Munurin millum rættingarnar hjá "Tóroddur Poulsen"
Content deleted Content added
EileenSanda (kjak | íkøst) →Útgivið: dagføring |
EileenSanda (kjak | íkøst) |
||
Linja 26: | Linja 26: | ||
* 2006 - Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer |
* 2006 - Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer |
||
* 2007 - Rot |
* 2007 - Rot |
||
* 2008 - Útvølir (Skaldsøga) |
* 2008 - Útvølir ([[Listi yvir føroyskar skaldsøgur|Skaldsøga]]) |
||
* 2009 - Útsýni (yrkingar) |
* 2009 - Útsýni (yrkingar) |
||
* 2010 - Rend. (Yrkingar) |
* 2010 - Rend. (Yrkingar) |
Endurskoðan frá 30. nov 2013 kl. 15:57
Tóroddur Poulsen (føddur 15. oktober 1957 í Havn) er yrkjari, rithøvundur, listamaður og tónleikari. Tóroddur Poulsen er helst Føroya virknasti yrkjari. Hann fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í 1992 og Mentanarvirðisløn Landsins í 2013. Harumframt hevur hann verið tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 1996, 2002, 2005, 2009, 2011 og 2014. Hann starvast sum rithøvundur og er búsitandi í Keypmannahavn. Tóroddur hevur givið út fleiri yrkingasøvn. Stílurin er rættiliga ymiskur, stundum prosakendur, stundum knappur og onkuntíð haikukendur. Í sínum yrkingum lýsir hann m.a. tann innara heimin, mótsetningar í samtíðini og moralin. Hann kann vera speirekandi og atfinningarsamur eins og kensluborin.
Útgivið
- 1984 - Botnfall (yrkingasavn)
- 1986 - Fullir einglar (yrkingasavn)
- 1988 - Heilagt kríggj (yrkingasavn)
- 1989 - Innivist (yrkingasavn)
- 1991 - Navn nam við navn (yrkingasavn)
- 1992 - Villur (yrkingasavn)
- 1993 - Eygu á bliki (yrkingasavn)
- 1994 - Reglur (prosa)
- 1997 - Regler (svensk útgáva)
- 2006 - Regelwerk (týsk útgáva í "Von Inseln weiß ich...")
- 1996 - Steðgir (yrkingasavn)
- 1997 - Sót og Søgn (prosa)
- 1998 - Standsninger (úrval av egnum yrkingum í danskari týðing) (yrkingasavn)
- 1999 - Speispei spei (yrkingarsavn)
- 2000 - Vatnið ljóðar sum um onkur hevur drukkið av tí/vandet lyder som om nogen har drukket af det (yrkingasavn)
- 2000 - Blóðroyndir (yrkingasavn)
- 2002 - Blodprøver (Donsk útgáva)
- 2001 - Villvísi (yrkingasavn)
- 2002 - Royggj (yrkingasavn)
- 2004 - Eygnamørk (yrkingasavn)
- 2005 - Morgunbókin
- 2006 - Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer
- 2007 - Rot
- 2008 - Útvølir (Skaldsøga)
- 2009 - Útsýni (yrkingar)
- 2010 - Rend. (Yrkingar)
- 2011 - Bræddur firvaldur. (Yrkingar)
- 2012 - Heimvitisferðin. (Yrkingar)
- 2013 - Einglasuð. (Yrkingar)[1]
Á donskum
- Udsyn - Útsýni. Digte. Torgard, 2011.
- Øjenhuller = Eygnaholur.. Digte. Edition After Hand, 2010.
- Stensætninger = Steinsetingar.. Digte. Edition After Hand, 2008.
- Blodprøver. Digte. Edition After Hand, 2002.
- Vandet lyder som om nogen har drukket af det.. Digte. Edition After Hand, 2000.
- Standsninger. Digte. Politisk revy, 1998.[2]
Fløgur
- 2008 Garasjuguð: rock against færøkitsch
- 2007 s.v. Kaj Klein: Ùr maskinrúminum
- 2003 s..v. Lot: Veðrið eigur orð
- 2005 - Morgunbókin (yrkingasavn)
- 2006 - Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer (yrkingasavn)
Heiðurslønir og tilnevningar
- 1992 - Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
- 1996 - Reglur í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
- 2002 - Blóðroyndir í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins.
- 2005 - Eygnamørk í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
- 2009 - Rot í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
- 2011 - Útsýni í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
- 2013 - Mentanarvirðisløn Landsins
- 2014 - Fjalir í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins[3]
Keldur
- ↑ ms.fo
- ↑ Forlagettorgard.dk Tóroddur Poulsen
- ↑ Norden.org, De nominerede til Nordisk Råds litteraturpris 2014
Slóðir
- afsnitp.dk - "Hvad er visuel poesi?"
- Rithøvundafelag Føroyar - Tóroddur Poulsen