Munurin millum rættingarnar hjá "Hallur Joensen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 1: Linja 1:
[[Mynd:Hallur Joensen 2010.jpg|200px|thumbnail|Hallur Joensen í 2010]]
[[Mynd:Hallur Joensen 2010.jpg|250px|thumbnail|Hallur Joensen í 2010]]
'''Hallur Joensen''' (føddur [[22. januar]] [[1967]] í [[Klaksvík]]) er ein føroyskur country sangari, sum er kendur bæði í Føroyum og uttanlanda.
'''Hallur Joensen''' (føddur [[22. januar]] [[1967]] í [[Klaksvík]]) er ein føroyskur country sangari, sum er kendur bæði í Føroyum og uttanlanda.


Linja 25: Linja 25:


[[Bólkur:Føroyskir tónleikarar]]
[[Bólkur:Føroyskir tónleikarar]]
[[Bólkur:Føðingar í 1960-árunum]]
[[Bólkur:Føðingar í 1967]]
[[Bólkur:Føroyskir mannligir sangarar]]
[[Bólkur:Føroyskir mannligir sangarar]]
[[Bólkur:Hallur Joensen]]
[[Bólkur:Hallur Joensen]]

Endurskoðan frá 22. jul 2013 kl. 23:09

Hallur Joensen í 2010

Hallur Joensen (føddur 22. januar 1967 í Klaksvík) er ein føroyskur country sangari, sum er kendur bæði í Føroyum og uttanlanda.

Lívsleið innan tónleik

Hallur gav út sína fyrstu fløgu í 2008, hon hevði heitið Pickin’ Time In Nashville og gjørdist mest selda fløga í Føroyum í 2008. Hann hevur síðan givið út aðrar tónleikaútgávur og hevur verið rættiliga virkin tónleikari. Hann hevur fleiri ferðir verið at sæð á útlendskum hitt-listum. Hallur hevur framført sínar sangir bæði á føroyskum og útlendskum tónleikafestivalum, eitt nú á G! Festivalinum[1] og á Summarfestivalinum.[2] Í 2011 framførdi hann á Silkeborg Country Festival.[3] Hann hevur fleiri ferðir samstarva við Kristinu Bærendsen, tey hava fleiri ferðir framført sangir saman, t.d. sangin Um tú hevur tað sum eg[4]. Hallur syngur ikki bara nýggj løg men eisini coverløg, harav nøkur eru umsett til føroyskt. Nakrir av kendastu sangunum, sum Hallur Joensen syngur eru: Kyss ein eingil hvønn morgun og Gyltu ljósakrúnurnar. Sangurin Kiss ein eingil hvønn morgun er umsettur úr enskum. í desember 2009 varð Charley Pride í Føroyum og tá framførdu hann og Hallur Joensen sangin Kyss ein eingil hvønn morgun saman. Charley Pride sang á enskum (Kiss an angel good morning) og Hallur sang á enskum og føroyskum.[5] Teir sungu eisini Gyltu ljósakrúnurnar saman á somu konsert, tað fortaldi Hallur fyri áskoðarunum á Silkeborg Country Festival 2011, beint áðrenn hann sang sangin á føroyskum.

Tónleikaútgávur

Heiðurslønir, tilnevningar o.a.

  • Í desember 2009 fekk Hallur eitt herðaklapp frá Norðoya Sparikassa, herðaklappið var á 25.000 kr.[11]
  • Hallur varð tilnevndur tað føroysku Planet Awards 2010, sum ársins mannligi sangari. (Vann ikki)

Keldur

  1. Gfestival.fo
  2. Summarfestivalur.fo Summarfestivalur 2008
  3. Youtube.com Hallur framførir á Silkeborg Country Festival 2011
  4. Youtube.com - Um tú hevur tað sum eg - saman við Kristinu Bærendsen
  5. Kiss ein eingil hvønn morgun - saman við Charlie Pride í 2009
  6. CDbaby.com Pickin' time in Nashville by Hallur Joensen
  7. Hallurjoensen.com
  8. Rateyourmusic.com
  9. Birkblog.blogspot.dk In a Town This Size - Slatur úr Føroyum!
  10. Kringvarp.fo Hallur Joensen er gestur í Brunsj
  11. Aktuelt.fo Hallur Joensen herðaklapp frá Norðoya Sparikassa

Slóðir