Munurin millum rættingarnar hjá "Jón Krosslá Poulsen"

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 2 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q1341338 (translate me)
sNo edit summary
Linja 26: Linja 26:


[[Bólkur:Føroyskir fótbóltsspælarar|Poulsen, Jón Krosslá]]
[[Bólkur:Føroyskir fótbóltsspælarar|Poulsen, Jón Krosslá]]
[[Bólkur:Føðingar í 1980-árunum|Poulsen, Jón Krosslá]]
[[Bólkur:Føðingar í 1988|Poulsen, Jón Krosslá]]
[[Bólkur:FC Suðuroy leikarar]]
[[Bólkur:FC Suðuroy leikarar]]
[[Bólkur:HB leikarar]]
[[Bólkur:HB leikarar]]

Endurskoðan frá 18. jul 2013 kl. 23:31

Jón Krosslá Poulsen.

Jón Krosslá Poulsen (føddur 17. februar 1988 í Vági) er føroyskur fótbóltsleikari. Í 2012 spælir hann við FC Suðuroy. Í 2011 spældi hann sum áleypsleikari við HB og áðrenn tað spældi hann við VB/Sumba og VB.

Mest skorandi leikari hjá FC Suðuroy, VB/Sumba og VB

Jón Krosslá Poulsen er mest skorandi leikari yvirhøvur hjá FC Suðuroy (íroknað VB og VB/Sumba). Í mars 2010 skoraði hann sítt mál nummar 50, tað var í Vodafone dystinum móti HB, sum endaði 4-4.[1] 22. august 2010 skoraði hann sítt mál nummar 56 mál fyri felagið, og kom harvið framum Egill Steintórsson. Málið skoraði hann í dystinum móti B36 á heimavølli, sum FC Suðuroy vann 2-1.[2] Harumframt var Jón toppskorari fyri FC Suðuroy í 2010, hann skoraði 10 mál í Vodafonedeildini og 2 mál í dystum um Løgmanssteypið.[3] Jón var eisini millum toppskorarnir í Vodafonedeildini í 2010, við 10 málum var hann nummar 6 til 8 saman við Pól Jóhannus Justinussen og Sølvi Vatnhamar, toppskorarir gjørdist Arnbjørn T. Hansen og Christian Høgni Jacobsen við 22 málum hvør.

Ungdómslandsliðsleikari

Jón Krosslá Poulsen hevur fleiri ferðir verið við í hópinum hjá føroysku unglingalandsliðunum. Í 2003 var hann eyka á U-17 landsliðnum hjá Føroyum. Hann var við til EM undankappingina í Slovakia í oktober 2003. Hann spældi ein part av dystunum móti Slovakia og Grikkalandi. Føroyar tapti báðir dystirnir.[4]. Í 2006 var Jón Krosslá Poulsen við í U-19 landsliðshópinum hjá Føroyum, tá leikti hann 4 dystir og skoraði eitt mál fyri Føroyar. Í 2007 var hann við í U21 landsliðshópinum og spældi ein dyst móti Albania.[5]

Skoraði mál fyri Føroyar U19

Jón Krosslá Poulsen

31. juli 2006 spældi Føroyar U19 dyst móti Noregi og Føroyar vann 1-0. Tað var Jón Krosslá Poulsen sum skeyt málið.[6]

Keldur

  1. Sudurras.com
  2. Sudurras1.com, Jón Krosslá Poulsen mestskorandi
  3. FaroeSoccer.com
  4. Áfrsfrágreiðing 2003pdf-fíla
  5. Soccerandequipment.comFaroe Islands U-21 National Team
  6. Football.fo

Útvortis ávísingar

  • FCSuduroy.com.
  • Sportal.fo, sjónvarpsstubbi, samrøða við Jón Krosslá Poulsen eftir dystin í Runavík móti NSÍ 12. juni 2010. Jón skoraði eitt mál fyri FC Suðuroy, men NSÍ vann dystin 2-1. FC Suðuroy lá niðast í Vodafonedeildini, tá Portal.fo gjørdi samrøðuna.