Munurin millum rættingarnar hjá "Kári P. Højgaard"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
→‎Lívsleiðin í politikki: dagføring eftir uppsøgn
Linja 3: Linja 3:


== Lívsleiðin í politikki ==
== Lívsleiðin í politikki ==

=== Landsstýrismaður í innlendismálum 2011 - 2013 ===
Kári P. Højgaard var innlendismálaráðharri í [[Stjórnin hjá Kaj Leo Johannesen II|Aðru stjórnini hjá Kaj Leo Holm Johannessen]] frá 14. september 2011 til 5. september 2013. Løgmaður loysti hann úr starvi eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóð eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum ið komu út til fjølmiðlarnar. Møtstøða var eisini um at yvirskotið av tunnilspengunum fór av landinum, onkur nevndi talið 3 milliardir. Landsstýrismaðurin hevði fingið heimild í 2010 til at føra samráðingar við privat feløg um at byggja undirsjóvartunlar, tað var áðrenn Kári P. Højgaard kom í landsstýrið. Avtalan við CIP skuldi eftir ætlan undirskrivast 27. juni 2013, men løgmaður valdi í staðin at løgtingið skuldi sleppa at taka støðu til verkætlanina. Innlendismálaráðið gjørdi tí eitt lógaruppskot, sum varð lagt fyri løgtingið. Trupulleikin var, at av tí at sáttmálin var loyniligur, so kendu løgtingslimir ikki til innihaldið í sáttmálanum. Teir kundu undirskriva eitt trúnaðarskjal, har teir lovaðu ikki at siga nakað um innihaldið í sáttmálanum við nakran. Bert ein tingmaður tók av og læs sáttmálan, tað var Janus Rein. Tað varð avtalað við CIP, at sáttmálin skuldi undirskrivast 31. august 2013, men tá dagurin kom, bleiv sáttmálin ikki undirskrivaður, tí mett varð ikki at meiriluti var fyri lógaruppskotinum. Av tí at sáttmálin ikki bleiv undirskrivaður 31. august, skuldi CIP fáa 1 millión í endurgjaldið, tað var sambært avtalu. 5. september 2013 valdi løgmaður at loysa Kára P. Højgaard úr starvinum sum innlendismálaráðharri, og tók sjálvur við til nýggjur innlendismálaráðharri er settur. Løgmaður segði orsøkina vera politiskt órógv.<ref>[http://tinganes.fo/Default.aspx?ID=13625&Action=1&NewsId=5307&PID=23570 Tinganes.fo, Løgmaður loysir landsstýrismann úr starvi]</ref>


=== Løgtingslimur ===
=== Løgtingslimur ===

Endurskoðan frá 6. sep 2013 kl. 07:30

Kári P. Højgaard
Kári P. Højgaard

Kári Páll Højgaard (føddur 21. juli 1951 á Strondum) er føroyskur politikari, valdur á Føroya Løgting í 2001 fyri Sjálvstýrisflokkin og í løtuni (november 2011) er hann innlendismálaráðharri. Kári er limur í Útnorðurráðnum, har hann eisini var formaður í tíðarskeiðnum 2008-09 og aftur í 2011-12. Hann hevur verið annar fasti limur í Norðurlandaráðnum. Áðrenn hann gjørdist politikari arbeiddi hann sum postmaður í Eysturoynni frá 1971, áðrenn tað var hann nøkur ár til skips.

Lívsleiðin í politikki

Landsstýrismaður í innlendismálum 2011 - 2013

Kári P. Højgaard var innlendismálaráðharri í Aðru stjórnini hjá Kaj Leo Holm Johannessen frá 14. september 2011 til 5. september 2013. Løgmaður loysti hann úr starvi eftir at mikið rok hevði verið um Eysturoyartunnilin, sum Kári P. Højgaard hevði ætlanir um at lata danska felagið Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) gera fyri pensjónspening úr Danmark, frá PensionDanmark. Rokið stóð eitt nú av, at sáttmálin var loyniligur, og av ymiskum upplýsingum ið komu út til fjølmiðlarnar. Møtstøða var eisini um at yvirskotið av tunnilspengunum fór av landinum, onkur nevndi talið 3 milliardir. Landsstýrismaðurin hevði fingið heimild í 2010 til at føra samráðingar við privat feløg um at byggja undirsjóvartunlar, tað var áðrenn Kári P. Højgaard kom í landsstýrið. Avtalan við CIP skuldi eftir ætlan undirskrivast 27. juni 2013, men løgmaður valdi í staðin at løgtingið skuldi sleppa at taka støðu til verkætlanina. Innlendismálaráðið gjørdi tí eitt lógaruppskot, sum varð lagt fyri løgtingið. Trupulleikin var, at av tí at sáttmálin var loyniligur, so kendu løgtingslimir ikki til innihaldið í sáttmálanum. Teir kundu undirskriva eitt trúnaðarskjal, har teir lovaðu ikki at siga nakað um innihaldið í sáttmálanum við nakran. Bert ein tingmaður tók av og læs sáttmálan, tað var Janus Rein. Tað varð avtalað við CIP, at sáttmálin skuldi undirskrivast 31. august 2013, men tá dagurin kom, bleiv sáttmálin ikki undirskrivaður, tí mett varð ikki at meiriluti var fyri lógaruppskotinum. Av tí at sáttmálin ikki bleiv undirskrivaður 31. august, skuldi CIP fáa 1 millión í endurgjaldið, tað var sambært avtalu. 5. september 2013 valdi løgmaður at loysa Kára P. Højgaard úr starvinum sum innlendismálaráðharri, og tók sjálvur við til nýggjur innlendismálaráðharri er settur. Løgmaður segði orsøkina vera politiskt órógv.[1]

Løgtingslimur

Hann varð varamaður á Føroya Løgtingi frá 26. mai 2001 til 30. apríl 2002. Løgtingsmaður frá 30. apríl 2002.[2]

Formaður Sjálvstýrisfloksins

Kári P. Højgaard varð valdur til formann fyri Sjálvstýrisflokkin í 2002. Hann var formaður til oktober 2010, tá Kári á Rógvi gjørdist nýggjur formaður.[3] Á løgtingsvalinum 29. oktober 2011 fekk flokkurin bara eitt tingfólk valt, og tað var Kári P. Højgaard. Flokkurin helt aðalfund 10. november 2011 og valdi Kára P. Højgaard til formann.[4] Sambært viðtøkum felagsins skal formaðurin veljast millum tinglimir ella landsstýrisfólk floksins, flokkurin fekk eitt landsstýrisfólk, men aðalfundurin varð hildin mitt undir telvingini av landsstýrissessum, so onki var endaliga avgjørt tá. Kári P. Højgaard hevur verið formaður Sjálvstýrisfloksins hesi tíðarskeið:

  • 2002 - oktober 2010
  • november 2011 -

Limur í Útnorðurráðnum

Kári P. Højgaard gjørdist formaður í Útnorðurráðnum í august 2008.[5] Formansposturin skiftir á hvørjum ári millum tey trý londini. Í løtuni (nov. 2011) er hann aftur formaður í Útnorðurráðnum.[6] Føroya Løgting valdi hesi til limir í Útnorðurráðnum í 2008:

Nevndarsessir á Føroya Løgtingi

  • 2008–2012 Limur í Vinnunevndini
  • 2004–2008 Formaður í Landstýrismálanevndini
  • 2004–2008 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2002–2004 Limur í Fíggjarnevndini
  • 2002–2004 Limur í Mentanarnevndini
  • 2001–2002 Limur í Fíggjarnevndini

Býráðslimur og varaborgmeistari

Kári P. Højgaard var býráðslimur í Runavíkar Býráð 1989-2008. Hann var varaborgarstjóri í tíðarskeiðnum 2005-08. Hann stillaði ikki upp aftur til býráðvalið í 2008.

Keldur

  1. Tinganes.fo, Løgmaður loysir landsstýrismann úr starvi
  2. Sjálvstýri.fo
  3. Portal.fo, Kári P. Højgaard tekur seg aftur sum formaður.
  4. Aktuelt.fo, Nú er Kári aftur formaður í Sjálvstýrisflokkinum
  5. Portal.fo, Kári P. Højgaard formaður í Útnorðurráðnum.
  6. Vestnordisk.is

Útvortis ávísingar

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið