Munurin millum rættingarnar hjá "Atlantic Airways"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Roard (kjak | íkøst)
No edit summary
Roard (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 13: Linja 13:
| lyklafólk = Niels Mortensen (Nevndarformaður)
| lyklafólk = Niels Mortensen (Nevndarformaður)
Jørgen Holme (Stjóri)
Jørgen Holme (Stjóri)
[[Magni Arge]], (Fyrrverandi stjóri)
[[Magni Arge]] (Fyrrverandi stjóri)
| floghavnir = [[Vágar Floghavn]]
| floghavnir = [[Vágar Floghavn]]
| frequent_flyer = [[EuroBonus]]
| frequent_flyer = [[EuroBonus]]

Endurskoðan frá 20. jan 2014 kl. 00:59

Atlantic Airways
IATA
RC
ICAO
FLI
Koda
FAROELINE
Stovnað10. november 1987
Byrjað flúgving28. mars 1988
Frequent flyerEuroBonus
Flota stødd4 flogfør og 3 tyrlur
Ferðamál7
HøvuðssætiFøroyar Sørvágur, Føroyar
LyklafólkNiels Mortensen (Nevndarformaður)

Jørgen Holme (Stjóri)

Magni Arge (Fyrrverandi stjóri)
Heimasíða: http://www.atlantic.fo
Airbus A319-115 hjá Atlantic Airways

Atlantic Airways (føroyskt; Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Atlantic Airways varð stovnað til tess at menna føroyska flogvinnu og flogferðslu. Stjórin í Atlantic Airways er Magni Arge. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur á flogvøllinum í Vágum og á Kastrup Flogvølli í Keypmannahavn.

Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað.

Starvsfólkaliðið telur í dag 168 ársverk, flogførini eru fýra og tyrlurnar tríggjar í tali hjá felagnum[1].Til samanberingar, so vóru í fyrsta ársfjórðing í 2008 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways, og hevði felagið 7 flogfør og 3 tyrlur[2]. Felagið rekur størsta arbeiðsplássið í Vágum og telist eisini millum tey størstu í Føroyum.

Søga

  • 1988 Fleyg Atlantic Airways sín fyrsta túr ímillum Føroyar og Danmark.
  • 1999 Fór Atlantic Airways at flúgva til Noregs.
  • 2002 Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways fór upp um 100 000.
  • 2004 15. juni - Triðja flogfarið hjá Atlantic Airways kom til Føroya.
  • 2004 Atlantic Airways verður heiðrað sum Ársins átak.
  • 2006 15. mai - FaroeJet tekur kappingina upp við Atlantsflog, men gevst innan ársenda av fíggjarligum orsøkum.
  • 2006 10. oktober - Ein vanlukka í Stord, Noregi krevur fýra mannalív.
  • 2007 Desember varð triðingurin av partapeninginum í Atlantic Airways seldur av landsstýrinum til privat, og samstundis varð Atlantic Airways skrásett á virðisbrævamarknaðinum OMX.
  • 2012 Nýggja Airbus A319-flogfarið kemur til Føroya frá flogfarssmiðjuni hjá Airbus í Hamburg tann 22. mars[3]. Flogfarið flýgir sín fyrsta rututúr tann 28. mars sama ár.
Fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton saman við Magna Arge á Vága Floghavn í 2007.

Flotin

Flotin hjá Atlantic Airways telur í dag ( august 2012) fýra flogfør og 3 tyrlur:

Slag Tal Ferðafólk[4] Skrásetingar
Airbus A319 1 144 [OY-RCG]
Avro RJ100 1 97 OY-RCC
Avro RJ85 2 82/95 OY-RCD, OY-RCE
Bell 412 2 11/13 OY-HSR, OY-HSJ
AW139 1 15 OY-HSN

Heiður

Trý flogfeløg vórðu heiðrað sum ársins flogfelag í Evropa við ávikavist gullmerki, silvurmerki og bronsumerki á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin hin 21. september 2012. Atlantic Airways fekk bronsu. Magni Arge, stjóri, fekk vegna Atlantic Airways handað Airline of the Year-heiðursmerki fyri á slóðbrótandi hátt at hava tikið nýggja navigatiónstøkni í nýtslu og hava prógvað sínar dygdir sum felag og sítt virði fyri Føroyar.[5]

Hendingar og vanlukkur

  • 2008 24. mars misti ein BAe 146 nasahjólið á flogfarinum beint áðrenn fráferð úr Kastrup Floghavn. Flogfarið lendi í Føroyum uttan trupulleikar; flogskiparinir høvdu ikki uppdaga nakað óreglusemi. [6].
  • 2006 10. oktober fór ein BAe 146-200A av breytini í Stord floghavn í Noreg. Umborð vóru 16 fólk. Tólv vóru ferðafólk og manningini taldið fýra. Av hesum 16 doyðu fýra, meðan hini megnaðu at rýma úr vrakinum.[7][8][9].
  • 1989 í Vága Floghavn kundi ein BAe 146-200A ikki steðga á lendingarbreytini og koyrdi tí inn í eina trygdarmerking. Ongin kom til skaða.

Keldur

  1. s.4 í hálvársroknskaprin 2012 hjá Atlantic Airways (á enskum)
  2. s. 5 í 1. kvartalsroknskapinum 2008 hjá Atlantic Airways (á enskum)
  3. Airbus.com: "Atlantic Airways takes delivery of its new Airbus A319"(á enskum)
  4. Trafikstyrelsen - Nationalitetsregisteret
  5. Aktuelt.fo, Atlantic Airways kosið ársins evropeiska flogfelag
  6. "Fund af flyhjul skabte forskrækkelse" (Danskt), úr politiken.dk
  7. "Norway runway blaze kills three", frá BBC News, 10. oktobur 2006.
  8. Vanlukkufrásøgn fyri OY-CRG, frá Aviation Safety Network Database, 10. oktobur 2006.
  9. Fyribils vanlukkufrásøgn á norskum, frá 25. oktobur 2007

Slóðir

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið