Munurin millum rættingarnar hjá "Harvard University"
Content deleted Content added
EileenSanda (kjak | íkøst) |
|||
Linja 22: | Linja 22: | ||
[[Bólkur:Lærdir háskúlar í USA]] |
[[Bólkur:Lærdir háskúlar í USA]] |
||
[[sr:Универзитет Харвард]] |
Endurskoðan frá 21. aug 2013 kl. 22:03
Harvard University í Massachusetts varð sett á stovn longu í 1636 og er elsti lærdi háskúlin í Amerika. Men Harvard er ikki bara elsti lærdi háskúlin í USA, hetta er eisini mest virda universitetið í USA – ivaleyst við Yale University í Connecticut beint í hølunum. Og tað er ikki bara sum at siga tað, at koma inn á Harvard, als ikki hjá útlendingum. Og at hava akademiska útbúgving av einum lærdum háskúla sum Harvard er eisini nakað fyri seg. Eitt er, at tú fært akademiska førleikan, sum í sjálvum sær gevur nógvar møguleikar, men hevur tú so tikið útbúgvingina á slíkum stað sum Harvard, kvalifiserar tað teg fleirfalt. Í 2008 vóru slakar tjúgutúsund umsóknir til tey gott og væl sekstanhundrað lestrarplássini.
Um Harvard University
- Sett á stovn í 1636.
- Lesandi í alt 19.539.
- Heiðurslønarvinnarar Nobels 39.
- Heimsins størsta universitets-bókasavn.
- Kalla upp eftir fyrsta veruliga verjanum John Harvard of Charlestovn.