Munurin millum rættingarnar hjá "Hallur Joensen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
vann billiardkapping 3. árið á rað
Linja 11: Linja 11:
* 2013 ''[[Hallur with Stars and Legends]]'' (kom út 3. juni 2013 í Føroyum).<ref>[http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2013/05/29/hallur-joensen-er-gestur-i-brunsj Kringvarp.fo] Hallur Joensen er gestur í Brunsj</ref> Fleiri kendir gestasangar eru við á fløguni, t.d. [[Bellamy Brothers]], [[Bobby Bare]], [[Jóhanna Guðrún Jónsdóttir]], [[Kris Kristofferson]], [[Charley Pride]] og [[Dawn Sears]].

== Heiður ==
== Heiðurslønir, tilnevningar o.a. ==
*Í desember 2009 fekk Hallur eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa, herðaklappið var á 25.000 kr.<ref>[http://aktuelt.fo/grein/hallur_joensen_herdaklapp_fra_nordoya_sparikassa Aktuelt.fo] Hallur Joensen herðaklapp frá Norðoya Sparikassa</ref>

*Hallur varð tilnevndur tað føroysku [[Planet Awards 2010]], sum ársins mannligi sangari. (''Vann ikki'')
*Hallur varð tilnevndur tað føroysku [[Planet Awards 2010]], sum ársins mannligi sangari. (''Vann ikki'')
*Vann í 2013 føroysku billiardkappingina ''Haldor Holm Cup'' á triðja sinni.

== Keldur ==
== Keldur ==

Endurskoðan frá 3. nov 2013 kl. 10:08

Hallur Joensen í 2010

Hallur Joensen (føddur 22. januar 1967 í Klaksvík) er ein føroyskur country sangari, sum er kendur bæði í Føroyum og uttanlanda. Hann hevur eisini gjørt vart við seg í Føroyum innan billiard. Hin 2. november 2013 vann hann “Haldor Holm Cup” billiardkappingina triðja árið á rað. Í 2013 vóru 100 ár liðin síðan Haldor Holm varð borin í heim.[1]

Lívsleið innan tónleik

Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, hon hevði heitið Pickin’ Time In Nashville og gjørdist mest selda fløga í Føroyum í 2008. Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og hevur verið rættiliga virkin tónleikari. Hann hevur fleiri ferðir verið at sæð á útlendskum hitt-listum. Hallur hevur framført sínar sangir bæði á føroyskum og útlendskum tónleikafestivalum, eitt nú á G! Festivalinum[2] og á Summarfestivalinum.[3] Í 2011 framførdi hann á Silkeborg Country Festival.[4] Hann hevur fleiri ferðir samstarva við Kristinu Bærendsen, tey hava fleiri ferðir framført sangir saman, t.d. sangin Um tú hevur tað sum eg[5]. Hallur syngur ikki bara nýggj løg men eisini coverløg, harav nøkur eru umsett til føroyskt. Nakrir av kendastu sangunum, sum Hallur Joensen syngur eru: Kyss ein eingil hvønn morgun og Gyltu ljósakrúnurnar. Sangurin Kiss ein eingil hvønn morgun er umsettur úr enskum. í desember 2009 varð Charley Pride í Føroyum og tá framførdu hann og Hallur Joensen sangin Kyss ein eingil hvønn morgun saman. Charley Pride sang á enskum (Kiss an angel good morning) og Hallur sang á enskum og føroyskum.[6] Teir sungu eisini Gyltu ljósakrúnurnar saman á somu konsert, tað fortaldi Hallur fyri áskoðarunum á Silkeborg Country Festival 2011, beint áðrenn hann sang sangin á føroyskum.

Tónleikaútgávur

Heiður

  • Í desember 2009 fekk Hallur eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa, herðaklappið var á 25.000 kr.[12]
  • Hallur varð tilnevndur tað føroysku Planet Awards 2010, sum ársins mannligi sangari. (Vann ikki)
  • Vann í 2013 føroysku billiardkappingina Haldor Holm Cup á triðja sinni.

Keldur

  1. portal.fo, Hallur billard-kongur triðja ár á rað
  2. Gfestival.fo
  3. Summarfestivalur.fo Summarfestivalur 2008
  4. Youtube.com Hallur framførir á Silkeborg Country Festival 2011
  5. Youtube.com - Um tú hevur tað sum eg - saman við Kristinu Bærendsen
  6. Kiss ein eingil hvønn morgun - saman við Charlie Pride í 2009
  7. CDbaby.com Pickin' time in Nashville by Hallur Joensen
  8. Hallurjoensen.com
  9. Rateyourmusic.com
  10. Birkblog.blogspot.dk In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!
  11. Kringvarp.fo Hallur Joensen er gestur í Brunsj
  12. Aktuelt.fo Hallur Joensen herðaklapp frá Norðoya Sparikassa

Slóðir