av tí Sovjettisku tjóðini, sum undir Kalda krígnum var ein av tveimum stórveldum heimsins. Hann skrivaði rættiliga nógv, umleið 15.000 normalsíður, liggja eftir hann, mest um kollveltingina. Eftir kalda kríggið blivu nógvar standmyndir av Lenin knústar sundur, bæði í Sovjetsamveldinum og í Eysturevropa.