Munurin millum rættingarnar hjá "Martin Joensen (1953)"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 50: Linja 50:
[[Bólkur:Føroyskir tónleikarar]]
[[Bólkur:Føroyskir tónleikarar]]
[[Bólkur:Føroyskir mannligir sangarar]]
[[Bólkur:Føroyskir mannligir sangarar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1950-árunum]]
[[Bólkur:Føðingar í 1953]]
[[Bólkur:Føroysk tónaskøld]]
[[Bólkur:Føroysk tónaskøld]]
[[Bólkur:Føroyskir yrkjarar]]
[[Bólkur:Føroyskir yrkjarar]]

Endurskoðan frá 23. jul 2013 kl. 12:13

Martin Joensen er føddur 27. august 1953 í Vestmanna. Martin er útbúgvin grafikari, men er serliga vorðin kendur sum tónleikari, sangskrivari, tónasmiður og sangari. Martin hevur millum ár og dag spælt við fleiri ymiskum tónleikabólkum, og yrkingar hansara eru givnar út á ymsum plátum, bondum og fløgum, og í 2006 savnaðar í heildarsavn. Martin var føddur í Vestmanna í 1953, og har vaks hann upp. Foreldur hansara vóru Emil Joensen av Heygum, Vestmanna, og Maria Joensen (fødd Jacobsen) av Vatnsoyrum. Hann var næstelstur av fýra systkjum. Hann tók realprógv í 1970, síðan studentsprógv úr Hoydølum í 1973. Hann er útbúgvin teknari og grafikari á Skolen for brugskunst í 1982. Martin hevur gjørt vart við seg á ymiskum listaøkjum. Hann er tónleikari, hevur skrivað sangir og yrkingar, myndskrýtt, skrivað sangleikir og gjørt løg. Fyrsti teksturin, sum varð nýttur til útgávu, var “Svarti Ravnur”, sum Kræklingar spældu inn í 1975-76. Hann hevur verið limur í tónleikabólkinum Vestmenn síðani byrjanina í 1982, teir hava givið út fimm plátur.

Yrkingin Morgun er prentað í „Grønu sangbókini“, sum kom út í 1993. Í Grønu songbók er hann umboðaður við 36 sangum, teir flestu av hesum hevur hann eisini sjávlur gjørt lag til.

Í 1986 gav Martin Joensen út bandið „Morgun“. Bandið hevur heitið eftir hesari yrkingini, sum Martin gjørdi lag til og sjálvur syngur á bandinum.

Sonur Martin, Sakaris Emil Joensen, er eisini tónleikari.

Útgávur

  • Morgun í 1986
  • Skuggagestir í 1991
  • Blátt í støðum í 1993
  • Áraløg (savnsfløga) í 2002
  • Á Brúnni í 2006
  • Kvøld í 2010[1]
  • Martin Joensen: Lat meg goyma teg - Tekstir, tónar og tekningar 1970 - 2006, Sprotin 2006.

Yrkingar og týðingar til aðrar sangarar

Eivør Pálsdóttir

Hann hevur yrkt sangir til eitt nú Eivør Pálsdóttir:

  • Mannabarn
  • Kavin kom

Hallur Joensen

Martin Joensen hevur yrkt og umsett fleiri sangir, sum Halli Joensen syngur:

  • "Kyss ein eingil hvønn morgun" (umsett)
  • "Eingin annar" (yrkt),
  • "Enn stendur hurð mín opin" (yrkt saman við Jákup Zachariassen),
  • "Her í bygdini" (umsett, upprunaheitið: In a Town This Size),
  • "Nú kanst tú hava tað so gott" (yrkt),
  • "Gyltu Ljósakrúnurnar" (umsett, upprunaheitið: Crystal Chandeliers)
  • "Tá eg komi fram"

Linda Andrews

  • Kavajól (Let it snow) - Martin Joensen hevur umyrkt sangin. Orð: Sammy Cahn / Lag: Jule Styne.
  • Jól eru í hondum (happy xmas/war is over) Martin Joensen hevur umsett eftir John Lennon

Gunnar Justinussen

  • Lívið er ov stutt til klandur - Føroyskaður/umyrktur eftir “We Believe in Happy Endings” eftir Bob McDill.
  • Enn eina ferð - Orð: Martin Joensen, 2008 / Lag: Jákup Zachariasen
  • Luossabiddarin (Omkring tiggarn från Luossa) Martin Joensen umsetti, Dan Andersson yrkti

Keldur

  1. Martinjoensen.wordpress.com

Slóðir